PARTUR 46
Hví skal mann víga sítt lív til Jehova og blíva doyptur?
Tá ið tú vígir títt lív til Jehova, lovar tú honum í einari bøn, at tú bara vilt tæna honum. Og tú lovar eisini, at tað viktigasta í tínum lívi skal vera at gera hansara vilja. (Sálmur 40:9) Tá ið tú so seinni verður doyptur, vísir tú øðrum, at tú hevur vígt títt lív til Jehova. Hetta er tann viktigasta avgerðin, tú kanst taka, og hon fer at broyta títt lív. Hvat kann fáa teg at taka eina so stóra avgerð?
1. Hvat er tað, sum fær okkum at víga okkara lív til Jehova?
Vit víga okkara lív til Jehova, tí vit elska hann. (1. Jóhannesarbræv 4:10, 19) Bíblian sigur: „Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“ (Markus 12:30) Vit siga ikki bara, at vit elska Gud, vit vísa tað eisini. Ein maður og ein kona, sum virkuliga elska hvønn annan, vísa tað við at blíva gift og halda saman alt lívið. Og viss vit virkuliga elska Jehova, vísa vit tað við at víga okkara lív til hansara og lata okkum doypa.
2. Hvat gevur Jehova okkum, tá ið vit blíva doypt?
Tá ið tú verður doyptur, verður tú ein partur av stóru familjuni hjá Jehova. Tú fert at merkja hansara kærleika upp á nógvar mátar, og tú fert at føla teg enn tættari knýttan at honum. (Les Malakias 3:16-18.) Jehova verður sum ein pápi fyri teg, og tú fært brøður og systrar um allan heimin, sum eisini elska Jehova, og sum elska teg. (Les Markus 10:29, 30.) Tú mást sjálvandi gera nakað, áðrenn tú kanst blíva doyptur. Tú mást læra meira um Jehova, elska hann og trúgva upp á Jesus. Og so mást tú víga títt lív til Jehova. Viss tú gert tað og letur teg doypa, kanst tú fáa eitt gott lív í allar ævir. Bíblian sigur, at ’dópurin frelsir okkum’. – 1. Pætursbræv 3:21.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum koma vit inn upp á, hví tað er viktigt at víga sítt lív til Jehova og blíva doyptur.
3. Vit mugu øll velja, hvørjum vit vilja tæna
Í fortíðar Ísrael hildu summi, at tey bæði kundu tæna Jehova og falska gudinum Ba’al. Men Jehova sendi profetin Elias at siga við tey, at tað ikki var rætt. Les 1. Kongabók 18:21, og tosa um henda spurningin:
-
Hvørja avgerð máttu ísraelsmenn taka?
Akkurát sum ísraelsmenn mugu vit eisini velja, hvørjum vit vilja tæna. Les Lukas 16:13, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hví mugu vit bara tæna Jehova og ongum øðrum?
-
Hvussu kunnu vit vísa Jehova, at vit bara vilja tæna honum?
4. Hugsa um, hvussu góður Jehova er við teg
Jehova hevur givið okkum nógvar góðar gávur. Hvat kunnu vit geva honum? Hygg at VIDEONUM.
Hvussu hevur Jehova víst, at hann elskar teg? Les Sálm 104:14, 15 og 1. Jóhannesarbræv 4:9, 10, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvørjar gávur frá Jehova ert tú serliga takksamur fyri?
-
Hvat fáa tær gávurnar teg at hugsa um hann?
Tá ið vit fáa eina gávu, sum vit eru serliga glað fyri, vilja vit gjarna vísa, at vit eru takksom. Les 1. Krønikubók 29:14, og tosa um henda spurningin:
-
Hvat fært tú hug at geva Jehova, tá ið tú hugsar um alt tað, sum hann hevur gjørt fyri teg?
5. Tá ið tú vígir títt lív til Jehova, gevur hann tær nógv gott
Nógv halda, at tey verða lukkulig, viss tey verða kend, fáa eitt gott arbeiði ella eru væl fyri fíggjarliga. Men passar tað? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.
-
Hví helt Andrej uppat at spæla fótbólt, sjálvt um honum dámdi tað so væl?
-
Hann valdi at víga sítt lív til Jehova, ikki til fótbólt. Heldur tú, at hann valdi rætt? Og hví heldur tú tað?
Áðrenn Paulus bleiv kristin, hevði hann lisið jødiska lóg hjá einum kendum lærara og hevði eina góða karrieru framman fyri sær. Men hann slepti øllum hesum fyri at blíva kristin. Angraði hann tað? Les Filippibrævið 3:8, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hví segði Paulus, at tað, sum hann gjørdi, áðrenn hann bleiv kristin, var „skarn“, ella burturkast?
-
Hvat fekk hann í staðin?
-
Heldur tú, at tú fært eitt betri lív, viss tú velur at tæna Jehova? Og hví heldur tú tað?
NØKUR SIGA: „Eg veit, at hetta er sannleikin, men eg føli ikki, at eg eri klárur at blíva doyptur enn.“
-
Hví heldur tú, at tað er gott at víga sítt lív til Jehova og lata seg doypa?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Tá ið vit elska Jehova, fáa vit hug at víga okkara lív til hansara og lata okkum doypa.
Greið frá
-
Hví hevur Jehova uppiborið, at vit elska hann og tæna honum?
-
Hvat gevur Jehova sínum doyptu tænarum?
-
Hevur tú hug at víga títt lív til Jehova?
HYGG AT HESUM
Hví valdu ein sangarinda og ein ítróttamaður at víga sítt lív til Jehova?
Her eru fleiri grundir til at víga sítt lív til Jehova.
„Hví skal mann víga sítt lív til Jehova?“ (Vakttornið 15. januar 2010)
Í hesum videolagnum sært tú, hvussu glað fólk eru, sum akkurát eru blivin doypt.
Hví fór Rosalind at hugsa um, hvat hevði størstan týdning í hennara lívi? Les greinina „Í nógv ár hugsaði eg: Hví eru vit her?“