13. PARTUR
Góðir kongar og óndir kongar
Ísrael verður býtt sundur. Við tíðini ráða nógvir kongar yvir ísraelsmonnum, og teir flestu av teimum eru trúleysir. Bábelsmenn leggja Jerusalem í oyði
JÚST sum Jehova hevði fyriboðað, bleiv Ísraels ríki býtt sundur, eftir at Sálomo var fallin frá sonnu tilbiðjanini. Sonur og eftirmaður hansara, Rehabeam, var strangur, og tí gjørdu tíggju av ættum Ísraels uppreistur og stovnaðu norðurríkið Ísrael. Tvær ættir vórðu verandi trúfastar móti konginum á Dávids trúnu í Jerusalem, tá tær stovnaðu suðurríkið Juda.
Bæði ríkini høvdu eina ófriðarliga søgu í stóran mun orsakað av trúleysum og ólýdnum kongum. Tað gekk verri hjá Ísrael enn hjá Juda, tí har framdu kongarnir heilt úr byrjanini falska tilbiðjan. Hóast tær veldigu gerðirnar hjá profetunum Eliasi og Elisa — báðir reistu enntá upp deyð — fullu ísraelsmenn ferð eftir ferð aftur til óndu gerðir sínar. At enda læt Gud Assýria leggja norðurríkið í oyði.
Juda var til í meira enn hundrað ár longur enn Ísrael, men bleiv eisini straffað av Gudi. Bert fáir kongar í Juda lurtaðu eftir ávaringunum frá Guds profetum og royndu at leiða tjóðina aftur til Jehova. Til dømis fór Josias kongur í holt við at reinsa Juda fyri falska tilbiðjan og umvæla Jehova tempul. Tá eitt upprunaeintak av lógini, sum Gud hevði givið við Mósesi, varð funnið, ávirkaði tað Josias nógv, og hann styrkti átakið við at fáa alt aftur á beint.
Tíverri fylgdu eftirmenn Josiasar ikki hansara góða fyridømi. Tí loyvdi Jehova tjóðini Bábel at hertaka Juda og oyðileggja Jerusalem og templið. Tey, sum yvirlivdu vórðu leidd til Bábel í útlegd. Gud boðaði frá, at útlegdin skuldi vara í 70 ár. Juda lá oyðið alla hesa tíðina — inntil fólkið, sum lovað, kundi fara heim aftur til land sítt.
Men eingir kongar í Dávids ætt skuldu ráða, fyrr enn tann lovaði frelsarin, tann fyriboðaði Messias, setti seg á trúnuna. Teir flestu av kongunum, sum høvdu sitið á Dávids trúnu í Jerusalem, prógvaðu, at ófullkomin menniskju ikki eru egnað at ráða yvir øðrum. Bara Messias er veruliga egnaður til tað. Soleiðis segði Jehova við tann síðsta kongin í Dávids ætt: „Niður við krúnuni . . . Tað [kongadømið] skal ikki meira vera til, til hann kemur, sum hevur rættin til tess, og sum eg gevi tað.“ — Ezekiel 21:26, 27, Løggilda føroyska umsetingin.
— Grundað á Fyrru Kongabók; Seinnu Kongabók; Seinnu Krønikubók, kapittul 10 til 36; Jeremias 25:8-11.