„Verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært“
„Verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært“
Hetta skrivaði ápostulin Paulus til hin unga Timoteus. (2 Timoteus 3:14) Tá tú hevur lisið hesa bókina, kennir tú nógv av teimum góðu lyftunum Gud hevur givið teimum ið ynskja at tæna honum. Men tú mást halda áfram at gera andalig framstig. Jehova vitni vilja fegin hjálpa tær við tí. Um tú ikki longu fært slíka hjálp, kanst tú skriva til skrivstovuna hjá teimum í landinum har tú býrt, og biðja um vitjan av einum Jehova vitni ið ókeypis kann lesa Bíbliuna við tær.