KAPITTUL TÓLV
Ein liviháttur, sum dámar Gudi
-
Hvussu verður tú Guds vinur?
-
Hvussu verður tú ávirkaður av uppreistrinum hjá Satan?
-
Hvønn atburð dámar Gudi ikki?
-
Hvussu kanst tú liva soleiðis, sum Gudi dámar?
1, 2. Nevn nøkur menniskju, ið Jehova metti sum sínar næru vinir.
HVØRJI vilt tú fegin hava til vinir? Allarhelst fólk við somu sjónarmiðum, áhugamálum og virðismetingum sum tú. Tú kennir teg helst drignan at menniskjum við góðum eginleikum, eitt nú falsloysi og blíðskapi.
2 Upp gjøgnum søguna hevur Gud valt sær menniskju til góðar vinir. Til dømis kallaði hann Ábraham sín vin. (Esaias 41:8; Jákup 2:23) Hann var eisini avbæra góður við Dávid kong og nevndi hann ’ein mann eftir Sínum hjarta’. (Ápostlasøgan 13:22) Og Dániel profetur var í Guds eygum „stórliga elskaður“. — Dániel 9:23.
3. Hví velur Jehova sær ávís menniskju til vinir?
3 Hví metti Jehova Ábraham, Dávid og Dániel sum sínar góðu vinir? Við Ábraham segði hann:„Tú lurtaði eftir Mær!“ (1 Mósebók 22:18) Jehova kemur altso teimum nær, ið eyðmjúk lurta eftir honum og gera, sum hann biður tey. Við ísraelsmenn segði hann: „Hoyrið rødd Mína! So skal Eg vera Gud tykkara, og tit skulu vera fólk Mítt.“ (Jeremias 7:23) Gert tú, sum Jehova sigur, kanst tú eisini blíva hansara vinur!
JEHOVA STYRKIR VINIR SÍNAR
4, 5. Hvussu vísir Jehova seg sterkan við fólki sínum?
4 Hugsa tær fyrimunirnar við at vera Guds vinur. Bíblian sigur, at Jehova leitar eftir møguleikum at vísa, ’at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum.’ (2 Krønikubók 16:9) Hvussu vísir Jehova, at hann er sterkur í at hjálpa tær? Ein máti er nevndur í Sálmi 32:8: „Eg [Jehova] skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
5 Hetta er eitt gott dømi um umsorgan frá Jehova! Hann gevur tær ta vegleiðing, sum tær tørvar, og ansar eftir tær, meðan tú fylgir henni. Gud vil fegin hjálpa tær ígjøgnum trongdir og royndir, sum møta tær. (Sálmur 55:23) Tænir tú Jehova heilhjartaður, kanst tú hava sama álit sum sálmaskaldið, ið skrivaði: „Eg havi altíð [Jehova] fyri eyga; Hann er við høgru lið Mína, Eg vikist ikki!“ (Sálmur 16:8; 63:9) Ja, Jehova kann hjálpa tær at liva soleiðis, sum honum dámar. Men sum tú veitst, hevur Jehova ein fígginda, ið roynir at forða tær.
SATAN BJÓÐAR AV
6. Hvussu ljóðaði Satans ákæra ímóti menniskjunum?
6 Í kapittul 11 varð greitt frá, hvussu Satan setti spurning við Guds fullveldi. Hann legði Jehova undir at lúgva og segði óbeinleiðis, at tað var órættvíst av Gudi, at hann ikki læt Ádam og Evu sjálvi ráða fyri, hvat ið var rætt, og hvat ið var órætt. Tá Ádam og Eva høvdu syndað, og jørðin so við og við fyltist við teirra eftirkomarum, reisti Satan eisini eitt annað stríðsmál. Hann reisti iva um, hvørjar grundir menniskjuni høvdu fyri at tæna Gudi. „Tey gera tað ikki, tí tey elska hann“, vildi Satan vera við. „Sleppi eg framat, kann eg fáa øll at venda Gudi bakið.“ Frásøgan um ein mann, sum æt Job, vísir, at hetta var tað, Satan trúði. Hvør var Job, og hvussu varð hann ávirkaður av avbjóðingini frá Satan?
