Tekinið fyri síðstu døgunum
Kapittul 111
Tekinið fyri síðstu døgunum
NÚ ER seinnapartur týsdagin. Meðan Jesus situr fyri seg sjálvan á Oljufjallinum og hyggur oman á templið, koma Pætur, Andrias, Jákup og Jóhannes til hansara. Teir bera ótta fyri templinum, tí Jesus hevur akkurát sagt at steinur ikki skal verða eftir á steini í tí.
Men líkt er til at teir eisini hava annað í huga tá teir venda sær til Jesus. Fáar vikur frammanundan tosaði hann um ’hjáveru’ sína í teirri tíðini tá „Menniskjasonurin opinberast“. Og áður hevur hann sagt teimum frá endanum á heimsskipanini. Ápostlarnir eru tí ógvuliga forvitnir.
„Sig okkum,“ siga teir, „nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“ Spurningurin hjá teimum er í roynd og veru tríbýttur. Fyrst spyrja teir um enda Jerúsalems og tempulsins, síðan um hjáveru Kristusar í veldi Ríkisins og síðst um endan á allari heimsskipanini.
Í tí umfatandi frágreiðingini sum Jesus kemur við, svarar hann øllum trimum spurningunum. Hann gevur eitt tekin sum skal vísa nær endi verður á jødisku skipanini; men hann gevur eisini meir. Hann gevur hartil eitt tekin sum skal hjálpa framtíðar lærisveinum hansara at skilja at teir liva meðan hann er hjástaddur og tætt við endan á allari heimsskipanini.
Sum árini ganga síggja ápostlarnir profetorð Jesusar ganga út. Ja, í teirra døgum byrja júst tær hendingarnar sum hann boðaði frá. Tey kristnu sum liva 37 ár seinni, ár 70, verða tí ikki tikin á bóli tá jødiska skipanin við sínum templi verður løgd í oyði.
Men hjávera Kristusar og endin á heimsskipanini koma tó ikki ár 70. Hjávera hansara í veldi Ríkisins verður nógv seinni. Men nær? Ein gjøgnumgongd av profetorði Jesusar vísir tað.
Jesus sigur frá at har skulu vera „hernaðir“ og „hernaðartíðindi“. „Tjóð skal reisast móti tjóð,“ sigur hann, og har skal vera hungur, jarðskjálvti og pestur. Lærisveinar hansara skulu verða hataðir og dripnir. Falskir profetar skulu stíga fram og villleiða mong. Lógloysið skal økjast og kærleikin kølna hjá hinum flestu. Um somu tíð skal gleðiboðskapurin um Guds ríki verða boðaður til vitnisburðar fyri øllum tjóðunum.
Profetorð Jesusar ganga partvíst út áðrenn Jerúsalem verður lagt í oyði ár 70, men endaliga uppfyllingin verður meðan hann er hjástaddur og tá heimsskipanin endar. Ein gjøllari kanning av hendingunum í heiminum síðan 1914 vísir at tey týdningarmiklu profetorðini hjá Jesusi hava fingið sína fullu uppfylling síðan tað árið.
Ein annar partur av tekninum sum Jesus gevur, er at „viðurstygd oyðingarinnar“ skal vísa seg. Ár 66 verður henda viðurstygdin sjónsk, tá rómversk ’herlið’ kringseta Jerúsalem og grava støðið undan tempulmúrinum. ’Viðurstygdin’ stendur har sum hon ikki eigur at standa.
Í stóru uppfyllingini av tekninum er viðurstygdin Fólkasambandið og eftirfylgjarin, Sameindu Tjóðirnar. Kristniheimurin setir hesa samskipan til verju fyri heimsfriðin í staðin fyri Guds ríki. Av sonnum viðurstyggiligt! Tá tann tíðin kemur fara politisku veldini saman við ST tí at venda sær ímóti kristniheiminum (mótbílæt Jerúsalems) og leggja hann oydnan.
Jesus sigur frá: „Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.“ Hóast trongdin veruliga var stór í ár 70 tá Jerúsalem varð oyðilagt, og skal hava kravt meiri enn eina millión mannalív, var hon ikki størri trongd enn alheimsflóðin á Nóa døgum. Endaliga uppfyllingin av hesum partinum av profetorði Jesusar er sostatt enn eftir.
