PARTUR 22
Hevur tú hug at fortelja øðrum tey góðu tíðindini?
So hvørt sum tú lærir meira um Bíbliuna, hugsar tú kanska, at hetta er nakað, sum øll mugu hoyra. Og tað passar! Øll hava brúk fyri at vita, hvat Bíblian lærir. Men kanska ert tú allíkavæl eitt sindur nervøsur fyri at fortelja øðrum um tað, sum tú hevur lært. Í hesum partinum koma vit inn upp á, hvat tú kanst gera fyri ikki at blíva so nervøsur, og hvat kann hjálpa tær at koma í gongd við at fortelja øðrum um tey góðu tíðindini.
1. Hvussu kanst tú fortelja vinum og kenningum um tað, tú hevur lært?
Lærisveinarnir hjá Jesusi søgdu: „Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.“ (Ápostlasøgan 4:20) Teir hildu, at tað, sum Jesus hevði lært teir, var so gott, at teir bara máttu fortelja øllum um tað. Er tað eisini soleiðis tú hevur tað? Um so er, kanst tú royna at fortelja familju og vinum um tað, sum tú hevur lært. Men minst til at vera blíður og fólkaligur. – Les Kolossebrævið 4:6.
Soleiðis kanst tú gera
-
Tá ið tú prátar við onkran í familjuni, kanst tú koma inn upp á Bíbliuna við at siga: „Eg lærdi nakað spennandi nú ein dagin.“
-
Viss onkur, tú kennir, er sjúkur ella keddur, kanst tú lesa eitt uppmuntrandi ørindi úr Bíbliuni fyri honum ella henni.
-
Viss onkur á arbeiðsplássinum spyr teg, hvat tú hevur gjørt í vikuskiftinum, kanst tú fortelja okkurt, sum tú hevur lært á bíbliuskeiðinum ella á einum møti.
-
Tú kanst vísa onkrum heimasíðuna jw.org.
-
Tú kanst bjóða onkrum við til bíbliuskeiðið hjá tær ella vísa teimum, hvussu tey kunnu fáa sítt egna á jw.org.
2. Hví er tað gott at boða saman við samkomuni?
Lærisveinarnir hjá Jesusi boðaðu ikki bara tey góðu tíðindini fyri vinum og kenningum. Jesus „sendi teir út tveir og tveir … í hvønn bý og á hvørt stað“ at boða. (Lukas 10:1) Hetta gjørdi, at nógv fleiri fingu møguleika at hoyra boðskapin. Og lærisveinarnir blivu eisini glaðir, tá ið teir boðaðu saman við øðrum. (Lukas 10:17) Hevur tú hug at boða saman við samkomuni?
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum koma vit inn upp á, hvat kann hjálpa tær at vera minni nervøsur, og at tað kann geva stóra gleði at boða tey góðu tíðindini.
3. Jehova hjálpir tær
Fleiri eru kanska eitt sindur bangin fyri, hvat onnur fara at hugsa um tey, ella hvussu fólk fara at reagera, tá ið tey byrja at tosa við onnur um Bíbliuna.
-
Ert tú eitt sindur bangin fyri at fortelja øðrum um tað, sum tú hevur lært? Hví, ella hví ikki?
Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.
-
Hvat hjálpti teimum ungu í videonum at tora at fortelja øðrum um sína trúgv?
Les Esaias 41:10, og tosa um henda spurningin:
-
Hví er tað gott at biðja, viss tú ikki torir so væl at boða?
Visti tú?
Tað eru nógv Jehova vitni, sum einaferð hava hugsað, at tey ongantíð fóru at klára at fortelja øðrum um sína trúgv. Sergej er eitt dømi um tað. Hann hevði øgiliga lágt sjálvsvirði og helt tað vera ringt at tosa við onnur. Men so fór hann at kanna Bíbliuna. Hann sigur: „Sjálvt um eg var bangin, fór eg at fortelja øðrum um tað, sum eg hevði lært. Tað yvirraskaði meg, at tað faktiskt gav mær størri sjálvsálit. Og tað at tosa við onnur um Bíbliuna gav mær eisini sterkari trúgv.“
4. Ver blíður og fólkaligur
Tá ið vit boða tey góðu tíðindini, skulu vit ikki bara hugsa um, hvat vit skulu siga, men eisini um, hvussu vit siga tað. Les 2. Timoteusarbræv 2:24 og 1. Pætursbræv 3:15, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvussu kunnu hesi ørindini hjálpa tær, tá ið tú tosar við onnur um Bíbliuna?
-
Nøkur av teimum, sum tú prátar við, eru kanska ikki samd við tær. Hvat kanst tú so gera? Og hvat skalt tú ikki gera?
-
Hví er tað betri at seta fólkaligar spurningar enn at siga, hvat onnur skulu trúgva?
5. Mann verður glaður, tá ið mann tosar við onnur um Bíbliuna
Jehova bað Jesus boða tey góðu tíðindini. Hvat helt Jesus um tað? Les Jóhannes 4:34, og tosa um hetta:
-
Vit noyðast at eta fyri at kunna liva og hava tað gott, og okkum dámar eisini væl at eta. Jesus samanbar tað at gera Guds vilja – til dømis at boða – við mat. Hví er tað ein góð samanbering?
-
Hví heldur tú, at mann verður glaður, tá ið mann tosar við onnur um Bíbliuna?
Prei
-
Á møtinum mitt í viku kanst tú royna at leggja merki til nøkur góð uppskot, sum kunnu hjálpa tær at byrja eina samtalu.
-
Tú kanst spyrja, um tú kanst sleppa at hava uppgávu á møtinum mitt í viku, tí tað kann hjálpa tær at koma í gongd við at práta við onnur um Bíbliuna.
-
Tú kanst øva teg at svara upp á ymiskt, sum fólk siga, við at brúka tað, sum stendur undir „Nøkur siga“ og „Onkur spyr kanska“ í hesi bókini.
ONKUR SPYR KANSKA: „Nú, hvat hevur tú gjørt í vikuskiftinum?“
-
Hvussu kanst tú brúka henda møguleikan til at fortelja eitt sindur um, hvat tú hevur lært um Bíbliuna?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Mann verður glaður, tá ið mann tosar við onnur um Bíbliuna, og tað er kanska lættari, enn tú heldur.
Greið frá
-
Hví er tað viktigt at fortelja øðrum um tey góðu tíðindini?
-
Hvussu kanst tú gera tað upp á ein blíðan og fólkaligan máta?
-
Hvat kanst tú gera, um tú ert nervøsur?
HYGG AT HESUM
Her eru fýra góð uppskot, sum kunnu hjálpa tær at brúka jw.org visittkortið.
Fýra eginleikar kunnu hjálpa tær, tá ið tú prátar við onnur um tína trúgv.
„Hevur tú hug at fiska menniskju?“ (Vakttornið september 2020)
Ein lítil genta í Bíbliuni var djørv og fortaldi øðrum um sína trúgv. Bæði ung og gomul kunnu læra nógv av henni.
Hvussu kann mann fortelja skyldfólki um Bíbliuna?
„Hjálp tínum nærmastu at finna sannleikan“ (Vakttornið 15. mars 2014)