Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

MENN ÁHUGAN

PARTUR 9

Vís samkenslu

Vís samkenslu

Meginregla: „Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta!“ – Róm. 12:15.

Hvat gjørdi Jesus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Markus 6:30-34, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hví vildu Jesus og ápostlarnir gjarna vera „fyri seg sjálvar“?

  2.   Hvat fekk Jesus at undirvísa mannamúgvuni?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Samkensla fær okkum at hugsa um fólk og ikki bara um boðskapin.

Ger sum Jesus

3. Lurta væl. Tú mást lata viðkomandi siga sína hugsan og ikki bróta hann av ella ignorera tað, viss hann setur orð á sínar kenslur og stúranir ella kemur við atfinningum. Tá ið vit lurta væl, vísa vit, at vit halda, at tað, sum onnur siga, hevur týdning.

4. Hugsa um tann áhugaða. Hugsa um tað, sum tit hava tosað um, og spyr teg sjálvan:

  1.    Hví hevur hann brúk fyri at hoyra sannleikan?

  2.   Hvussu kann hann fáa eitt betri lív nú og í framtíðini, viss hann fer at kanna Bíbliuna?

5. Tosa um nakað, sum kann hjálpa viðkomandi. Royn so tíðliga sum møguligt at vísa honum, at eitt bíbliuskeið kann geva honum svar upp á nógvar spurningar og hjálpa honum í dagligdegnum.