Ein trygg vón
Ein trygg vón
„Frá somu løtu, eitt menniskja verður føtt, er møguleikin fyri, at tað kann doyggja, altíð hjástaddur; tað grettir ikki, at møguleikin eisini verður royndur lutur.“ — Enski søgufrøðingurin Arnold Toynbee.
1. Hvat hevur mannaættin verið noydd at lata sær lynda, og hvørjar spurningar reisir tað?
HVØR kann siga nakað ímóti hesi søguligu sannroynd? Menniskjað hevur altíð verið noytt at ganga undir deyðans ræðuliga veruleika. Vit standa so hjálparleys, tá vit missa ein, vit eru góð við! Missurin tykist heilt óbøtiligur. Skulu vit nakrantíð aftur vera saman við okkara kæru, sum eru deyð? Hvør vón er í Bíbliuni fyri tey deyðu? Hugsa um frásøguna niðanfyri.
’Vinur okkara er deyður’
2-5. (a) Hvussu vísti Jesus, tá vinurin Lazarus doyði, at hann var fúsur og førur fyri at reisa hann upp frá deyðum? (b) Hvat elvdi hetta undrið til, umframt at Lazarus fekk lívið aftur?
2 Hetta var ár 32 e.o.t. Í lítla býnum Betania, tríggjar kilometrar uttan fyri Jerusalem, búði Lazarus við systrum sínum, Martu og Mariu. Tey vóru øll tætt knýtt at Jesusi. Ein dagin gjørdist Lazarus illa sjúkur. Tær stúrnu systrarnar sendu alt fyri eitt boð til Jesusar, sum var staddur hinumegin Jordanánna. Jesus var sera góður við Lazarus og systrar hansara og fór tí til Betania. Á vegnum hagar segði Jesus við lærisveinar sínar: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.“ Lærisveinarnir skiltu ikki beinanvegin, hvat hann meinti, og tí segði Jesus bart út: „Lazarus er deyður.“ — Jóhannes 11:1-15.
3 Tá Marta frætti, at Jesus var á ferð til Betania, rann hon út ímóti honum. Jesus varð ógvuliga rørdur, tá hann sá sorg hennara, og hann lovaði henni: „Bróðir tín skal rísa upp aftur!“ Marta svaraði: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“ So segði Jesus: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva (koma aftur til lívs, NV), um hann so doyr.“ — Jóhannes 11:20-25.
4 Jesus fór nú til grøvina og gav boð um at taka steinin burtur frá inngongdini. Hann bað hart og segði: „Lazarus, kom út!“ Og meðan øll eygu vóru vend móti grøvini, kom Lazarus út! Jesus vakti Lazarus upp frá deyðum. Hann gav manni, sum hevði verið deyður í fýra dagar, lívið aftur! — Jóhannes 11:38-44.
5 Marta trúði longu lyftinum um eina uppreisn. (Jóhannes 5:28, 29; 11:23, 24) At Lazarus við einum undri fekk lívið aftur, styrkti hana í trúnni, og tað hevði eisini við sær, at onnur fingu trúgv. (Jóhannes 11:45) Men hvat merkir orðið „uppreisn“ í grundini?
„Hann skal rísa upp“
6. Hvat merkir orðið „uppreisn“?
6 Orðið „uppreisn“ er týtt úr grikska orðinum anaʹstasis, sum orðarætt merkir „at standa uppaftur“. Tey, sum týddu úr grikskum til hebraiskt, endurgóvu anaʹstasis við hebraisku orðunum techījathʹ hammethīmʹ, sum merkja „at uppafturlívga * Ein uppreisn ber í sær, at personurin rísur úr lívleysu støðu deyðans, og at lívsmynstrið hjá viðkomandi gerst virkið aftur.
tey deyðu“.7. Hví verður tað ikki trupult hjá Jehova Gudi og Jesusi Kristi at reisa menniskju upp frá deyðum?
