Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Læran kemur upp í jødadómin, kristindómin og islam

Læran kemur upp í jødadómin, kristindómin og islam

Læran kemur upp í jødadómin, kristindómin og islam

„Átrúni er millum annað eitt amboð, ið hjálpir fólki at koma til sættis við tann veruleikan, at tey ein dag mugu doyggja, antin við at lova teimum eitt betri lív hinumegin grøvina, endurføðing ella bæði.“— Týski rithøvundurin Gerhard Herm.

1. Á hvørja grundleggjandi læru byggja teir flestu átrúnarnir lyfti sítt um lív eftir deyðan?

AT KALLA allir átrúnar, sum geva lyfti um eitt lív eftir deyðan, byggja tað á, at menniskjað hevur eina ódeyðiliga sál, sum við deyðan fer í ein annan heim ella verður endurfødd í einum øðrum skapningi. Sum vit sóu í tí undanfarna, hevur trúgvin á menniskjans ódeyðiligleika heilt úr byrjanini verið innbygd í eysturlendskan átrúna. Men hvussu er vorðið við jødadóminum, kristindóminum og islam? Hvussu gjørdist hon høvuðslæra í hesum átrúnum?

Jødadómurin tekur við grikskum hugtøkum

2, 3. Er læran um ódeyðiligu sálina sambært Encyclopaedia Judaica at finna í Hebraisku Skriftunum?

2 Søga jødadómsins fer aftur til Ábraham, tað vil siga umleið 4000 ár. Í 16. øld fyri okkara tíðarrokning varð farið undir at skriva Heilagu Hebraisku Skriftirnar, og um tað mundið tá Sokrates og Platon komu fram við teoriini um ódeyðiligu sálina, vóru tær lidnar. Stóð læran um ódeyðiligu sálina í hesum skriftum?

3 Í Encyclopaedia Judaica lesa vit: „Ikki fyrr enn í eftir-bíbilsku tíðini, varð ein greið og skillig trúgv á eina ódeyðiliga sál sett fram, . . . og gjørdist ein av grundstuðlunum í jødisku og kristnu trúnni.“ Og víðari: „Persónurin varð í bíbilsku tíðini mettur sum ein heild. Eingin týðiligur skilnaður varð gjørdur millum sál og likam.“ Í fyrstuni trúðu jødarnir á uppreisn teirra deyðu, og hetta „má ikki blandast saman við trúnna á . . . eina ódeyðiliga sál,“ vísir alfrøðibókin á.

4-6. Hvussu gjørdist læran um ódeyðiligu sálina ein av ’grundstuðlum’ jødadómsins?

4 Men hvussu gjørdist henda læran, „ein av grundstuðlunum“ í jødadóminum? Søgan svarar. Í 332 f.o.t. hertók Aleksander Mikli við ódnarferð nógv lond í Miðeystri. Tá hann kom til Jerusalem, stóðu jødarnir klárir at fagna honum. Sambært jødiska søgumanninum, Flavius Josefus, sum livdi í fyrstu øld, vístu teir honum eisini profetiina í Dániels Bók, sum var skrivað meir enn 200 ár frammanundan, og sum týðiliga lýsir sigrar Aleksanders og nevnir hann ’grikkalandskong’. (Dániel 8:5-8, 21) Eftirmenn Aleksanders arbeiddu víðari við ætlan hansara, sum var at hellenisera allar ríkispartar við at flyta inn grikskt mál, grikska mentan og filosofi. Ikki slapst undan, at jødiska mentanin varð nógv ávirkað av grikskari mentan.

5 Tíðliga í triðju øld fyri okkara tíðarrokning varð farið undir Septuaginta, fyrstu týðingina av Hebraisku Skriftunum til grikskt. Við henni fingu nógvir ikkijødar innlit í og virðing fyri jødisku trúnni, og summir vórðu eisini umvendir til jødadómin. Jødarnir vórðu hin vegin kunnaðir við grikska hugsan, og nakrir gjørdust filosofar, sum var púra óhoyrt teirra millum. Ein av hesum filosofunum var Filon úr Aleksandria, sum livdi í fyrstu øld.