Álit á síðstu døgum
Meðan týsdagurin 11. nisan er farin at halla, heldur Jesus fram at tala við lærisveinar sínar um tekinið fyri hjáveru síni í veldi Ríkisins og endan á heimsskipanini. Hann ávarar teir um ikki at fylgja følskum messiasum. Royndir skulu verða gjørdar, sigur hann, „at villleiða hini útvaldu — um tað var møguligt“. Men sum víðskygdar ørnir skulu hini útvaldu savnast har sum hin sanna andaliga føðin er at finna, nevniliga hjá tí sanna Messiasi meðan hann ósjónliga er hjástaddur. Tey lata seg ikki villleiða og savnast ikki um ein falskan messias.
Falskir messiasar kunnu bert stíga sjónliga fram. Hinvegin er hjávera Jesusar ósjónlig. Hon fer fram í einum ræðuligum tíðarskeiði í mannasøguni, sum Jesus sigur „skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt“. Ja, hetta verður svartasta tíðarskeiðið á menniskjans ævi. Tað verður sum sólin myrknar um dagin, og sum mánin ikki lýsir um náttina.
„Kreftur himmalsins vikast,“ heldur Jesus fram. Hann vísir við hesum á at bókstavligu himlarnir verða ófrættakendir á at líta. Himlarnir verða ikki bara tilhald hjá fuglum, teir verða eisini fyltir við stríðsflogførum, rakettum og fylgisveinum. Óttin og harðskapurin bera av øllum sum fyrr er farið fram í mannasøguni.
Orsakað av hesum, sigur Jesus, „skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur“. Ja, hetta tíðarskeið, hitt myrkasta menniskju vita um at siga, førir fram ímóti tíðini tá, sum Jesus sigur, ’tekin Menniskjasonarins skulu síggjast á himli, og tá allar ættir jarðarinnar skulu vena seg’.
Men tað eru ikki øll ið vena seg tá ’Menniskjasonurin kemur við mátti’ at týna hesa óndu heimsskipan. „Hini útvaldu“ 144.000 sum skulu ráða við Kristusi í himmalska ríki hansara, fara ikki at vena seg, heldur ikki felagar teirra, tey sum Jesus fyrr hevur nevnt „annan seyð“ sín. Hóast tey liva á myrkasta tíðarskeiðnum í mannasøguni gera tey sum Jesus eggjar teimum til: „Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!“
Fyri at hjálpa lærisveinum sínum sum livdu á síðstu døgum at avgera hvussu nær endin var, sigur Jesus hetta líknilsið: „Hyggið fikutræið og øll trøini! So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær. Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt.“
Tá lærisveinar hansara tí síggja teir mongu ymisku partarnar av tekninum ganga út, eiga teir at vita at endin á heimsskipanini er nær og at ríki Guds skjótt beinir allan óndskap burtur. Ja, endin verður í livitíð teirra sum síggja alt tað sum Jesus boðar frá, ganga út! Jesus áminnir teir av lærisveinum sínum sum liva á síðstu døgum við orðunum:
„Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart! Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva. Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Hinar klóku og hinar tápuligu moyggjarnar
Jesus hevur svarað spurninginum frá ápostlum sínum um tekinið fyri hjáveru hansara í mátti Ríkisins. Nú gevur hann í trimum líknilsum ella myndatalum fleiri upplýsingar um tekinið.
Tey sum liva meðan hann er hjástaddur skulu kunna síggja hvørt líknilsi sær ganga út. Hann byrjar hitt fyrsta við orðunum: „Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum. Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar.“
Við orðunum ’ríki Himmiríkis skal vera at líkna við tíggju moyggjar’, meinar Jesus ikki at helvtin av teimum sum arva hitt himmalska ríkið eru dárar og hin helvtin eru klók! Nei, hann umtalar ávís viðurskifti sum fara at gera seg galdandi í samband við hitt himmalska ríkið.
Hinar tíggju moyggjarnar ímynda øll kristin sum hava útlit til, ella siga seg hava útlit til, at fáa lut í himmalska ríkinum. Á hvítusunnu ár 33 varð hin kristna samkoman trúlovað tí upprisna, dýrmæta brúðgóminum, Jesusi Kristi. Brúdleypið skuldi vera í himli seinni, nærri varð ikki sagt frá tíðini.
