PARTUR 34
Hvussu kunnu vit vísa, at vit elska Jehova?
Elskar tú Gud meira nú, enn tá ið tú byrjaði at kanna Bíbliuna? Vilt tú gjarna kenna Gud uppaftur betur? Tá ið tú lærir hann betur at kenna og vísir, at tú elskar hann, fer hann eisini at elska teg meira og taka sær av tær. Men hvussu kanst tú vísa honum, at tú elskar hann?
1. Hvussu vísa vit, at vit elska Jehova?
Vit vísa, at vit elska Jehova, tá ið vit akta hann. (Les 1. Jóhannesarbræv 5:3.) Men hann tvingar ongan til at gera tað. Nei, hann gevur okkum øllum møguleika at velja, um vit vilja akta hann ella ikki. Hví ger hann tað? Jehova vil, at vit skulu vera ’lýðin av hjarta’. (Rómbrævið 6:17) Hann vil altso, at vit skulu akta hann, tí vit elska hann, og ikki tí vit eru noydd til tað. Høvuðspartarnir 3 og 4 í hesi bókini handla um, hvussu tú kanst vísa, at tú elskar Jehova. Tú fært at vita, hvat Jehova vil, at tú skalt gera, og hvat hann ikki vil, at tú skalt gera.
2. Hví kann tað vera ringt at vísa, at vit elska Jehova?
Tey, sum eru rættvís, fáa nógvar trupulleikar. (Sálmur 34:20) Vit hava øll okkara veikleikar at dragast við. Og tað kann eisini vera, at tað er ringt hjá okkum at fáa endarnar at røkka saman, at vit uppliva órættvísi ella hava aðrar trupulleikar. Tá ið lívið er strævið, er tað ikki lætt at gera tað, sum Jehova biður okkum um. Í summum førum kann tað enntá virka lættari at gera akkurát tað øvuta. Men um tú allíkavæl fylgir tí, sum Jehova sigur, vísir tú, at tú elskar hann meira enn nakað annað. Tú vísir eisini, at tú ert trúfastur ímóti honum. Og so fer hann eisini at vera trúfastur ímóti tær. Hann sleppur tær ongantíð. – Hebrearabrævið 13:5.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum fáa vit at vita, hví Jehova verður glaður, tá ið vit akta hann, og hvat kann hjálpa okkum at gera tað.
3. Ein ákæra, sum ávirkar teg
Í Jobs bók í Bíbliuni lesa vit, at Satan kom við eini ákæru ímóti Job og øllum øðrum, sum gjarna vilja tæna Jehova. Les Job 1:1, 6 til 2:10, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvat segði Satan var orsøkin til, at Job aktaði Jehova? – Sí Job 1:9-11.
-
Hvat segði Satan um øll menniskju og harvið eisini um teg? – Sí Job 2:4.
Les Job 23:11, 12, og tosa um henda spurningin:
-
Hvussu vísti Job, at hann elskaði Jehova?
4. Tú kanst gleða Jehova
Les Orðtøkini 27:11, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvussu ávirkar tað Jehova, tá ið tú aktar hann og tekur góðar avgerðir? Og hví?
5. Tú kanst vera trúfastur ímóti Jehova
Vit hava hug at fortelja øðrum um Jehova, tí vit elska hann. Og av tí at vit vilja vera trúføst ímóti honum, gera vit tað, sjálvt um tað ikki altíð er so lætt. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.
-
Heldur tú viðhvørt, at tað er ringt at fortelja øðrum um Jehova?
-
Hvat hjálpti manninum í videonum at vinna á sínum ótta?
Tað er lættari at vera trúfastur ímóti Jehova, tá ið vit elska tað, sum hann elskar, og hata tað, sum hann hatar. Les Sálm 97:10, og tosa um hetta:
-
Hugsa um tað, sum tú hevur lært higartil. Nevn okkurt, sum Jehova elskar. Og nevn okkurt, sum hann hatar.
-
Hvussu kanst tú læra teg at elska tað, sum er rætt, og hata tað, sum er skeivt?
6. Tað er gott fyri okkum at akta Jehova
Tað er altíð best at akta Jehova. Les Esaias 48:17, 18, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Heldur tú, at Jehova altíð veit, hvat er best fyri okkum? Og hví heldur tú tað?
-
Hvussu hevur tað, sum tú higartil hevur lært um Bíbliuna og Jehova, hjálpt tær?
NØKUR SIGA: „Gud leggur einki í, hvat eg geri.“
-
Hvat bíbliuørindi kundi tú brúkt fyri at vísa, at tað, sum vit gera, ávirkar Jehova?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Vit vísa, at vit elska Jehova, tá ið vit akta hann og eru trúføst ímóti honum, sjálvt um tað ikki altíð er so lætt.
Greið frá
-
Hvat hevur frásøgan um Job lært teg?
-
Hvussu fert tú at vísa, at tú elskar Jehova?
-
Hvat kann hjálpa tær at vera trúfastur ímóti Jehova?
HYGG AT HESUM
Hvussu kanst tú vera trúfastur ímóti Jehova og hansara samskipan?
Hvat hevur Satan ákært menniskjuni fyri?
„Job varðveitir sakloysi sítt“ (Bíblian – hvør er boðskapurin? partur 6)
Hvussu kunnu børn vísa, at tey elska Jehova?
Hvat kanst tú gera, tá onkur roynir at fáa teg at gera nakað, sum Gudi ikki dámar?