6. PARTUR
Frá Jesus varð føddur til hann doyði
Eingilin Gabriel varð sendur til ta gudsóttandi ungu kvinnuna Mariu. Hann segði at hon skuldi eiga eitt barn sum skuldi ráða sum kongur í allar ævir. Barnið Jesus varð føtt í einum fjósi, har hirðarnir komu at vitja hann. Ein stjørna leiddi nakrar menn úr eysturlondum til barnið. Vit fáa at vita hvør tað var sum leiddi teir við einari stjørnu, og hvussu Jesus varð bjargaður undan deyðanum.
Síðan finna vit Jesus 12 ára gamlan har hann tosar við lærararnar í templinum. Átjan ár seinni varð Jesus doyptur, og hann fór síðan at boða um Ríkið og at læra fólk, sum Gud hevði sent hann til jarðar at gera. Jesus valdi 12 menn og gjørdi teir til ápostlar sínar, so teir kundu hjálpa honum í hesum arbeiðinum.
Jesus gjørdi eisini nógv undurverk. Hann gav fleiri túsund menniskjum at eta við bert nøkrum smáfiskum og nøkrum fáum breyðum. Hann grøddi sjúk og fekk eisini deyð at rísa upp. At enda hoyra vit um alt tað ið hendi tann seinasta dagin Jesus livdi, og um hvussu hann varð dripin. Jesus boðaði í umleið trý og eitt hálvt ár. 6. PARTUR sigur altso frá einum tíðarskeiði ið varir eitt sindur meir enn 34 ár.