Hvønn veg fert tú sjálvur?
Hvønn veg fert tú sjálvur?
• Nógv eru so upptikin av dagliga strev- inum, at tey ongantíð steðga á og spyrja, hvønn veg alt strevið ber tey.
• Bíblian vísir, at vit hava nógv gott í væntu. Hon ávarar eisini um kollveltandi broytingar í allari heimsskipanini. Fyri at fáa gagn av hesum upplýsingunum og sleppa undan vanlukku, ræður um, at vit bera okkum rætt at.
• Summi vita gott, hvat Bíblian sigur; tey royna í ein ávísan mun at fylgja henni, men verða kortini yvirtikin av stúran fyri tí dagliga lívinum.
• Hvussu við tær? Ert tú nøgdur við kósina, sum títt lív hevur tikið? Tá tú leggur ætlanir, hevur tú so eisini tíni langtíðarmál í huga?
[Ramma/myndir á síðu 9]
Hvat hevur størstan týdning fyri teg?
Hvat heldur tú vera mest umráðandi? Raðfest við tølunum 1 til 10.
Nógv av hesum hoyrir av røttum lívinum til, men um tú skalt raðfesta, hvat kemur so fyrst, næst og so framvegis?
․․․ Frítíð og undirhald
․․․ Starv og karriera
․․․ Mín egna heilsa
․․․ Mín egna lukka
․․․ Mín hjúnafelagi
․․․ Míni foreldur
․․․ Míni børn
․․․ Mín bústaður, míni klæði
․․․ At vera bestur í øllum eg geri
․․․ Mín gudsdýrkan
[Ramma á síðu 10, 11]
Velur tú tað, sum leiðir teg tann vegin, tú veruliga ynskir at ganga?
HUGSA UM SPURNINGARNAR NIÐANFYRI
FRÍTÍÐ OG UNDIRHALD: Velji eg tað, sum gleðir og stimbrar? Leiti eg eftir spenningi, sum kann vera heilsuskaðiligur ella seta lívið og førleikan í váða? Er tað ein „stuttleiki“, sum varir nakrar fáar tímar, men kann volda sorgir restina av lívinum? Sjálvt um undirhaldið í sjálvum sær er meinaleyst, tekur tað tá so nógva tíð, at annað, ið hevur størri týdning, verður skúgvað til viks?
STARV OG KARRIERA: Arbeiði eg fyri at liva, ella livi eg fyri at arbeiða? Setir starvið so stór krøv, at heilsan kemur í vanda? Vil eg heldur arbeiða yvir enn vera saman við hjúnafelaga og børnum? Um arbeiðsgevarin krevur nakað, ið órógvar samvitskuna ella ofta krevur tíð, sum eg annars brúki til andaligt virksemi, geri eg tað so fyri ikki at missa arbeiðið?
MÍN EGNA HEILSA: Eri eg gáloysin, ella ansi eg væl eftir heilsuni? Tosi eg altíð um hana? Fari eg soleiðis við heilsuni, at tað sæst, at eg eisini hugsi um familjuna?
MÍN EGNA LUKKA: Er hon altíð fremst í mínum huga? Hevur tað størri týdning fyri meg, at eg eri lukkuligur, enn at familjan er tað? Leiti eg mær lukku á ein hátt, sum er sambæriligur við tilbiðjanina av hinum sanna Gudi?
MÍN HJÚNAFELAGI: Meti eg bara hjúnafelagan sum ein vin, tá tað hóvar mær? Havi eg hjúnafelaga mín høgt í metum, sum ein ið eigur at verða virdur? Ávirkar gudstrúgvin mína áskoðan á hjúnafelagan?
MÍNI FORELDUR: Eri eg undir lógaldri, akti eg so míni foreldur — svari eg teimum við virðing, geri eg, sum eg verði biðin, komi eg heim til avtalaðu tíðina og haldi meg frá felagsskapi og virksemi, sum tey ávara ímóti? Og um eg eri vaksin, lurti eg so framvegis við virðing eftir foreldrunum og hjálpi teimum eftir tørvi? Er sambandið við tey sum best ber til hjá mær, ella er tað stýrt av leiðbeiningini í Guds orði?
