PARTUR 03
Kanst tú líta á Bíbliuna?
Sum vit hava hoyrt, eru nógv lyfti og nógv góð ráð í Bíbliuni. Tú kundi helst hugsað tær at vitað meira um tað, hon lærir, men kanska ert tú eisini eitt sindur skeptiskur. Kunnu vit líta á lyfti og ráð, sum standa í eini so gamlari bók? Ber tað virkuliga til at trúgva tí, sum Bíblian sigur um, at vit kunnu fáa eitt gott lív nú og í framtíðini? Tað gera nógv fólk. Og um tú sjálvur kannar málið, fert tú kanska eisini at trúgva tí, sum hon sigur.
1. Eru frásøgurnar í Bíbliuni eftirfarandi?
Bíblian sigur sjálv, at tað, sum stendur í henni, eru „sannleiksorð“. (Prædikarin 12:10) Hon sigur frá veruligum persónum og hendingum. (Les Lukas 1:3; 3:1, 2.) Nógvir søgufrøðingar og fornfrøðingar hava váttað, at tað, sum Bíblian sigur um fólk, støð, hendingar og dagfestingar, er rætt.
2. Er Bíblian avoldað?
Bíblian nevnir ofta nakað, sum fólk ikki kendu til, tá ið tað bleiv skrivað. Hon kemur til dømis inn upp á vísindalig evni, og nógv av tí, sum hon sigur um sovorðið, er nakað heilt annað enn tað, sum tey flestu trúðu upp á tá í tíðini. Men nútíðar vísindi vátta, at tað, sum Bíblian sigur, er rætt. Tað er álítandi og ’stendur fast í allar ævir’. – Sálmur 111:8.
3. Hví kunnu vit líta á tað, sum Bíblian sigur um framtíðina?
Í Bíbliuni eru profetiir a um nakað, sum ’ikki [er] hent enn’. (Esaias 46:10) Hon hevur sagt frá nógvum søguligum hendingum, langt áðrenn tær fóru fram. Hon hevur eisini heilt niður í smálutir sagt frá, hvussu viðurskiftini í heiminum skuldu vera í dag. Í hesum partinum fara vit at hyggja nærri at nøkrum av profetiunum í Bíbliuni. Tú verður helst ovfarin um, hvussu nágreiniligar tær eru.
LÆR MEIRA
Í hesum brotinum fáa vit at vita, hvussu nútíðar vísindi samsvara við Bíbliuna, og vit fara at kanna nakrar spennandi bíbliuprofetiir.
4. Vísindi samsvara við Bíbliuna
Fyri langari tíð síðani trúðu tey flestu, at jørðin stóð á onkrum. Hygg at VIDEONUM.
Legg merki til, hvat bleiv skrivað í Jobs bók fyri umleið 3.500 árum síðani. Les Job 26:7, og tosa um henda spurningin:
-
Hví er tað áhugavert, at tað stendur her, at jørðin hongur á ongum?
Tað var ikki fyrr enn í 1800-talinum, at mann skilti, hvussu vatnringrásin riggaði. Men hygg, hvat Bíblian segði fyri fleiri túsund árum síðani. Les Job 36:27, 28, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvussu dámar tær hesa einføldu lýsingina av vatnringrásini?
-
Geva hesi ørindini tær størri álit á Bíbliuna?
5. Bíblian hevur sagt frá týðandi hendingum, áðrenn tær fóru fram
Les Esaias 44:27 – 45:2, og tosa um henda spurningin:
-
Hvørjir smálutir um fall Bábylons stóðu í Bíbliuni, 200 ár áðrenn tað hendi?
b Teir leiddu vatnið burtur úr ánni, sum vardi býin. Teir fóru inn gjøgnum portrini, sum stóðu opin, og tóku býin uttan bardaga. Nú, meir enn 2.500 ár seinni, liggur býurin Bábylon enn avtoftaður. Hygg, hvat Bíblian hevur sagt um hetta.
Søgan váttar, at Kýrus, kongurin í Persia, og herurin hjá honum hertóku býin Bábylon í 539 f.o.t.Les Esaias 13:19, 20, og tosa um henda spurningin:
-
Hvussu gekk henda profetiin út?
6. Bíblian hevur sagt frá, hvat skuldi henda á okkara døgum
Bíblian sigur, at vit liva á „síðstu døgum“. (2. Timoteusarbræv 3:1) Hygg, hvat hon hevur sagt um hetta tíðarskeiðið.
Les Matteus 24:6, 7, og tosa um henda spurningin:
-
Hvat skuldi henda á síðstu døgum?
Les 2. Timoteusarbræv 3:1-5, og tosa um hesar spurningarnar:
-
Hvussu skuldu nógv fólk vera á síðstu døgum?
-
Hvørjar av hesum eginleikunum hevur tú lagt merki til?
NØKUR SIGA: „Bíblian er full av mytum og ævintýrum.“
-
Hvat sannførir teg um, at vit kunnu líta á Bíbliuna?
HVAT HEVUR TÚ LÆRT?
Søgan, vísindini og profetiirnar vísa, at tú kanst líta á Bíbliuna.
Greið frá
-
Eru frásøgurnar í Bíbliuni eftirfarandi?
-
Kanst tú nevna okkurt dømi um, at vísindi og Bíblian samsvara?
-
Heldur tú, at Bíblian kann fortelja okkum, hvat fer at henda í framtíðini? Hví, ella hví ikki?
HYGG AT HESUM
Er okkurt av tí, sum stendur í Bíbliuni, vísindaliga skeivt?
Hvussu vita vit, at vit liva á síðstu døgum?
„6 profetiir í Bíbliuni, sum ganga út nú“ (Vakttornið 1. mai 2011)
Hvussu gingu profetiirnar í Bíbliuni um grikska heimsveldið út?
Andreas fekk eina heilt aðra áskoðan á Bíbliuna, tá ið hann hevði kannað profetiirnar í henni.