Í líknilsinum fara hinar tíggju moyggjarnar út at taka ímóti brúðgóminum og sleppa sær upp í brúðarfylgið. Tá hann kemur, ætla tær at heiðra hann við at lýsa vegin fyri brúðarfylginum við lampum sínum, meðan hann leiðir brúðrina til húsið sum er innrættað til hennara. Jesus sigur tó: „Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær. Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum. Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.“
At brúðgómurin drálar, vísir at hjávera Kristusar sum settur kongur, verður nógv seinni í tíðini. Ikki fyrr enn í 1914 verður hann settur í hásætið. Ta drúgvu náttina frammanundan sovna allar moyggjarnar. Men tað verða tær ikki fordømdar fyri. Hinar tápuligu moyggjarnar verða fordømdar tí tær ikki hava olju í íløtum sínum. Jesus greiðir frá at moyggjarnar verða vaktar áðrenn brúðgómurin kemur: „Men um midnátt hoyrdist róp: „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“ Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til. Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: „Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!“ Men hinar klóku svaraðu: „Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!““
Oljan ímyndar tað sum støðugt fær kristin at lýsa sum skreytljós. Tað er Guds innblásta orð, sum kristin halda fast við, og heilagi andin, sum hjálpir teimum at fata tað. Andaliga oljan ger hinar klóku moyggjarnar førar fyri at lata ljósið skína meðan tær fagna brúðgóminum sum við fylgi sínum kemur at halda brúðleyp. Tær tápuligu moyggjarnar hava kortini ikki ta neyðugu andaligu oljuna í sær, í íløtum sínum. Jesus lýsir tað sum nú fer fram:
„Men táið tær [tápuligu moyggjarnar] vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur. Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: „Harri Harri, lat okkum upp!“ Men hann svaraði: „Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki.““
Eftir at Kristus er komin í himmalska ríki sítt, vaknar skarin av klókum moyggjum, hini sonnu salvaðu kristnu, til framíhjárættin: at lata ljósið skína í hesi myrktu verð, tí afturkomna brúðgóminum til heiðurs. Men tey sum hinar tápuligu moyggjarnar umboða, eru ikki til reiðar at fagna honum á henda hátt. Tá tíðin kemur, letur Kristus tí ikki dyrnar til brúdleypsveitsluna í himli upp fyri teimum. Hann letur tey standa uttanfyri í bølamyrkrinum heimsins daprastu nátt, har tey verða týnd saman við øllum øðrum sum fremja lógloysi. „Vakið tí!“ endar Jesus. „Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.“
Líknilsið um talentirnar
Jesus heldur fram at tala við ápostlar sínar á Oljufjallinum og sigur teimum eitt annað líknilsi, hitt næsta av trimum. Fáar dagar frammanundan, meðan hann var í Jeriko, bar hann fram líknilsið um pundini fyri at vísa teimum at Ríkið ikki skuldi koma fyrr enn long tíð var umliðin. Líknilsið sum hann nú sigur teimum líkist tí nakað, men lýsir í uppfylling síni hendingar sum skuldu fara fram tá Kristus var hjástaddur í mátti Ríkisins. Tað vísir at lærisveinar hansara, meðan teir enn eru á jørðini, mugu arbeiða fyri at økja ’tað sum hann eigur’.
Jesus byrjar: „Tí tað [altso nøkur viðurskifti í samband við Ríkið] er, eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.“ Jesus er maðurin sum, áðrenn hann ’fer burt’ til himmalin, letur tænarum sínum — lærisveinunum sum hava útlit til at fáa lut í tí himmalska ríkinum — tað upp í hendur sum hann eigur. Tað sum hann eigur er ikki ítøkiligar ognir, men talan er um ein dyrkaðan akur sum fleiri lærisveinar kunnu fáast burtur úr.
