MENN ÁHUGAN
PARTUR 8
Ver tolin
Meginregla: „Kærleikin er langmóðigur.“ – 1. Kor. 13:4.
Hvat gjørdi Jesus?
1. Hygg at VIDEONUM, ella les Jóhannes 7:3-5 og 1. Korintbræv 15:3, 4, 7, og hugsa um hesar spurningarnar:
Hvat lærir Jesus okkum?
2. Vit mugu vera tolin, tí hjá summum tekur tað longri tíð at taka ímóti sannleikanum enn hjá øðrum.
Ger sum Jesus
3. Royn ein annan máta. Viss ein persónur sigur nei til eitt bíbliuskeið, skalt tú ikki noyða hann. Tá ið tað er hóskandi, kanst tú brúka eitt video ella eina grein til at vísa honum, hvussu eitt bíbliuskeið gongur fyri seg, og hvat hann kann fáa burturúr.
4. Ikki samanbera. Øll eru ymisk. Viss onkur í familjuni ella ein afturvitjan ikki vil studera ella hevur ringt við at góðtaka eina læru í Bíbliuni, kanst tú hugsa um, hvat orsøkin er. Kann tað vera tí, at viðkomandi hevur sterkar kenslur fyri onkrari ávísari læru? Kann tað vera, at hann er bangin fyri, hvat skyldfólk ella grannar fara at siga? Tú mást lata hann fáa tíð til at hugsa um tað, sum tit hava tosað um, og at skilja, hvussu gott tað er at fylgja tí, sum Bíblian sigur.
5. Bið fyri viðkomandi. Tú kanst biðja Jehova hjálpa tær at blíva við at hugsa positivt og vera fólkaligur. Bið hann hjálpa tær at finna út av, um onkur veruliga hevur áhuga, ella um tú skalt halda uppat at vitja viðkomandi. – 1. Kor. 9:26.