6 Filon hevði stóra virðing fyri Platon og royndi at greiða frá jødadóminum við orðingum úr griksku filosofiini. Í bókini Heaven — A History stendur: „Við at skapa ein einastandandi samandrátt millum filosofiina hjá Platon og bíbilsku siðvenjuna slóðaði Filon fyri kristnum [og jødiskum] hugsarum í seinni tíðum.“ Hvat helt Filon um sálina? Bókin heldur áfram: „Eftir hansara fatan setir deyðin sálina aftur í upprunastøðuna, sum hon hevði áðrenn føðingina. Sálin hoyrir andaliga heiminum til, og tí verður tilveran í likaminum bert ein stokkutur, og ofta harmiligur tilburður.“ Av øðrum jødiskum hugsarum, sum trúðu á eina ódeyðiliga sál, kunnu nevnast Isaac Israeli, ein kendur jødiskur lækni úr 10. øld, og Moses Mendelssohn, ein týsk-jødiskur filosofur úr 18. øld.

7, 8. (a) Hvussu lýsir Talmud sálina? (b) Hvat sigur tann seinni jødiski loynilesnaðurin um sálina?

7 Ein bók, sum eisini hevur havt stóra ávirkan á jødiskt lív og jødiska hugsan, er Talmud — skrivligi samandrátturin av tí sonevndu munnligu lógini við viðmerkingum og uppískoytum, sum vórðu løgd aftrat seinni, og sum rabbinarar frá og við aðru øld eftir okkara tíðarrokning og fram til miðøldina savnaðu og ritstjórnaðu. „Rabbinarar Talmuds trúðu á framhaldandi tilveru sálarinnar eftir deyðan,“ sigur Encyclopaedia Judaica. Ja, Talmud talar eisini um, at tey deyðu hava samband við tey livandi. „[Rabbinararnir] trúðu, helst ávirkaðir av platonismuni, at sálirnar høvdu livað fyrr,“ stendur í Encyclopædia of Religion and Ethics.

8 Jødiski loynilesnaðurin, Kabbala, fer so langt sum til at læra reinkarnatión. Um hetta sigur The New Standard Jewish Encyclopedia: „Tað tykist, sum hugsanin stavar úr India. . . . Í Kabbala stendur hon fyrstu ferð í bókini Bahir, og síðani, úr Zohar og fram, er hon vanliga viðurkend av mystikarum, við tað at hon hevur ein týðandi leiklut í chassidiskari trúgv og bókmentum.“ Nú á døgum verður læran um reinkarnatión viðurkend víða hvar í Ísrael sum jødisk læra.

9. Hvat halda flestu bólkarnir í jødadóminum nú á døgum um ódeyðiligu sálina?

9 Læran um ódeyðiligu sálina kom sostatt inn í jødadómin við grikskari filosofiskari ávirkan, og hugtakið er nú á døgum viðurkent í teimum flestu jødisku bólkunum. Hvussu gjørdist læran ein trúarsetningur í kristinheiminum?

Kristnu kirkjurnar taka við hugsanum Platons

10. Hvat hevur ein kendur spanskur filosofur sagt um trúgv Jesusar á ódeyðiligu sálina?

10 Veruligur kristindómur byrjaði við Jesusi Kristi. Miguel de Unamuno, ein kendur spanskur filosofur og rithøvundur í 20. øld, skrivaði um Jesus: „Hann trúði á uppreisn holdsins í samsvar við jødiska hugsan, ikki á eina ódeyðiliga sál í samsvar við [grikska] platoniska hugsan. . . . Prógvini um hetta eru at finna í øllum reiðiligum útleggingum.“ Unamuno sigur at enda: „Ódeyðiliga sálin . . . er ein heiðin filosofiskur trúarsetningur.“

11. Nær fekk griksk filosofi fótin fastan í kristindóminum?

11 Nær fekk hesin ’heidni filosofiski trúarsetningurin’ fótin fastan í kristindóminum? Í New Encyclopædia Britannica stendur at lesa: „Úr miðjuni av 2. øld eftir føðing Krists fóru nøkur kristin, sum høvdu lært grikska filosofi, at kenna tørvin á at nýta orðingar haðani, tá tey skuldu greiða frá trúgv síni, bæði fyri at nøkta sítt egna intellekt og fyri at umvenda lærdar heidningar. Filosofiin, sum teimum dámdi best, var platonisman.“

12-14. Hvønn týdning høvdu Origenes og Augustin í samband við at sameina filosofi Platons og kristindómin?

