Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Navn Faðirs okkara

Navn Faðirs okkara

52

Navn Faðirs okkara

(Matteus 6:9)

1. Stóri Faðir, Gud Jehova, halga tú títt dýra navn,

verði her á jørð tín vilji øllum skapningum til gagn.

Brátt er tíðin, tá tú fremur rættarbót og sýnir makt

tá fer verðin øll at sanna, alt var beint, sum frá varð sagt.

(Niðurlag)

2. Vit tí fegin vísa fólki, at við navni tínum var

vilji tín at geva vissu, ugga tey, ið ynskja svar.

Ganga vit sum tíni vitni, øll við tínum navni skírd,

gev so, Faðir, okkum megi, at av tær vit verða stýrd.

(Niðurlag)

3. Gud Jehova, alt tú eigur, tú sum hevur skapað alt,

tí er hægst av øllum nøvnum, heitið tað tú hevur valt.

Vit sum vitni tíni peika á, hvat hetta í sær ber;

tú við navni tínum váttar: Alt tú ætlar, altíð sker!

(NIÐURLAG)

Tú, ið valdar øllum, Harri, tú sum skapar alt tú vil,

alt er ætlað, alt er frálíkt, vísir fróðskap tín og skil.

Sjálvan sonin sendi tú at keypa leysan tann, ið trýr.

Lat við Ríkinum hann sigra; rættferð tá á foldum býr.