Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BYRJA EITT PRÁT

PARTUR 1

Vís áhuga

Vís áhuga

Meginregla: „Kærleikin … søkir ikki sítt egna.“ – 1. Kor. 13:4, 5.

Hvat gjørdi Jesus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Jóhannes 4:6-9, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvat legði Jesus merki til, áðrenn hann fór at práta við kvinnuna?

  2.   Jesus segði: „Gev mær at drekka!“ Hví var tað ein góður máti at byrja eitt prát?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Tað er meira sannlíkt, at vit fáa eitt gott prát, viss vit byrja við onkrum, sum onnur hava áhuga fyri.

Ger sum Jesus

3. Ver lagaligur. Tú mást ikki vera for fastlæstur í tí, sum hevði ætlað tær at práta um. Tað er betri at byrja við onkrum, sum tú roknar við, at onnur ganga og hugsa um. Spyr teg sjálvan:

  1.    Hvat er frammi í tíðindunum?

  2.   Hvat tosa grannarnir, arbeiðsfelagarnir ella floksfelagarnir um?

4. Eygleið. Spyr teg sjálvan:

  1.    Hvat ger viðkomandi beint nú? Hvat hugsar hann kanska um?

  2.   Hvat siga klæðini, útsjóndin ella heimið um hansara bakgrund ella trúgv?

  3.   Liggur tað fyri hjá viðkomandi at tosa?

5. Lurta.

  1.    Tosa ikki for nógv.

  2.   Lat tann, sum tú prátar við, sleppa at siga, hvat hann hugsar. Tú kanst seta spurningar, tá ið tað er hóskandi.