7 Jehova Gud hevur óavmarkaðan vísdóm og fullkomið minni, tí kann hann lætt vekja eitt menniskja upp frá deyðum. Hann hevur ikki ilt við at minnast lívsmynstrið hjá teimum deyðu — persónliga lyndið, lívssøguna og allar detaljur í identiteti teirra. (Job 12:13; samanber Esaias 40:26.) Hartil kemur, at Jehova er Skapari lívsins. Hann kann tí sum einki geva einum persóni lívið aftur við at geva honum ella henni somu persónmenskuna í einum nýgjørdum likami. Sum dømið við Lazarusi vísir, er Jesus Kristus eisini førur fyri og fúsur at geva teimum deyðu eina uppreisn. — Samanber Lukas 7:11-17; 8:40-56.
8, 9. (a) Hví samsvarar læran um uppreisnina ikki við læruna um ódeyðiligu sálina? (b) Hvat kann seta deyðan úr gildi?
8 Bíbilska læran um eina uppreisn samsvarar kortini ikki við læruna um ódeyðiligu sálina. Var ein ódeyðilig sál til, sum livdi víðari eftir deyðan, hevði tað ikki verið neyðugt, at nakar fekk eina uppreisn og varð livandi aftur. Tað, sum Marta segði, vísir, at hon ikki trúði, at ein ódeyðilig sál livdi víðari aðrastaðni eftir deyðan. Hon trúði ikki, at Lazarus framvegis var á lívi í eini andaverð. Harafturímóti segði hon seg trúgva, at Gud hevur í hyggju at strika deyðans árin. Hon segði: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“ (Jóhannes 11:23, 24) Lazarus segði heldur einki um eitt lív eftir deyðan. Einki var at siga.
9 Sambært Bíbliuni síggja vit týðiliga, at sálin doyr, og at einki uttan uppreisnin kann seta deyðan úr gildi. Men síðan fyrsta menniskjað, Ádam, livdi, eru fleiri milliardir deyðar. Hvør fær eina uppreisn, og hvar?
„Øll tey, sum eru í grøvunum“
10. Hvat lovaði Jesus viðvíkjandi teimum, sum eru í grøvunum?
10 Jesus Kristus segði: „Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum (minnigrøvunum, NV), skulu hoyra rødd Hansara [Jesusar]. Og tey skulu koma fram.“ (Jóhannes ) Jesus Kristus lovaði við øðrum orðum, at øll sum eru í minni Guds, skulu rísa upp. Milliardir hava livað og eru deyðar. Hvør er goymdur í Guds minni við eini uppreisn í væntu? 5:28-30
11. Hvør fær eina uppreisn?
11 Tað eru tey, sum vóru tænarar Jehova, og sum fylgdu rættferðar vegi. Men umframt tey eru milliónir deyðar av fólki, sum ikki hava gjørt greitt, um tey vildu fylgja Guds rættvísu normum. Antin vóru tey óvitandi um tað, Jehova kravdi, ella lukkaðist teimum ikki at gera tær neyðugu broytingarnar. Slík menniskju eru eisini í Guds minni og skulu rísa upp, tí Bíblian lovar: „Uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ — Ápostlasøgan 24:15.
12. (a) Hvørja sjón av uppreisnini fekk Jóhannes ápostul? (b) Hvat verður „kastað í eldsjógvin“, og hvat merkir henda orðingin?
12 Jóhannes ápostul fekk eina hugtakandi sjón av nøkrum, sum vóru risin upp, og sum stóðu framman fyri hásæti Guds. Hann greiddi frá tí við orðunum: „Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum. Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin — eldsjógvurin.“ (Opinberingin 20:12-14) Hugsa tær, hvat hetta ber í sær! Øll tey deyðu, sum eru í Guds minni, verða loyst úr deyðaríkinum, felags grøv mannaættarinnar. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 2:31) Síðan verða „deyðin og deyðaríkið“ kastað í tað, sum nevnist „eldsjógvurin“, og sum ímyndar fullkomiliga týning. Felags grøv mannaættarinnar skal altso ikki longur vera til.
Hvar verður uppreisnin?
