Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Takið hvør ímóti øðrum’!

’Takið hvør ímóti øðrum’!

155

’Takið hvør ímóti øðrum’!

(Rómbrævið 15:7)

1. Tak væl ímóti bróður tínum; Jesus vísti veg,

gekk villiga í deyðan fyri bæði hann og teg.

Er nakar veikur, má hin sterki hjálpa til sum best,

so vónin styrkist, og vit hóast royndir standa reyst.

Jehova læt í Skriftini profetar geva ráð,

les dúgliga, ver áhaldin, ja, drekk úr lívsins á!

Hav ikki fremst í huga tað, sum einans gagnar tær.

Síggj til, at tú um næstans ynski altíð gevur far.

2. Skjótt skal Guds ríki ráða her og skipa sannan frið,

eitt spaklynt fólk, ið ikki lærir hernað, sleppur við;

tí gongur kall til hvørja tjóð, hvørt fólkaslag og mál,

til menniskju, ið fegin virða Gud av fullu sál.

Gud vil, vit skulu taka væl ímóti øllum teim.

Hjá tí, ið elskar Gud, er kristna samkoman eitt heim.

Jehova Gud ger ongan mun, men bjóðar øllum frítt.

Tú fylgir honum eftir, um tú opnar hjartað vítt.

3. Vit ganga hús úr húsi, hitta fólk av øllum slag.

Jehova sendir vitni út; vit gera, sum hann bað.

Tí heita vit á allar heimsins tjóðir víða hvar:

’Við fólki Harrans gleðist, prísið Gudi fjart og nær!’

Um tú vilt gera tænastu, er vert at minnast til,

at tíðin styttist, ónda verðin stendur bert eitt bil.

Skjótt ballast henda skipan saman sum eitt dálkað plagg,

tey standast bert, ið elska næstan, gloyma gamalt agg.