12 Tveir slíkir filosofar, sum høvdu stóra ávirkan á trúarlæruna í kristinheiminum, vóru Origenes úr Aleksandria (uml. 185-254 e.o.t.) og Augustin úr Hippo (354-430 e.o.t.). Um teir lesa vit í New Catholic Encyclopedia: „Ikki fyrr enn við Origenes í kirkjuni eystanfyri og Augustin í kirkjuni vestanfyri varð sligið fast, at sálin var eitt andaligt tilfar, og tástani varð eitt filosofiskt hugtak smíðað viðvíkjandi náttúru hennara.“ Á hvørjum grundarlagi smíðaðu Origenes og Augustin hugtak sítt viðvíkjandi sálini?

13 Origenes var næmingur hjá Klemens úr Aleksandria, ið var „fyrsti kirkjufaðirin, sum skilliga lænti burtur úr grikskum frásagnum um sálina,“ sigur New Catholic Encyclopedia. Áskoðanir Platons viðvíkjandi sálini mugu hava havt stóra ávirkan á Origenes. „Inn í kristnu læruna bygdi [Origenes] alt tað rúma dramaið um sálina, sum hann tók frá Platon,“ skrivar gudfrøðingurin Werner Jaeger í The Harvard Theological Review.

14 Summi í kristinheiminum halda Augustin vera størsta hugsaran í fornøldini. Áðrenn hann 33 ára gamal tók við „kristnari“ trúgv, hevði hann stóran áhuga fyri filosofi og gjørdist nýplatonistur. * Eftir umvendingina var hugsunarháttur hansara framvegis nýplatoniskur. „Heilin á honum var ein bráðpanna, har átrúnin í Nýggja Testamenti og platoniska siðvenjan í griksku filosofiini smeltaðu fullkomiliga saman í eitt,“ sigur The New Encyclopædia Britannica. New Catholic Encyclopedia viðgongur, at ’læra [Augustins um sálina], sum varð normur í kirkjuni vestanfyri inntil endan av 12. øld, í mongum var tikin úr nýplatonismuni’.

15, 16. Broyttist kirkjunnar læra um ódeyðiligu sálina av tí vaksandi áhuganum fyri læru Aristotelesar í 13. øld?

15 Í 13. øld fekk læra Aristotelesar størri undirtøku í Europa, serstakliga tí verk hjá arabiskum vísmonnum, sum gjørdu nógv burtur úr at tulka skriftir Aristotelesar, komu út á latíni. Ein katólskur gudfrøðingur og filosofur, sum æt Thomas Aquinas, var nógv ávirkaður av hugsan Aristotelesar. Orsakað av skriftum Aqinasar fingu hugsanir Aristotelesar størri ávirkan á læru kirkjunnar enn áskoðanir Platons. Hetta hugrákið ávirkaði kortini ikki læruna um ódeyðiligu sálina.

16 Aristoteles lærdi, at sálin ikki kundi skiljast frá likaminum og ikki helt áfram at liva sítt egna lív eftir deyðan. Var nakað ævigt í menniskjanum, so var tað tað abstrakta ópersónliga intellektið. Henda áskoðanin á sálina var ikki í samsvar við kirkjunnar trúgv á eina persónliga sál, sum livdi víðari eftir deyðan. Tí broytti Thomas Aquinas áskoðan Aristotelesar á sálina og helt uppá, at ódeyðiligleiki sálarinnar kann prógvast við at nýta vit og skil. Kirkjunnar læra um ódeyðiligu sálina stóð sostatt óbroytt.

17, 18. (a) Broyttist læran um sálina við trúbótini í 16. øld? (b) Hvat trúgva tey flestu trúarsamfeløgini í kristinheiminum viðvíkjandi sálini?

17 Í 14. og 15. øld, tíðliga í renesansuni, kyknaði áhugin fyri Platon av nýggjum. Kenda Medici-ættin í Italia stovnaði eitt Platon-akademi í Firenze til tess at stuðla kanningini av filosofi Platons. Í 16. og 17. øld minkaði áhugin fyri Aristoteles. Trúbótin í 16. øld broytti ikki læruna um sálina. Hóast protestantisku umbótarfólkini vóru ímóti læruni um reinsingareldin, viðurkendu tey læruna um æviga revsing og æviga løn.