MÍNI BØRN: Kenni eg tað sum mína skyldu at læra tey moralsk virði, ella vænti eg, at skúlin ger tað? Brúki eg tíð saman við børnunum, ella lati eg leikutoy, sjónvarp ella teldu undirhalda tey? Rættleiði eg altíð børnini hjá mær, tá tey ikki akta Guds boð, ella geri eg tað bara, tá eg verði argur?
MÍN BÚSTAÐUR, MÍNI KLÆÐI: Hvat avger, hvussu nógv eg hugsi um ognir og útsjónd — er tað ynskið um at verða sæddur? vælferðin hjá familjuni? ella tað, at eg tilbiði Gud?
AT VERA BESTUR Í ØLLUM EG GERI: Er tað umráðandi hjá mær at gera alt til lítar? Royni eg enntá at vera bestur? Nervar tað meg, um onnur duga betur?
MÍN GUDSDÝRKAN: Vil eg heldur hava, at Gud góðkennir meg, enn at hjúnafelagin, foreldrini, børnini ella arbeiðsgevarin gera tað? Lati eg tænastuna fyri Gud koma í aðru røð fyri at uppihalda ein góðan livifót?
LEGG TIL MERKIS, HVØRJI RÁÐ BÍBLIAN GEVUR
Hvat pláss hevur Gud í tínum lívi?
Prædikarin 12:13: „Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.“
SPYR TEG SJÁLVAN: Kemur henda áskoðanin til sjóndar í mínum lívi? Er lýdni móti Guds boðum avgerandi fyri, hvussu eg røki mítt arbeiði, mítt heim ella míni skúlating? Ella er støðan heldur tann, at alt annað, saman við gerandistrýstinum, avger, hvussu nógva tíð eg havi eftir til Gud?
Hvussu er títt samband við Gud?
Orðtøkini 3:5, 6: „Lít á [Jehova] av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“
Matteus 4:10: „[Jehova] Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“
SPYR TEG SJÁLVAN: Er tað soleiðis, mítt samband við Gud er? Vísir mítt lív, bæði í tí dagliga og tá eg eri í kreppu, at eg líti á Gud og havi hann í huga á øllum leiðum mínum?
Hvussu nógv leggur tú í at lesa og granska Bíbliuna?
Jóhannes 17:3: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“
SPYR TEG SJÁLVAN: Leggi eg so nógv í at lesa og grunda um Guds orð, at tað sæst, at eg veruliga trúgvi tí, sum stendur í skriftstaðnum omanfyri?
Hvussu stóran týdning hevur tað fyri teg at koma til møtini í tí kristnu samkomuni?
Hebrearabrævið 10:24, 25: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan . . . og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast.“
Sálmur 122:1: „Eg varð glaður, táið sagt varð við meg: ’Vit skulu fara í hús [Jehova]!’”
SPYR TEG SJÁLVAN: Vísa mínir vanar, at eg virði hesi boðini úr Guds orði? Havi eg seinasta mánaðin lopið møti um, tí eg læt okkurt annað forða mær?
Tosar tú íðin við onnur um Gud og hansara ætlan?
Matteus 24:14: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki . . . til vitnisburð; og tá skal endin koma.“
Matteus 28:19, 20: „Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar . . . lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!“
Sálmur 96:2, 3: „Syngið fyri [Jehova] og lovið navni Hansara, kunngerið dag eftir dag frelsu Hansara! Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara!“
SPYR TEG SJÁLVAN: Hevur hetta arbeiðið tað plássið í mínum lívi, sum tað hevur uppiborið? Vísir mín partur í boðanini, at eg skilji, hvussu álvarsom tíðin, sum vit liva í, er?