Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví gud hevur loyvt líðingum

Hví gud hevur loyvt líðingum

6. partur

Hví gud hevur loyvt líðingum

1, 2. Hvussu spiltu okkara fyrstu foreldur ta góðu byrjan Gud hevði givið teimum?

 HVAT hendi? Hvat spilti ta góðu byrjan Gud gav Ádami og Evu í paradísinum Eden? Hví hevur jørðin fleiri túsund ár verið full av óndskapi og líðing, og ikki friði og eydnu sum í einum paradísi?

2 Orsøkin er at Ádam og Eva misnýttu fría viljan. Tey vórðu skapt at trívast best undirløgd Gudi og hansara lógum, men hesum góvu tey ikki gætur. Tey gjørdu av at verða óheft av Gudi, tí hetta hildu tey fór at geva teimum eitt betri lív. Soleiðis fóru tey út um tað mark Gud hevði givið fría viljanum. — 1 Mósebók, kapittul 3.

Stríðsspurningurin um alheims fullveldið

3-5. Hví oyddi Gud ikki Ádam og Evu beinanvegin og byrjaði umaftur?

3 Hví oyddi Gud ikki bara Ádam og Evu og byrjaði umaftur við einum nýggjum mannapari? Tí nú var ivi um hansara alheims fullveldi, tað vil siga hansara rættindi at ráða.

4 Spurningurin var: Hvør hevur rættindi at ráða, og hvørs harradømi er tað rætta? Gud er alvaldur og hevur skapt alt, tí hevur hann rættindi at ráða sínum skapningum. Hann er alvísur og tí er hansara stýrislag eisini tað besta fyri skapningarnar. Men nú varð hansara stýri bjóðað av. Og mundi okkurt bila hansara skaparaverki — menniskjanum? Seinni fara vit at síggja hvussu spurningurin um lýtaloysi menniskjanna eisini var uppií.

5 Tá menniskju gjørdu seg óheft av Gudi, varð ein annar spurningur reistur: Fóru tey at klára seg betur um tey ikki vórðu stýrd av Gudi? Sjálvandi kendi Skaparin svarið, men besti mátin at læra menniskjuni var at geva teimum tað óavmarkaða frælsið tey ynsktu. Tey valdu hesa leið av fríum vilja, so Gud loyvdi tað.

6, 7. Hví hevur Gud loyvt menniskjum fult frælsi so leingi?

6 Um menniskju fingu nóg góða tíð at royna seg við fullum frælsi, kundi Gud einaferð med alla avgera um menniskju klára seg best undirløgd Gudi ella sjálvstøðug. Menniskju skuldu fáa so mikið langa tíð at tey fingu roynt tað besta tey megnaðu innan politikk, ídnað, vísindi og læknafrøði.

7 Gud hevur tí givið menniskjum fríar ræsur líka til okkara tíð, fyri at eingin skal ivast í um tey megna at ráða óheft av honum. Menniskju eru sloppin at velja millum blíðskap og miskunnarloysi, millum kærleika og hatur, millum rættvísi og órættvísi. Men tey eru eisini komin at kenna avleiðingarnar av hesum: góðvild og frið ella óndskap og líðing.

Uppreistur andaskapninganna

8, 9. (a) Hvussu byrjaði uppreisturin í andaheiminum? (b) Hvørjar eggjaði Satan til uppreistur umframt Ádam og Evu?

8 Eitt annað mugu vit eisini hava í huga. Okkara fyrstu foreldur vóru ikki tey einastu sum gjørdu uppreistur móti Guds harradømi. Men hvørji onnur vóru til tá? Andaskapningar. Áðrenn Gud skapti menniskjuni, skapti hann ein hægri lívsform, ein hóp av einglum sum skuldu liva í himli. Teir vórðu eisini skaptir við einum fríum vilja og við tørvi at leggja seg undir Guds harradømi. — Job 38:7; Sálmur 104:4, Ny Verden-oversættelsen; Opinberingin 5:11.

9 Bíblian vísir at uppreisturin byrjaði í andaheiminum. Ein andaskapningur vildi hava fullkomiligt frælsi. Hann vildi eisini hava menniskju at tilbiðja seg. (Matteus 4:8, 9) Hesin uppreistrarandi eggjaði Ádam og Evu at gera uppreistur, tí hann segði at Gud noktaði teimum nakað gott, hóast tað ikki var satt. (1 Mósebók 3:1-5) Tí verður hann róptur Djevulin (Útspillari) og Satan (Mótstøðumaður). Seinni fekk hann aðrar andaskapningar at gera uppreistur. Teir verða nevndir illir andar. — 5 Mósebók 32:17; Opinberingin 12:9; 16:14.

10. Hvørja avleiðing fekk tað at menniskjuni og andaskapningarnir gjørdu uppreistur?

10 Menniskjuni lótu Satan og hansara illu andar ávirka seg tá tey gjørdu uppreistur móti Gudi. Tí verður Satan í Bíbliuni nevndur „gudurin hjá hesum heimi“, sum „hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi“. Guds orð sigur at „allur heimurin liggur í hinum illa“, og Jesus segði at Satan var „høvdingin yvir hesum heimi“. — 2 Korintbræv 4:4; 1 Jóhannes 5:19; Jóhannes 12:31.

Tveir stríðsspurningar

11. Hvønn annan stríðsspurning setti Satan?

11 Satan setti eisini ein annan stríðsspurning fram sum bjóðaði Gudi av. Í veruleikanum vildi hann vera við at Gud hevði skapt menniskjuni skeivt og at eingin sum kom undir trýst fór at velja at gera tað rætta. Hann helt enntá uppá at tey, um tey vórðu roynd fóru at banna Gudi. (Job 2:1-5) Satan reisti soleiðis iva um hvørt menniskju eru lýtaleys.

12-14. Hvussu fór tíðin at opinbera sannleikan um báðar stríðsspurningarnar?

12 Tí hevur Gud latið hóskandi tíð ganga so skilagóðir skapningar kundu fáa høvi at síggja hvussu stríðsspurningarnir um lýtaloysi menniskjanna og fullveldi Guds fóru at verða avgjørdir. (Samanber Aðru Mósebók 9:16.) Mannasøgan skuldi opinbera sannleikan um hesar báðar stríðsspurningarnar.

13 Fyrst av øllum: Hvat fór tíðin at vísa viðvíkjandi spurninginum um alheimsins fullveldi, Guds rættindi at ráða? Fóru menniskju at duga betur enn Gud at ráða sær sjálvum? Fór ein stjórnarskipan á jørðini at vera før fyri óheft av Gudi at skapa ein lukkuligan heim við ongum kríggi, brotsverkum ella órættvísi? Fór nøkur stjórn at taka burtur fátækdømi og bera øllum vælferð? Fór tað at eydnast at vinna á sjúku, elli og deyða? Alt hetta ætlaði Gud við sínum harradømi. — 1 Mósebók 1:26-31.

14 Hugsa vit um seinna spurningin, hvat fór tíðin so at siga um virði menniskjanna? Mistók Gud seg tá hann skapti tey? Fóru nøkur at gera tað rætta um tey vórðu roynd? Fóru nøkur av teimum at vísa at tey ynsktu Guds harradømi og ikki eina óhefta mannastjórn?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 13]

Gud hevur latið hóskandi tíð ganga so menniskju fingu roynt tað besta tey megnaðu

[Kelduávísing]

Rúmdarferja: Eftir fotomynd frá NASA