Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 25

Hvat er meiningin við lívinum?

Hvat er meiningin við lívinum?

Bíblian sigur, at lívið hjá menniskjum er stutt og fult av trupulleikum. (Job 14:1) Var tað virkuliga soleiðis, Gud ætlaði, at tað skuldi vera? Ella hevði hann nakað annað í huga? Hvat var tað, um so er? Og fer hann nakrantíð at fullføra sína ætlan? Tað svarar Bíblian upp á.

1. Hvussu vil Jehova, at vit skulu hava tað?

Jehova vil, at vit skulu hava eitt gott lív. Tá ið hann skapti tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, gav hann teimum eitt vakurt heim, eitt paradís, sum bleiv rópt urtagarðurin Eden. Bíblian sigur: „Gud signaði tey. Gud segði við tey: ’Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara.’“ (1. Mósebók 1:28) Jehova ætlaði, at tey skuldu fáa børn, gera alla jørðina til eitt paradís og taka sær av djórunum. Hann vildi, at øll menniskju skuldu hava góða heilsu og liva í allar ævir.

Soleiðis bleiv tað ikki, a men tað merkir ikki, at Gud er broyttur. (Esaias 46:10, 11) Hann vil enn, at vit menniskju skulu hava eitt gott lív í allar ævir. – Les Opinberingina 21:3, 4.

2. Hvussu fáa vit eitt gott lív nú?

Jehova hevur skapt okkum við einum andaligum tørvi. (Les Matteus 4:4; 5:4-6.) Og tað merkir, at vit hava tað best, tá ið Gud er ein partur av okkara lívi, og tá ið vit liva soleiðis, sum hann vil hava okkum at liva. Hann vil, at vit skulu vera hansara vinir, og at vit skulu ’ganga allar leiðir hansara, elska hann og tæna honum av øllum hjarta’. (5. Mósebók 10:12; Jákupsbrævið 2:23) Tá ið vit gera tað, verða vit lukkulig, sjálvt um lívið ikki altíð er so lætt. Tað, sum gevur lívinum meining, er at liva soleiðis, sum Jehova vil hava okkum at liva.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvussu okkara vakra jørð vísir, at Jehova elskar okkum, og hvat Bíblian sigur um meiningina við lívinum.

3. Jehova vil, at vit skulu hava eitt fantastiskt lív

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hví skapti Gud okkara vøkru jørð?

Les Prædikaran 3:11, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat sigur hetta um Jehova?

4. Jehova hevur ikki broytt sína ætlan

Les Sálm 37:11, 29 og Esaias 55:11, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu vita vit, at Jehova ikki hevur broytt sína ætlan?

5. Meiningin við lívinum er at tæna Jehova

Tá ið vit vita, hvat meiningin er við lívinum, kunnu vit vera lukkulig. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu gagnaði tað Terumi at finna út av, hvat meiningin er við lívinum?

Les Prædikaran 12:13, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri okkum?

ONKUR SPYR KANSKA: „Hvat er meiningin við lívinum?“

  • Hvat hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova vil, at vit skulu liva í allar ævir í einum paradísi her á jørðini. Tá ið vit tæna honum av øllum hjarta, fær lívið meining longu nú.

Greið frá

  • Hvussu ætlaði Jehova, at lívið hjá Ádami og Evu skuldi vera?

  • Hvussu vita vit, at Gud ikki hevur broytt sína ætlan?

  • Hvat er meiningin við lívinum?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat vísir, at urtagarðurin Eden hevur verið til?

„Var Eden fyrsta heimið hjá menniskjunum?“ (Vakttornið 1. januar 2011)

Hvussu kunnu vit vera vís í, at jørðin fer at vera til í allar ævir?

„Verður jørðin oyðiløgd?“ (netgrein)

Hvat sigur Bíblian um meiningina við lívinum?

„Hvat er meiningin við lívinum?“ (netgrein)

Sjálvt um John hevði alt, føldi hann, at okkurt manglaði.

Nú havi eg funnið meiningina við lívinum (3:55)

a Í næsta parti fáa vit at vita, hvat tað var, sum endaði galið.