7, 8. (a) Á hvønn hátt var Job øðrvísi enn fólkini, ið livdu um somu tíð sum hann? (b) Hvussu reisti Satan iva um motivið hjá Job?
7 Job livdi fyri umleið 3600 árum síðani. Hann var ein góður maður, tí Jehova segði: „Eingin er á jørðini sum hann — so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er.“ (Job 1:8) Gudi dámdi Job.
8 Satan ivaðist í, hvørjar grundir Job hevði fyri at tæna Gudi. Hann segði við Jehova: „Tú hevur jú laðað garð um hann og hús hansara og alt, ið hann eigur, heilt rundanum! Handaverk hansara hevur Tú signað, og fylgi hansara breiða seg um landið. Men rætt bert út hondina og nem við alt, ið hann eigur — vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“ — Job 1:10, 11.
9. Hvussu svaraði Jehova ákæruni frá Satan, og hví?
9 Satan helt altso uppá, at Job bara tænti Gudi, tí hann fekk nakað afturfyri. Hann stóð eisini fast uppá, at Job fór at venda Gudi bakið, um hann varð royndur. Hvussu svaraði Jehova ákæruni, sum Satan kom við? Málið snúði seg um motivið hjá Job, og tí læt Jehova Satan sleppa at royna Job. So fekst at vita, um Job hevði — ella ikki hevði — kærleika til Gud.
JOB VERÐUR ROYNDUR
10. Hvørjum royndum var Job fyri, og hvussu ávirkaðu tær hann?
10 Stutt eftir fór Satan at royna Job á ymiskan hátt. Job stóð nærum ognarleysur, tá kríatúrini vórðu antin dripin ella stolin frá honum. Næstan allir tænarar hansara vórðu dripnir. Og so var hann fyri tí vanlukku at missa øll tíggju børn síni í einum stormi. Hóast hesar ræðuligu tilburðir „syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði“. — Job 1:22.
11. (a) Hvørja aðra ákæru reisti Satan ímóti Job, og hvussu svaraði Jehova? (b) Hvørja ávirkan hevði pínufulla sjúkan á Job?
11 Satan gavst ikki so. Sjálvt um Job helt út eftir at hava mist ognir, tænarar og børn, so fór hann ið hvussu er at venda Gudi bakið, um hann gjørdist sjúkur, vildi Satan vera við. Jehova loyvdi Satan at sláa Job við eini vamlisligari, pínufullari sjúku. Men heldur ikki hetta fekk hann at missa álitið á Gud. Í staðin fyri segði Job: „Inntil eg doyggi, lati eg ikki tað taka frá mær, at eg eri sakleysur.“ — Job 27:5.
12. Hvat vísti atburðurin hjá Job um ákæruna, sum Satan kom við?
12 Job visti ikki, at Satan var orsøkin til trupulleikarnar. Hann visti ikki út í æsir, hvat avbjóðingin frá Satan viðvíkjandi fullveldi Jehova snúði seg um, og bar tí ótta fyri, at Gud var atvoldin til hansara trupulleikar. (Job 6:4; 16:11-14) Og kortini varð Job við sama lag sakleysur ella reinlyntur fyri Jehova. Soleiðis varð pástandurin frá Satan um, at Job bara tænti Gudi av sjálvgóðsku, mótprógvaður.
13. Hvat var úrslitið av, at Job var trúfastur móti Gudi?
13 Trúskapur Jobs gav Jehova eitt máttmikið svar til ta æruskemmandi ákæruna frá Satan. Job var vinur Jehova, og hann fekk trúskap sín afturløntan frá Gudi. — Job 42:12-17.
HVUSSU ÁVIRKAR TAÐ TEG?
14, 15. Hví kunnu vit siga, at ákæra Satans ímóti Job í veruleikanum geldur øll menniskju?
