PARTUR 28
Vís, at tú ert takksamur fyri tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri teg
Hvussu hevur tú tað, tá ið tú fært eina gávu frá einum vini? Tú verður heilt sikkurt glaður og sigur takk. Jehova og Jesus hava givið okkum ta allarstørstu gávuna. Hvat er tað fyri ein gáva? Og hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri hana?
1. Hvussu kunnu vit vísa takksemi?
Bíblian sigur, at „hvør tann, ið trýr á [Jesus]“, kann fáa ævigt lív. (Jóhannes 3:16) Men hvat merkir tað at trúgva? Tað er ikki nokk bara at siga, at mann trýr upp á Jesus. Tað má eisini koma til sjóndar í okkara lívi. (Jákupsbrævið 2:17) Tá ið vit vísa okkara trúgv í orðum og gerðum, fáa vit eitt tættari samband við Jehova og Jesus. – Les Jóhannes 14:21.
2. Hvør serlig høgtíð gevur okkum møguleika at vísa takksemi?
Kvøldið áðrenn Jesus doyði, fortaldi hann lærisveinunum, hvussu teir kundu vísa, at teir vóru takksamir fyri, at hann fór at ofra sítt lív fyri teir. Hann stovnaði eina serliga høgtíð, sum Bíblian rópar „kvøldmáltíð Harrans“, og sum eisini verður rópt minningarhøgtíðin. (1. Korintbræv 11:20) Jesus vildi, at ápostlarnir og øll kristin skuldu minnast, at hann gav sítt lív fyri okkum. Tá ið hann hevði víst teimum, hvussu minningarhøgtíðin skuldi ganga fyri seg, segði hann: „Gerið hetta til minni um Meg!“ (Lukas 22:19) Tá ið tú ert við á minningarhøgtíðini, vísir tú, at tú ert takksamur fyri, at Jehova og Jesus elska teg so nógv.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvussu vit kunnu vísa takksemi fyri tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri okkum, og hví minningarhøgtíðin hevur so stóran týdning.
3. Takksemi fær okkum at gera nakað
Hugsa tær, at tú vart líka við at drukna, men at ein so kom og bjargaði tær. Heldur tú, at tú nakrantíð hevði gloymt tað, sum viðkomandi gjørdi? Nei, tú hevði heilt sikkurt gjørt nakað fyri at vísa, hvussu takksamur tú vart fyri tað.
Jehova hevur bjargað okkum. Les 1. Jóhannesarbræv 4:8-10, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hví er tað nakað heilt serligt, at Jesus doyði fyri okkum?
-
Hvat heldur tú um tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri teg?
Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri okkum? Les 2. Korintbræv 5:15 og 1. Jóhannesarbræv 4:11; 5:3, og tosa um henda spurningin aftan á hvørt ørindi:
-
Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom?
4. Ger sum Jesus
Eitt annað, vit kunnu gera fyri at vísa, at vit eru takksom, er at royna at vera sum Jesus. Les 1. Pætursbræv 2:21, og tosa um henda spurningin:
-
Hvussu kanst tú ganga í fótasporunum hjá Jesusi?
5. Ver við á minningarhøgtíðini
Les Lukas 22:14, 19, 20, og finn út av, hvat hendi á fyrstu minningarhøgtíðini. Tosa síðani um hesar spurningarnar:
-
Hvat hendi á tí fyrstu minningarhøgtíðini?
-
Hvat ímynda breyðið og vínið? – Hygg at ørindunum 19 og 20.
Jesus vildi, at lærisveinarnir skuldu minnast hansara deyða eina ferð um árið. Tí koma Jehova vitni saman á ársdegnum fyri hansara deyða og halda minningarhøgtíðina. Hygg at VIDEONUM, og fá meira at vita um hesa høgtíðina. Tosa síðani um spurningin.
-
Hvat hendir á minningarhøgtíðini?
Breyðið og vínið eru bara ímyndir. Breyðið ímyndar fullkomna likamið hjá Jesusi, sum hann ofraði fyri okkara skyld. Vínið ímyndar blóðið hjá honum
NØKUR SIGA: „Mann skal bara trúgva upp á Jesus, so verður mann frelstur.“
-
Hvussu kanst tú brúka Jóhannes 3:16 og Jákupsbrævið 2:17 til at vísa, at tað skal meira til?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Tá ið vit eru takksom fyri tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum, vísa vit okkara trúgv í gerðum og eru við á minningarhøgtíðini.
Greið frá
-
Hvussu kunnu vit vísa, at vit trúgva upp á Jesus?
-
Hvussu hevur tú hug at vísa, at tú ert takksamur fyri tað, sum Jehova og Jesus hava gjørt fyri teg?
-
Hví er tað so viktigt at vera við á minningarhøgtíðini?
HYGG AT HESUM
Hvat fáa vit hug at gera, tá ið vit hugsa um, at Jesus ofraði sítt lív fyri okkum?
Hvat er trúgv, og hvussu kunnu vit vísa trúgv?
„Vís, at tú trýrt upp á lyftini frá Jehova“ (Vakttornið oktober 2016)
Victoria fortelur, hvussu tað ávirkaði hana at fáa at vita, at Jesus doyði fyri hana. Les frásøguna í greinini „Eg føli meg reina, heila og livandi“
Hví fáa øll sær ikki av breyðinum og víninum á minningarhøgtíðini?
„Hví halda Jehova vitni ikki kvøldmáltíð Harrans á sama hátt sum aðrir trúarbólkar?“ (netgrein)