13. Hví gevur Gud summum uppreisn til lív í himli, og hvat likam gevur Jehova teimum?
13 Eitt lítið tal av monnum og kvinnum rísa upp til lív í himli. Har skulu tey sum kongar og prestar við Kristusi vera við til at bøta aftur allar avleiðingar av tí deyðanum, sum menniskju fingu í arv eftir fyrsta menniskjanum, Ádami. (Rómbrævið 5:12; Opinberingin 5:9, 10) Sambært Bíbliuni eru tey einans 144.000 í tali, og tey vórðu vald burtur úr Jesu Krists lærisveinum frá og við teimum trúføstu ápostlunum. (Lukas 22:28-30; Jóhannes 14:2, 3; Opinberingin 7:4; 14:1, 3) Jehova gevur hvørjum einstøkum av hesum upprisnu eitt andalikam, so tey kunnu liva í himli. — 1 Korintbræv 15:35, 38, 42-45; 1 Pætur 3:18.
14, 15. (a) Hvar fáa nógv tey flestu av teimum deyðu eina uppreisn? (b) Hvørjar signingar fáa lýðin menniskju?
14 Nógv tey flestu av teimum deyðu rísa kortini upp til lív her á jørðini. (Sálmur 37:29; Matteus 6:10) Hvussu verður jørðin til ta tíð? Nú á døgum er hon full av ófriði, blóðúthelling, dálking og harðskapi. Fingu tey deyðu lívið aftur á eini slíkari jørð, hevði eydnan bert verið stokkut. Men Skaparin hevur lovað, at hann skjótt skal gera enda á hesi heimsskipanini, sum Satan hevur ræði á. (Orðtøkini 2:21, 22; Dániel 2:44) Og so verður eitt rættvíst, nýtt menniskjasamfelag — ’ein nýggj jørð’ — veruleiki. (2 Pætur 3:13) Tá sigur eingin, ’sum býr har: „Eg eri sjúkur.“’ (Esaias 33:24) Ja, óttin fyri deyðanum verður eisini burtur, tí Gud „skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:4.
15 Í nýggja heiminum, sum Gud hevur givið lyfti um, skulu ’hini eyðmjúku gleðast í nógvum friði’. (Sálmur 37:11) Ein himmalsk stjórn við Jesusi Kristi og teimum 144.000 samkongum hansara skulu syrgja fyri, at tann lýdna mannaættin so við og við fær fullkomileikan aftur, sum fyrstu foreldur okkara, Ádam og Eva, mistu. Millum teirra, sum búgva á jørðini, verða eisini teyupprisnu. — Lukas 23:42, 43.
16-18. Hvørja gleði hevur uppreisnin við sær fyri allar familjur?
16 Bíblian gevur okkum eina hóming av Lukas 7:11-17) Tá Jesus einaferð seinni nærindis Galileavatninum gav eini 12 ára gamlari gentu lívið aftur, vórðu foreldur hennara „heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey“. — Markus 5:21-24, 35-42; les eisini Fyrru Kongabók 17:17-24; Seinnu Kongabók 4:32-37.
gleðini, sum uppreisnin gevur familjunum. Hugsa tær, hvussu lukkulig einkjan úr Nain varð, tá Jesus steðgaði líkfylginum og vakti einasta son hennara frá deyðum! (17 Fyri milliónir, sum nú í tíðini sova svøvn deyðans, merkir uppreisnin, at tey fáa lívið aftur í einum friðsælum, nýggjum heimi. Hugsa tær, hvat tað merkir fyri Tommy og handilsmannin, sum stóðu nevndir fyrst í heftinum! Tá Tommy vaknar til lívið í Paradísinum á jørðini, verður hann tann sami Tommy, sum mamma hansara kendi — men hann verður ikki sjúkur. Hon kann nerta við hann, halda um hann og vísa, at hon er góð við hann. Handilsmaðurin úr India er ikki fangaður í einari næstan endaleysari ringrás av endurføðingum, men letur eyguni upp í Guds nýggju verð og sær synir sínar.
18 At kenna sannleikan um sálina, um hvat ið hendir okkum, tá vit doyggja, og um uppreisnarvónina kann eisini hava stóran týdning fyri okkum, sum liva nú á døgum. Latið okkum vita hvussu.
[Undirgrein]
^ par. 6 Orðið „uppreisn“ stendur ikki í Hebraisku Skriftunum, men talað verður kortini skilliga um uppreisnarvónina í Job 14:13, Dániel 12:13 og Hoseas 13:14.
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 26]
Uppreisnin elvir til varandi gleði