14 Spurningurin, sum Satan hevði reist viðvíkjandi menniskjans reinlyndi fyri Gudi, galt ikki bara Job. Hann geldur eisini teg. Tað kemur greitt fram í Guds orði: „Ver vísur, sonur mín, og lat hjarta mítt gleðast, so eg fái svarað honum, ið háðar meg!“ (Orðtøkini 27:11, Ny Verden-Oversættelsen) Hesi orðini, sum vórðu skrivað fleiri hundrað ár eftir, at Job var deyður, vísa, at Satan framhaldandi háðar Gud og ákærir hansara tænarar. Liva vit eitt lív, sum Gudi dámar, kunnu vit í veruleikanum vera við til at svara teimum følsku ákærunum, sum Satan kemur við, og á tann hátt ’gleða Guds hjarta’. Hugsa tær! Tú kanst vera við til at mótprógva følsku pástandunum frá Satan. Er tað ikki frálíkt, at menniskju sum vit kunnu vera við, sjálvt um tað krevur onkrar broytingar í okkara lívi?
15 Legg til merkis, at Satan segði: „Alt, ið maður eigur, letur hann fyri lív sítt!“ (Job 2:4) Tá Satan segði „maður“, gjørdi hann greitt, at ákæran ikki bara galt Job, men øll menniskju. Hetta er vert at leggja til merkis. Satan hevur altso eisini sett spurnartekn við títt reinlyndi fyri Gudi. Hann sær fegin, at tú ert Gudi ólýðin og heldur uppat at gera tað rætta, tá trupulleikar stinga seg upp. Hvussu kundi Satan til dømis roynt at fingið tað í lag?
16. (a) Hvørjar mátar brúkar Satan, tá hann roynir at fáa fólk at venda Gudi bakið? (b) Hvussu kundi hann borið seg at í tínum føri?
16 Sum vit høvdu frammi í kapittul 10, brúkar Satan ymiskar mátar, tá hann roynir at fáa fólk at venda Gudi bakið. Viðhvørt loypir hann á „sum ein brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt“. (1 Pætur 5:8) Tað kemur kanska til sjóndar, tá hann við mótstøðu frá vinum, skyldfólki og øðrum roynir at fáa teg at halda uppat at kanna Bíbliuna og liva eftir tí, sum tú lærir. a (Jóhannes 15:19, 20) Men aðrar tíðir ’skapir Satan sjálvur seg um til eingil ljóssins’. (2 Korintbræv 11:14) Djevulin roynir kanska við svikabrøgdum at villleiða teg og lokka teg burtur frá einum livihátti, sum dámar Gudi. Hann roynir kanska eisini at gera teg mótleysan við til dømis at geva tær kensluna av, at tú ikki ert mentur at gera tað, sum skal til fyri at gleða Gud. (Orðtøkini 24:10) Antin Satan ber seg at sum „ein brølandi leyva“ ella sum ein „eingil ljóssins“, er hansara ákæra tann sama. Hann stendur fast uppá, at tú heldur uppat at tæna Gudi, tá tú verður royndur ella freistaður. Hvussu kanst tú svara ákæruni og prógva reinlyndi títt fyri Gudi, soleiðis sum Job gjørdi?
GER EFTIR JEHOVA BOÐUM
17. Hvør er høvuðsorsøkin til at gera eftir Guds boðum?
17 Tú kanst vísa pástandinum frá Satan aftur við at liva soleiðis, sum Gudi dámar. Hvat ber tað í sær? Bíblian svarar: „Tú skalt elska [Jehova] Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.“ (5 Mósebók 6:5) So við og við sum kærleikin til Jehova veksur, fyllist tú við einum sterkum ynski um at gera tað, sum hann krevur av tær. Jóhannes ápostul skrivaði: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara.“ Og tá tú elskar Jehova av øllum hjarta tínum, verður tú varur við, at ’boð Hansara eru ikki tung’. — 1 Jóhannes 5:3.
18, 19. (a) Nevn nøkur av Guds boðum. (Sí rammuna „ Skýggja tað, sum Jehova hatar“.) (b) Hvussu vita vit, at Jehova ikki krevur ov mikið av okkum?
