Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Sæl eru hini miskunnsomu“!

„Sæl eru hini miskunnsomu“!

62

„Sæl eru hini miskunnsomu“!

(Matteus 5:7)

1. Tey miskunnsomu eru sæl, tí Gudi líkar fólkið væl,

ið fatar, at eitt mynstur var tann stóra gávan, Gud frá sær

á Golgata læt øllum frítt, tá lív varð deyðadømdum býtt.

Av kærleika Gud loysti gørn, ið bundu Ádams neyðarbørn.

2. Tann miskunnsami signing fær, tí ævigt lív hann framman sær.

Gud Jesu ofri tók ímót, sum syndarum gav fulla bót.

Um miskunn Guds og sáttargerð vit boða út í víðu verð,

so ein og hvør kann fáa lut í Ríkinum og dýrka Gud.

3. Tann miskunnsami óttast ei at koma fyri dómin, nei,

tí lívið er ein gáva góð til tey, sum lýða Harrans lóg.

Gud hjálpi okkum øllum við at nýta henda góða sið:

í miskunnsemi geva ans og bera boð um gávu hans.

(NIÐURLAG EFTIR 3. VERSI)

Tey miskunnsomu eru sæl,

og Harranum tey líkar væl.