Privatlívsstillingar

Fyri at geva tær eina so góða uppliving sum møguligt, brúka vit kennifílur og líknandi tøkni. Nakrar kennifílur eru neyðugar, um heimasíðan skal rigga, og tí kunnu tær ikki noktast. Tað ber til hjá tær at góðtaka ella nokta aðrar kennifílur, sum bara verða nýttar til at betra um tína uppliving. Vit fara ongantíð at selja nakrar av hesum dátuupplýsingunum ella at brúka tær til marknaðarføring. Viss tú vilt hava meira at vita, kanst tú lesa Heimsumfatandi politikkin um handfaring av cookies og líknandi tøkni. Tú kanst til eina og hvørja tíð laga tínar stillingar inni á Privatlívsstillingum.

Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BYRJA EITT PRÁT

PARTUR 2

Ver natúrligur

Ver natúrligur

Meginregla: „Hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð!“ – Orðt. 15:23.

Hvat gjørdi Filip?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Ápostlasøguna 8:30, 31, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvussu byrjaði Filip prátið?

  2.   Hví var tað ein natúrligur máti at byrja eitt prát og læra hirðmannin nakað nýtt?

Hvat lærir Filip okkum?

2. Viss prátið fellur natúrligt, er tað meira sannlíkt, at viðkomandi slappar av og hevur hug at práta víðari.

Ger sum Filip

3. Eygleið. Andlitsbráið og kropsmálið hjá einum persóni kann siga okkum nógv. Virkar tað sum, at viðkomandi hevur hug at práta? Um so er, kundi tú komið inn upp á eitt bíbilskt evni við at siga: „Visti tú, at …?“ Men viss tað er týðiligt, at viðkomandi ikki hevur hug at práta, skalt tú ikki noyða hann.

4. Ver tolin. Tú skalt ikki føla, at tú noyðist at tosa um Bíbliuna beinanvegin. Bíða til ta røttu løtuna, so verður tað meira natúrligt. Onkuntíð noyðist mann at bíða til næstu ferð, mann tosar við viðkomandi.

5. Ver smidligur. Viðhvørt kann eitt prát fara ein heilt annan veg, enn tú hevði væntað. Tí mást tú vera fyrireikaður upp á at tosa um nakað, sum hevur týdning fyri viðkomandi, sjálvt um tað merkir, at tú mást nevna ein annan bíbilskan tanka, enn tú hevði ætlað tær.