Nú er tíðin komin!
129
Nú er tíðin komin!
1. Nú er tíðin komin, tá
boð skal berast Gudi frá.
Sjálvt um mótstøðan er hørð,
verður orðið kunngjørt út um jørð.
Skjótt er Bábel mikla løgd í grús,
vek tí fólk, ið doyvast, fáa rús
av tí løg, hon skeinkir teim í krúss.
Bið tey tæna nú við Harrans hús!
Íðin tænið øll við Harrans hús!
2. Nú er komin royndarstund.
Ungur, gamal, kom á fund!
Hvør hjá øðrum stuðul blív,
roynið øll at vinna ævigt lív.
Tey, sum hava rætta hjartalag,
søkja Gud av sonnum dag um dag,
finna hjá Jehova friðarstað,
stríða tætt hjá honum rað á rað.
Tætt hjá Gudi stríðist rað á rað!
3. Skjótt vil lívið blíva lætt,
Gud skal sjálvur skipa rætt.
Myrkurs lið má flýggja tá,
lýs tú meðan inn í myrku vrá.
Skjótt tey verða loyst, sum vóru deyð.
Kristus verður øllum lívsins breyð.
Tá er eingin skaði, eingin neyð,
alt er skipað, rætt sum Harrin beyð.
Meðan tíð er, boða sum Gud beyð!