SØGA 32
Tær 10 plágurnar
HYGG nú at bíløtunum. Hvørt bílæt vísir eina plágu sum Jehova læt koma yvir Egyptaland. Á fyrsta bílætinum slær Áron á Nilánna við stavinum hjá sær. Tá hann gjørdi tað, varð alt vatnið í ánni til blóð. Fiskarnir doyðu, og áin fór at stinka.
So læt Jehova eina rúgvu av froskum koma upp úr Nilánni. Teir vóru allastaðni — í bakarovnunum, í deigtrogunum, í songunum — allastaðni. Tá froskarnir doyðu, savnaðu egyptarnir teir í stórar dungar, og alt landið stinkaði av teimum.
Síðan sló Áron á jørðina við stavinum, og dustið varð til mýggjabitar — tú veitst, tey smáu kyktini ið stinga. Mýggjabitarnir vóru triðja plágan í Egyptalandi.
Hinar plágurnar komu bert yvir egyptarnar, ikki yvir ísraelsmenn. Har komu flugur, stórar flugur ið flugu inn í øll húsini hjá egyptum. Tað var fjórða plágan. Tann fimta plágan rakti dýrini. Nógv neyt og nógvur seyður og nógvar geitir doyðu.
Móses og Áron tóku nú øsku og kastaðu hana upp í loft. Tá fingu bæði dýrini og menniskjuni nakrar vamlisligar svullir. Tað var sætta plágan.
Síðan lyfti Móses hondina móti himli, og Jehova sendi toru og hegling. Tað var ringasti heglingurin ið nakrantíð hevði verið í Egyptalandi, og hann oyðilegði nógv korn á bønum.
Áttanda plágan var ein veldigur flokkur av grashoppum. Ongantíð áður og ongantíð síðan hava fólk sæð so nógvar grashoppur. Tær ótu alt tað sum heglingurin ikki hevði oyðilagt.
Níggjunda plágan var myrkur. Í tríggjar dagar lá tjúkt myrkur um alt landið, men har sum ísraelsmenn búðu, var ljóst.
At enda bað Gud fólkið smyrja blóðið av einum lambi ella einari ungari geit á durastavirnar hjá sær. So gekk eingil Guds gjøgnum Egyptaland. Tá so eingilin sá blóðið, drap hann ongan í tí húsinum. Men í øllum húsum har einki blóð var smurt á durastavirnar, drap Guds eingil tann frumborna, bæði av menniskjum og dýrum. Tað var tíggjunda plágan.
Aftan á ta síðstu pláguna bað Farao ísraelsmenn fara avstað. Teir vóru longu tilbúnir, og somu nátt byrjaðu teir ferðina burtur úr Egyptalandi.