Jesus letur tænarum sínum tað hann eigur beint áðrenn hann fer til himmals. Hvussu ger hann tað? Jú hann lærir teir framvegis at arbeiða í tí dyrkaða akrinum — altso at boða gleðiboðskapin um Ríkið til ytstu endar jarðarinnar. Sum Jesus sigur: „Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.“
Tær átta talentirnar — tað Kristus eigur — verður soleiðis býtt ímillum tænararnar eftir førimuni ella andaligu møguleikum teirra. Tænararnir umboða skarar av lærisveinum. Í fyrstu øld vóru ápostlarnir sjálvandi partur av skaranum sum fekk hinar fimm talentirnar. Jesus heldur fram og sigur at tænararnir sum fingu hinar fimm og hinar tvær talentirnar báðir tvífaldaðu teir við at boða Ríkið og gera lærisveinar. Men tænarin sum fekk ta einu talentina fjaldi hana í jørðini.
„Táið long tíð var umliðin,“ heldur Jesus fram, „kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.“ Tað var ikki fyrr enn í 20. øld, umleið 1900 ár seinni, at Kristus kom at gera roknskapin upp, ja, av sonnum „táið long tíð var umliðin“. So greiðir Jesus frá:
„Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, steig tá fram og hevði við sær aðrar fimm talentir; hann segði: „Harri! Tú lætst meg fáa fimm talentir; hygg, eg havi vunnið aðrar fimm talentir!“ Harri hansara segði við hann: „Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!““ Tænarin sum fekk tvær talentir hevði eisini tvífaldað talentir sínar, og hann fekk rós og løn sum hin fyrri.
Men hvussu fara hesir trúgvu tænararnir inn til gleði harra síns? Gleði harra teirra, Jesu Krists, var at hann fekk Ríkið tá hann ’fór burt’ til Faðir sín í himli. Tað er hinum trúgvu tænarunum í nýggjari tíð ein stór gleði at fáa størri ábyrgdir í samband við Ríkið, og tá teir so enda lív sítt á jørðini fáa teir ta uppaftur størri gleði at rísa upp í tí himmalska ríkinum. Men hvussu er vorðið við tí triðja tænaranum?
„Harri! Eg kendi teg, at tú ert harður maður,“ kærir hesin tænarin seg. „Tí óttaðist eg og fór avstað og fjaldi talent tína í jørðini; hygg, her hevur tú títt!“ Vitandi og við vilja noktaði tænarin at arbeiða í tí dyrkaða akrinum við at boða og gera lærisveinar. Harrin nevnir hann tí ’óndan og dovnan’ og sigur dómin yvir hann: „„Takið . . . talentina frá honum . . . Og kastið hin ónýta tænaran út í myrkrið uttanfyri!“ — Har skal vera grátur og tannagrísl!“ Øll andalig gleði verður tikin frá teimum sum hoyra til henda ónda tænaraskaran ið verður kastaður út.
Hetta er álvarsom læra til øll sum siga seg fylgja Kristusi eftir. Skulu tey fáa rós og løn, og ikki verða kastað út í myrkrið uttanfyri og at enda týnd, mugu tey arbeiða so tey økja ognirnar hjá himmalska Harra sínum í tí at tey gera alt tað tey eru ment í boðanini. Ert tú íðin á hesum økinum?
Tá Kristus kemur í veldi Ríkisins
Jesus er enn á Oljufjallinum við lærisveinum sínum. Teir bóðu hann um eitt tekin fyri hjáveru hansara og endan á hesi heimsskipanini, og í svari sínum sigur hann teimum nú tað seinasta í eini røð av trimum líknilsum. „Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum,“ byrjar Jesus, „skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar.“
Menniskju eru ikki før fyri at síggja einglar í himmalsku dýrd teirra. Tá Menniskjasonurin, Jesus Kristus, „kemur“ saman við einglunum má tað tí vera ósjónligt fyri mannaeygu. Afturkoman verður í 1914. Men hvat er endamálið? Jesus greiðir frá: „Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum. Og Hann skal seta seyðin við høgru lið Sína, men bukkarnar við vinstru.“
Jesus lýsir nú hvussu tað skal gangast teimum sum koma at standa tí meðni sum verður tikin framum: „Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: „Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður!““ Seyðirnir í hesum líknilsinum skulu ikki ráða saman við Kristusi í himli, men at teir arva Ríkið skal skiljast soleiðis at teir verða tegnar tess á jørðini. „Heimurin varð grundaður“ tá Ádam og Eva fingu børn sum kundu fáa gagn av teirri endurloysingini av mannaættini sum Gud skipaði fyri.