18 Hvørji eru boðini frá Jehova? Nøkur snúgva seg um ymiskan atburð, sum vit skulu skýggja. Hygg til dømis at rammuni við heitinum: „ Skýggja tað, sum Jehova hatar.“ Har er ein listi við ymiskum, sum Bíblian greitt fordømir. Í fyrstu atløgu undrast tú kanska á okkurt, sum stendur nevnt, tí tú heldur tað ikki vera skeivt. Men hugsar tú so nærri um skriftstøðini, sum víst verður á, sært tú uttan iva vísdómin í Jehova boðum. Tað, at tú mást broyta atburð, kann vísa seg at vera størsta avbjóðingin, ið nakrantíð hevur møtt tær. Men at liva eitt lív, sum Gudi dámar, gevur gleði og stórt nøgdsemi. (Esaias 48:17, 18) Og tað ber til at liva soleiðis. Hvussu vita vit tað?
19 Jehova krevur ongantíð meira av okkum, enn vit eru før fyri. (5 Mósebók 30:11-14) Hann kennir okkara sterku og veiku síður betur enn vit sjálvi. (Sálmur 103:14) Aftrat tí kann Jehova geva okkum styrki at gera eftir hansara boðum. Paulus ápostul skrivaði: „Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.“ (1 Korintbræv 10:13) Gud kann enntá geva okkum „ómetaliga kraft“. (2 Korintbræv 4:7) Eftir at hava tolt nógvar trongdir segði Paulus: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“ — Filippibrævið 4:13.
AL FRAM EGINLEIKAR, SUM GUDI DÁMAR
20. Hvørjar eginleikar eigur tú at ala fram, um tú vilt vera Gudi til vildar, og hví eru hesir eginleikarnir týdningarmiklir?
20 Tá vit fegin vilja vera Jehova til vildar, mugu vit skýggja tað, sum hann hatar. Men tað er ikki alt. Vit mugu eisini elska tað, sum Jehova elskar. (Rómbrævið 12:9) Kennir tú teg ikki drignan at menniskjum, ið hava somu sjónarmið, áhugamál og virðismetingar sum tú? Soleiðis hevur Jehova tað eisini. Tí mugu vit læra at vera góð við alt tað, sum Gudi dámar. Okkurt av tí stendur lýst í Sálmi 15:1-5, sum snýr seg um tey, Jehova metir sum sínar vinir. Vinir Jehova hava teir eginleikarnar, sum Bíblian undir einum nevnir „ávøkstur andans“. Hetta eru eginleikar sum ’kærleiki, gleði, friður, langmóð, blíðskapur, góðvild, trúgv, mildleiki og sjálvstamarhald’. — Galatiabrævið 5:22, 23, Ny Verden-Oversættelsen.
21. Hvat kann hjálpa tær at menna eginleikar, sum Gudi dámar?
21 Lesur og granskar tú Bíbliuna regluliga, kanst tú menna eginleikar, sum Gudi dámar. At læra, hvat Gud krevur av tær, kann hjálpa tær at laga tín hugsunarhátt, so hann verður í samljóð við Guds hugsanir. (Esaias 30:20, 21) Jú størri kærleika tú fært til Jehova, tess størri hug fært tú eisini at liva soleiðis, sum honum dámar.
22. Hvat kanst tú fáa burtur úr at liva lív títt, soleiðis sum Gudi dámar?
22 Tað krevur nakað at fylgja Guds boðum og soleiðis liva eitt lív, sum honum dámar. Bíblian samanber tað at broyta livihátt við at skifta klæði; vit mugu fara úr tí gomlu persónmenskuni og lata okkum í eina nýggja. (Kolossebrævið 3:9, 10) Men viðvíkjandi Jehova boðum skrivaði sálmaskaldið: „Tann, ið heldur tey, hevur stóra løn.“ (Sálmur 19:12) Eisini tú fært at síggja, at tað meir enn so loysir seg at liva sítt lív soleiðis, sum Gudi dámar. Gert tú tað, hevur tú lut í at vísa pástandinum frá Satan aftur, og tað gleðir Jehova hjarta!
a Tað merkir ikki, at tey, sum eru ímóti tær, persónliga verða stýrd av Satan. Men Satan er gudurin í hesum heimi, og allur heimurin liggur í hansara valdi. (2 Korintbræv 4:4; 1 Jóhannes 5:19) Tí kunnu vit vænta at verða illa dámd og fáa mótstøðu, tá vit gera Guds vilja.