Lærisveinarnir munnhøggast
Kapittul 115
Lærisveinarnir munnhøggast
FYRR um kvøldið gav Jesus meistarliga frálæru um eyðmjúkleika tá hann vaskaði ápostlum sínum um føturnar. Síðan stovnaði hann høgtíðina til minni um deyða sín sum er í hondum. Við hesum í huga kann ein undrast á tað sum nú hendir. Ápostlar hansara fara at munnhøggast harðliga um hvør teirra ið tykist vera størstur! Eftir øllum at døma er hetta ein gomul ósemja sum er kyknað uppaftur.
Minst til at ápostlarnir eftir at Jesus umbroyttist á fjallinum, kjakaðust um hvør ið var størstur teirra millum. Síðan bóðu Jákup og Jóhannes um týdningarmikil sæti í Ríkinum og elvdu á tann hátt til enn størri kapping ápostlanna millum. Sum tað má vera hugstoytt hjá Jesusi at hoyra teir keglast aftur — seinasta kvøldið hann er hjá teimum! Hvat ger hann?
Jesus hartar ikki ápostlarnar, nei, tolin fer hann aftur at gjøllhugsa saman við teimum: „Kongar tjóðanna valda yvir teimum, og teir, ið lata tær kenna vald sítt, kallast vælgerðamenn. Men ikki so hjá tykkum . . . Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs!“ So minnir hann teir á fyridømið hann gav teimum og sigur: „Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.“
Hóast sínar ófullkomileikar hava ápostlarnir hildið út við Jesusi í trongdum hansara. Tí sigur Jesus: „Eg tilsigi tykkum ríkið, eins og Faðir Mín hevur tilsagt Mær tað.“ Hesin persónligi sáttmálin millum Jesus og loyalu lærisveinar hansara gevur teimum lut í kongavaldinum við honum. Bert eitt avmarkað tal, 144.000, verður við í hesum sáttmálanum um eitt ríki.
Ápostlarnir hava sostatt útlit til kongadømi saman við Jesusi, men í løtuni eru teir illa fyri andaliga. „Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall,“ sigur Jesus. Hann sigur Pæturi at hann hevur biðið fyri honum og áminnir hann: „Táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!“
„Børn Míni!“ heldur Jesus fram. „Lítla stund enn eri Eg hjá tykkum; tit fara at leita eftir Mær; og sum Eg segði við Jødarnar: „Hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma,“ sigi Eg nú eisini við tykkum. Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“
„Harri, hvar fert Tú?“ spyr Pætur.
„Hagar sum Eg fari, kanst tú ikki fylgja Mær nú,“ svarar Jesus, „men tú skalt fylgja Mær seinni.“
„Harri, hví kann eg ikki fylgja Tær nú?“ vil Pætur vita. „Eg skal geva lív mítt fyri Teg!“
„Skalt tú geva lív títt fyri Meg?“ spyr Jesus. „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag, hesa nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg!“
„Um eg so skal doyggja við Tær,“ mótmælir Pætur, „skal eg als ikki avnokta Teg!“ Og meðan allir hinir ápostlarnir taka undir við honum, leggur Pætur stórorðaður aftrat: „Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall!“
Sipandi til ta ferðina tá hann sendi ápostlarnar út á eina prædikuferð í Galilea uttan pengapung og tasku, spyr Jesus: „Fattaðist tykkum tá nakað?“
„Nei, einki!“ svara teir.
„Men nú — tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku,“ sigur hann, „og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt! Tí Eg sigi tykkum, at tað, ið skrivað er, má ganga út við Mær, hetta: „Hann varð roknaður millum lógloysingar.“ Tí tað, ið sagt er um Meg, er at enda.“
Jesus sipar til at hann skal pelafestast saman við lógloysingum, og ber eisini fram undir at lærisveinarnir síðan verða fyri hørðum atsóknum. „Harri, hygg, her eru tvey svørð!“ siga teir.
„Tað er nóg mikið,“ svarar hann. Sum vit fáa at síggja, fær Jesus við hesum báðum svørðunum skjótt høvi at læra teir nakað sum hevur stóran týdning. Matteus 26:31-35; Markus 14:27-31; Lukas 22:24-38; Jóhannes 13:31-38; Opinberingin 14:1-3.
▪ Hví kann tað undra ein, at ápostlarnir fara at munnhøggast?
▪ Hvat ger Jesus?
▪ Hvat er endamálið við sáttmálanum sum Jesus ger við lærisveinar sínar?
▪ Hvat nýtt boð gevur Jesus, og hvussu stóran týdning hevur tað?
▪ Hvussu vísir Pætur at hann lítur ov nógv á seg sjálvan, og hvat sigur Jesus?
▪ Hví broytir Jesus boðini hann fyrr hevur givið um at hava pengapung og mattasku í viðføri?