Men hví setur kongurin seyðirnar við høgru liðina sum verður tikin framum? „Tí Eg var svangur,“ svarar kongurin, „og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“
Av tí at seyðirnir eru á jørðini, vilja teir vita hvussu teir kunnu hava gjørt kongi sínum í himli so væl. „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta,“ spyrja teir, „ella tystan og góvu Tær at drekka! Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg! Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Kongurin svarar: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“ Brøður Kristusar eru tey sum eru eftir á jørðini av hinum 144.000 sum skulu ráða við honum í himli. Og at gera teimum væl, sigur Jesus, er tað sama sum at gera honum væl.
Síðani vendir kongurin sær til bukkarnar: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara! Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær ikki at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær ikki at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ikki ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg ikki; Eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu Meg ikki.“
Men bukkarnir mótmæla: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan, tystan, fremmandan, naknan, sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki!“ Bukkarnir verða dømdir eftir somu treytum sum seyðirnir ið fáa góðan dóm. „Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu [av hesum brøðrum Mínum],“ svarar Jesus, „hava tit heldur ikki gjørt Mær.“
Hjávera Kristusar í veldi Ríkisins, í tíðini beint upp undir ta stóru trongdina sum ger enda á hesi óndu heimsskipanini, verður altso ein dómstíð. Bukkarnir „skulu fara burt til æviga revsing, men hini rættvísu [seyðirnir] til ævigt lív“. Matteus 24:2–25:46; 13:40, 49; Markus 13:3-37; Lukas 21:7-36; 19:43, 44; 17:20-30; 2 Timoteus 3:1-5; Jóhannes 10:16; Opinberingin 14:1-3.
▪ Hvat fær ápostlarnar at koma við einum spurningi, men hvat tykjast teir eisini at hava í huga?
▪ Hvør partur av profetorði Jesusar gongur út í ár 70, men hvat hendir ikki tá?
▪ Nær gongur profetorð Jesusar út fyrstu ferð, og nær fær tað fullu uppfylling sína?
▪ Hvat er viðurstygdin í ávikavist tí fyrru og tí seinnu uppfyllingini?
▪ Hví ganga profetorðini um ta stóru trongdina ikki út til fulnar tá Jerúsalem verður oyðilagt?
▪ Hvørjar umstøður í heiminum merkja at Kristus er hjástaddur?
▪ Nær skulu „allar ættir jarðarinnar vena seg“, og hvat skulu lærisveinar Kristusar gera?
▪ Hvørja myndatalu ber Jesus fram fyri at hjálpa framtíðar lærisveinum sínum at skilja tá endin er nær?
▪ Hvørja áminning gevur Jesus teimum av lærisveinum sínum sum liva á síðstu døgum?
▪ Hvørji umboða hinar tíggju moyggjarnar?
▪ Nær varð hin kristna samkoman trúlovað brúðgóminum, og nær kom hann at leiða brúður sína í brúdleypið?
▪ Hvat umboðar oljan, og hvat ger hon hinar klóku moyggjarnar førar fyri?
▪ Hvar verður brúdleypið?
▪ Hvørja stóra løn missa hinar tápuligu moyggjarnar, og hvussu kemur at gangast teimum?
▪ Hvat kann líknilsið um talentirnar læra okkum?
▪ Hvønn umboða tænararnir, og hvat lýsa ognirnar sum verða litnar teimum til?
▪ Nær kemur harrin at gera upp roknskapin, og hvat finnir hann tá?
▪ Hvør er gleðin sum hinir trúgvu tænararnir fara inn til, og hvat verður av tí triðja tænaranum, hinum ónda?
▪ Hví má hjávera Kristusar vera ósjónlig, og hvat arbeiði ger hann í hesum tíðarskeiði?
▪ Á hvønn hátt arva seyðirnir Ríkið?
▪ Nær varð ’heimurin grundaður’?
▪ Á hvørjum grundarlagi verða fólk dømd at vera antin ’seyðir’ ella ’bukkar’?