23. PARTUR
Tey góðu tíðindini verða borin út
Paulus ferðast um land og hav fyri at boða
TÁ Paulus var umvendur, boðaði hann íðin tey góðu tíðindini um Guds ríki — og nú varð fyrrverandi mótstøðumaðurin sjálvur fyri harðari atsókn. Hesin ótroyttiligi ápostulin gjørdi fleiri víðfevndar ferðir fyri at bera tey góðu tíðindini um tað ríkið, sum skuldi fremja Guds upprunaligu ætlan við mannaættini.
Í Lystra grøddi Paulus á fyrstu boðanarferð síni ein mann, sum hevði verið avlamin, síðan hann varð føddur. Fólkini fóru at fagna Paulusi og ferðafelaga hansara, Barnabasi, sum gudar, og tað eydnaðist teimum bert við neyð og deyð at forða fólkinum í at geva teimum sláturoffur. Ávirkað av fíggindum Paulusar fóru hesi somu fólkini seinni at steina Paulus, og tá tey hildu hann vera deyðan, fóru tey frá honum. Paulus yvirlivdi álopið og fór einaferð aftur til býin at styrkja og uppbyggja lærisveinarnar.
Nakrir kristnir jødar bóru fram próvgrundir fyri, at trúgvandi ikkijødar høvdu skyldu at halda ávísar partar av Móselógini. Paulus legði spurningin fram fyri ápostlarnar og teir elstu í Jerusalem. Tá ið hesir menninir gjølla høvdu kannað Skriftirnar við leiðslu frá Guds heilaga anda, skrivaðu teir til samkomurnar og góvu teimum áminning um at halda seg frá avgudadyrkan, frá blóði og frá kjøti, sum blóðið ikki er runnið av, og frá siðloysi. Slík boð vóru ’neyðug’, men at fylgja teimum kravdi ikki, at mann helt Móselógina. — Ápostlasøgan 15:28, 29.
Á aðru boðanarferð síni vitjaði Paulus í Berøa, sum liggur í nútíðar Grikkalandi. Jødarnir har í býnum tóku ímóti orðinum við ídni og rannsakaðu dagliga Skriftirnar fyri at fáa læru Paulusar váttaða. Enn eina ferð fekk hann mótstøðu og noyddist at halda leiðina fram, hesa ferð til Athen. Fyri einum bólki av lærdum í Athen helt Paulus eina máttmikla talu, sum er eitt fyrimyndarligt dømi í at vera fólkaligur, skynsamur og væltalandi.
Eftir triðju boðanarferð sína fór Paulus til Jerusalem. Tá hann fór inn í templið, bleiv ófriður millum nakrar av jødunum, sum vildu drepa hann. Rómverskir hermenn løgdu uppí og tóku Paulus við sær til avhoyringar. Sum rómverskur borgari helt hann seinni verjurøðu fyri rómverska landshøvdinganum, Feliksi. Jødarnir høvdu eingi prógv at leggja fram fyri ákærurnar, teir høvdu reist móti Paulusi. Festus, ein annar rómverskur landshøvdingi, ætlaði at senda hann til jødarnar, men fyri at forða tí segði Paulus: „Eg skjóti mál mítt til keisaran!“ Og Festus svaraði: „Tú skalt fara til keisaran!“ — Ápostlasøgan 25:11, 12.
Paulus varð so førdur umborð á eitt skip, sum skuldi til Italia, har hann skuldi fyri rættin. Skipið gekk burtur, hann strandaði á oynni Malta, og har mátti hann verða allan veturin. Tá ið hann umsíðir var komin til Róm, búði hann í einum leigaðum húsum í tvey ár. Hóast tann ídni ápostulin nú sat í varðhaldi, helt hann fram at bera øllum, sum vitjaðu hann, boðini um Guds ríki.
— Grundað á Ápostlasøguna 11:22–28:31.