SØGA 102
Jesus livir
VEITST tú hvør kvinnan og teir báðir menninir eru? Kvinnan er Maria Magdalena, ein vinur hjá Jesusi. Og menninir í teimum hvítu klæðunum eru einglar. Tað lítla rúmið hon hyggur inn í, er eitt gravarhelli. Tað var her tey løgdu Jesus tá hann var deyður. Men nú er líkið burtur! Hvør hevur tikið tað? Jú, nú skalt tú hoyra.
Tá Jesus er deyður siga prestarnir við Pilatus: ’Meðan Jesus livdi segði hann at hann skuldi rísa upp eftir trimum døgum. Set vakt við grøvina, so lærisveinar hansara ikki stjala líkið og siga at hann er risin upp frá deyðum!’ Pilatus letur nú prestarnar seta hermenn at halda vakt við grøvina.
Men tíðliga tann triðja dagin eftir at Jesus er deyður, kemur ein eingil frá Jehova. Hann veltir steinin burtur frá grøvini. Hermenninir verða stívir av ræðslu. Og tá teir umsíðir fáa hugt inn í grøvina, er líkið burtur! Nakrir hermenn fara inn í býin at siga prestunum frá tí. Veitst tú hvat prestarnir gera? Teir geva hermonnunum pengar fyri at lúgva. ’Sigið at tit sovnaðu og lærisveinarnir stjólu líkið um náttina,’ siga teir við hermenninar.
Ímeðan koma nakrar kvinnur ið eru Jesu vinir. Sum tær verða bilsnar tá tær síggja at grøvin er tóm! Knappliga koma tveir skínandi einglar til sjóndar. ’Hví leita tit her eftir Jesusi?’ spyrja teir. ’Hann er risin upp. Skundið tykkum at siga tað fyri lærisveinunum.’ Tú trýrt ikki hvussu skjótar tær eru. Men á vegnum steðgar ein maður teimum. Tað er Jesus! ’Sigið tað fyri lærisveinum mínum,’ sigur hann.
Tá kvinnurnar siga fyri lærisveinunum at Jesus livir og at tær sjálvar hava sæð hann, fáa teir seg næstan ikki at trúgva tí. Pætur og Jóhannes renna sjálvir til grøvina at vita eftir. Men grøvin er tóm! Pætur og Jóhannes fara avstað, men Maria Magdalena verður verandi. Tá er tað hon hyggur inn og sær teir báðar einglarnar.
Gud hevur fingið Jesu likam at hvørva. Gud vakti ikki Jesus upp í tí sama menniskjalikaminum sum hann doyði í. Hann gav Jesusi eitt andalikam, sum tað einglarnir í himlinum hava. Men fyri at vísa lærisveinunum at hann livir, kann Jesus vísa seg í einum likami sum fólk kunnu síggja. Tað skalt tú hoyra um.