Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 68

Tveir dreingir fáa lívið aftur

Tveir dreingir fáa lívið aftur

HUGSA tær at tú doyði. Hvussu hevði mamma tín havt tað, um tú fekst lívið aftur? Hon hevði verið ómetaliga glað, heldur tú ikki? Men ber tað til at blíva livandi aftur, tá ein er deyður? Er tað nakrantíð hent?

Hygg at hesum fólkunum. Maðurin er profeturin Elias. Kvinnan er ein einkja úr býnum Zarepta, og drongurin er sonur hennara. Ein dagin verður drongurin sjúkur. Hann bara versnar, og at enda doyr hann. Tá sigur Elias við kvinnuna: ’Lat meg fáa dreingin higar.’

Elias ber tann deyða dreingin upp á loftið og leggur hann á seingina. Hann biður: ’Jehova, lat dreingin blíva livandi aftur.’ Tá fer hann aftur at anda! Elias tekur hann við sær niðurundir og sigur við kvinnuna: ’Hygg, sonur tín livir!’ Tí er mamman so glað.

Ein annar profetur fyri Jehova eitur Elisa. Hann hevur verið hjálparmaður hjá Eliasi. Men seinni letur Jehova eisini Elisa gera undurverk. Ein dagin er Elisa í býnum Sunem, har er ein kvinna sum tekur væl ímóti honum. Seinni fær henda kvinnan ein lítlan drong.

Tá drongurin er vorðin eldri skal hann ein dagin út á bøin at hjálpa pápa sínum. Knappliga rópar drongurin: ’Eg havi so ilt í høvdinum!’ Hann verður borin heim, men doyr. Tú kanst hugsa tær, at mamman verður kedd! Hon sendir beinanvegin boð eftir Elisa.

Elisa kemur, og hann fer alt fyri eitt inn í kamarið til tann deyða dreingin. Hann biður til Jehova og leggur seg oman á tann deyða. Skjótt verður drongurin heitur aftur, og hann nýsur sjey ferðir. Sum mamman verður glað, tá hon kemur og finnur sonin livandi aftur! Tað skilur tú væl, gert tú ikki?

Nógv, nógv menniskju eru deyð. Vit eru ikki ment at vekja tey upp. Men tað er Jehova. Seinni skalt tú hoyra hvussu hann fer at gera milliónir av menniskjum livandi aftur.