Hvat er loyvt á sabbatinum?
Kapittul 32
Hvat er loyvt á sabbatinum?
EIN annan sabbat vitjar Jesus eina sýnagogu nærindis Galileavatninum. Inni í sýnagoguni er ein maður sum høgra hond er visin á. Hinir skriftlærdu og fariseararnir ansa væl eftir um Jesus man fara at grøða hann. At enda spyrja teir: „Er loyviligt at grøða sabbat?“
Eftir tí teir jødisku trúarleiðararnir trúgva, er bara loyvt at grøða ein sabbat tá tað stendur um lív. Til dømis læra teir at tað ikki er loyvt at seta eitt brotið bein saman ella binda um eina keiking á sabbatinum. So hinir skriftlærdu og fariseararnir spyrja fyri at fáa okkurt at ákæra hann fyri.
Men Jesus kennir hugsanir teirra. Samstundis veit hann at teir hava fingið eina óhovsama, óbíbilska áskoðan á hvat ið er brot á forboðið ímóti at arbeiða sabbatsdagin. Jesus letur tað tí koma til eina uppgerð tá hann sigur við mannin ið hevur hina visnu hondina: „Reis teg og kom fram higar!“
Nú vendir Jesus sær til hinar skriftlærdu og fariseararnar og sigur: „Um onkur tykkara eigur seyð, sum sabbat dettur í eina grøv — hvør er hann, sum tá ikki tekur í hann og dregur hann uppúr aftur!“ Ein seyður hevur eitt ávist pengavirði, tí vildu teir ikki latið hann ligið í grøvini til næsta dag — hann kundi gjørst sjúkur og mist virðið. Aftrat tí sigur Bíblian: „Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum.“
Jesus heldur fram við einum samanburði: „Hvussu mangan meir er nú ikki menniskja enn seyður! Tí er loyviligt at gera væl sabbat.“ Trúarleiðararnir fáa ikki rikið hesi skilvísu, miskunnsomu hugsan aftur, og tiga tí.
Illur og syrgin um teirra hørðu hjørtu hyggur Jesus runt á teir. Síðan sigur hann við mannin: „Rætt út hondina!“ Hann rættir hana út, og hondin verður frísk.
Í staðin fyri at gleðast nú hondin á manninum er frísk fara fariseararnir út, og alt fyri eitt leggja teir saman við monnum úr flokki Heródesar, ráð upp um at beina fyri Jesusi. Hesin politiski flokkurin tykist eisini hava limir úr trúarbólkinum sum nevnist saddukearar. Vanliga er opið stríð ímillum henda politiska flokkin og fariseararnar, men í mótstøðuni móti Jesusi eru teir púra samdir. Matteus 12:9-14; Markus 3:1-6; Lukas 6:6-11; Orðtøkini 12:10; 2 Mósebók 20:8-10.
▪ Hvussu letur Jesus tað koma til eina uppgerð við jødisku trúarleiðararnar?
▪ Hvat halda jødisku trúarleiðararnir um at grøða fólk á sabbatinum?
▪ Hvørja mynd brúkar Jesus fyri at reka skeivu áskoðan teirra aftur?