Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

1. PARTUR

Skaparin gevur menniskjanum eitt paradís

Skaparin gevur menniskjanum eitt paradís

Gud skapar fysiska alheimin og lívið á jørðini; hann skapar ein fullkomnan mann og eina fullkomna kvinnu, gevur teimum ein vakran urtagarð og áleggur teimum at vera honum lýðin

ORÐINI: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð,“ er kendasti inngangurin, ið nakrantíð er skrivaður. (1 Mósebók 1:1) Við hesum einfalda og tignarliga setninginum verða vit kunnað um týdningarmiklasta persónin í Heilagu skriftini — Jehova Gud hin alvalda. Fyrsta ørindið í Bíbliuni sigur okkum, at tað er Gud, sum hevur skapt víðfevnda fysiska alheimin, og altso eisini gongustjørnuna, vit búgva á. Tey næstu ørindini greiða frá, at Gud í eini røð av longum tíðarskeiðum, ímyndarliga nevnd dagar, fór í holt við at gera jørðina til reiðar til bústað hjá okkum og skapa øll undrini í náttúruni.

Tað mest stórsligna, Gud skapti á jørðini, var menniskjað. Her var ein skapningur, skaptur í Guds mynd — sum var førur fyri at endurspegla eginleikarnar hjá Jehova, til dømis hansara kærleika og vísdóm. Gud skapti menniskjað úr moldini í jørðini. Hann gav honum navnið Ádam og setti hann í eitt paradís — í urtagarðin Eden. Gud plantaði sjálvur henda urtagarðin við vøkrum, fruktagóðum trøum.

Gud sá, at menniskjað hevði tørv á einum maka. Av einum rivi frá Ádami skapti Gud tí eina kvinnu, sum seinni fekk navnið Eva, og leiddi hana til mannin at vera kona hansara. Ádam varð glaður og segði skaldsliga: „Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi!“ Gud greiddi frá: „Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.“ — 1 Mósebók 2:22-24; 3:20.

Gud gav Ádami og Evu tvey boð. Tað fyrsta boðið var, at tey skuldu dyrka jørðina og røkja hana, og við tíðini skuldu tey fylla hana við sínum avkomi. Seinna boðið var, at tey ikki máttu eta av einum ávísum træi í hesum risastóra urtagarðinum, nevniliga „trænum til kunnskap um gott og ilt“. (1 Mósebók 2:17) Vóru tey ólýðin, fóru tey at doyggja. Við hesum boðum gav Gud manninum og kvinnuni høvi at vísa, at tey viðurkendu hann sum stjórnara. Við sínum lýdni kundu tey eisini vísa, at tey elskaðu Gud og vóru honum takksom. Tey høvdu alla orsøk til at viðurkenna Guds góðu stjórn. Hesi fullkomnu menniskjuni høvdu eingi lýti. Bíblian sigur: „Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt — og tað var sera gott.“ — 1 Mósebók 1:31.

— Grundað á Fyrstu Mósebók, kapittul 1 og 2.