18 Læran um ódeyðiligu sálina er tí framvegis at finna í flestu trúarsamfeløgunum í kristinheiminum. Ein amerikanskur filosofur segði: „Hjá tí stóra meirilutanum í vestliga heiminum merkir átrúni tað sama sum ódeyðiligleiki — einki annað. Gud er tann, ið syrgir fyri ódeyðiligleika.“

Ódeyðiligleiki og islam

19. Nær byrjaði islam, og hvør var upphavsmaðurin?

19 Islam byrjaði, tá Muhamed um 40 ára aldur varð kallaður til profet. Teir flestu muslimarnir halda, at hann fekk opinberingar í einum tíðarskeiði, sum vardi 20 til 23 ár, frá umleið 610 e.o.t. til hann doyði í ár 632. Opinberingarnar standa í Koranini, heilagu bókini hjá muslimunum. Tá islam byrjaði, hevði platoniska læran um sálina fingið fótin fastan í jødadóminum og í kristindóminum.

20, 21. Hvat trúgva muslimar viðvíkjandi tí, sum er hinumegin?

20 Muslimar fata trúgv sína sum ta endaligu og seinastu av opinberingunum, ið vórðu givnar trúgvandi hebrearum og kristnum í forðum. Koranin vísir bæði til Hebraisku og Griksku Skriftirnar. Men í samband við læruna um ódeyðiligu sálina, víkur Koranin frá hesum skriftunum. Koranin lærir, at menniskjað hevur eina sál, sum livir víðari eftir deyðan. Hon talar eisini um uppreisn teirra deyðu, dómadag og endaligu lagnu sálarinnar — antin lív í einum himmalskum paradíshava ella revsing í einum brennandi helviti.

21 Muslimar meina, at sálin hjá tí deyða fer til Barzakh ella „skilnaðin“, „staðið ella stigið, ein kemur á eftir deyðan og áðrenn dómin“. (Sura 23:99, 100, The Holy Qur-an, undirgrein) Har veit sálin til sín, og hon upplivir antin tað, sum nevnist „revsing gravarinnar“, um persónurin hevur verið óndur, ella hon kennir sælu, um viðkomandi hevur verið trúfastur. Trúføst verða kortini eisini pínd í ávísan mun afturfyri tær fáu syndirnar, tey framdu í lívinum. Á dómadegi verður so æviga lagnan hjá tí einstaka avgjørd, og tá endar hetta millumstigið.

22. Hvørjar ymiskar teoriir um lagnu sálarinnar hava nakrir arabiskir filosofar sett fram?

22 Læran um ódeyðiligu sálina kom inn í jødadómin og kristindómin orsakað av platonisku ávirkanini, men í islam var hon longu úr byrjanini. Við hesum verður ikki sagt, at arabisk lærd ikki hava roynt at sameina islamska læru og grikska filosofi. Arabiski heimurin varð í veruleikanum nógv ávirkaður av skriftum Aristotelesar. Og kendir arabiskir filosofar, eitt nú Avicenna og Averroës, tóku støði í Aristotelesar hugsan og lýstu hana. Men tá teir royndu at sameina grikska hugsan og læru islams um sálina, komu teir fram við ósamsvarandi teorium. Til dømis segði Avicenna, at persónliga sálin er ódeyðilig, meðan Averroës bar fram próvgrundir ímóti tí. Og kortini er læran um deyðiligu sálina framvegis at finna í muslimsku trúnni.

23. Hvørja støðu hava jødadómurin, seinni kristindómurin og islam til ódeyðiligu sálina?

23 Sum skilst, er trúarlæran um ódeyðiligu sálina bæði at finna í jødadóminum, tí seinna kristindóminum og í islam.

[Undirgrein]

^ par. 14 Ein, ið tók undir við nýplatonismuni, eini nýggjari fatan av filosofiini hjá Platon, sum Plotinos setti fram í triðju øld í Róm.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 14]

Hertøkurnar hjá Aleksander Mikla høvdu við sær, at jødisk mentan varð nógv ávirkað av grikskari mentan

[Myndir á síðu 15]

Origenes, ovast, og Augustin royndu at blanda platoniska filosofi og kristindóm

[Myndir á síðu 16]

Avicenna, ovast, segði, at persónliga sálin er ódeyðilig. Averroës bar fram próvgrundir ímóti hesum