SPURNINGUR 19
Hvat finnur tú í teimum ymisku bókunum í Bíbliuni?
HEBRAISKU SKRIFTIRNAR („GAMLA TESTAMENTI“)
MÓSEBØKURNAR (5 BØKUR):
1, 2, 3, 4 og 5 Mósebók
Frá skapanini til forna tjóðin Ísrael varð grundað
SØGULIGAR BØKUR (12 BØKUR):
Josva, Dómararnir, Rutt
Ísrael leggur lovaða landið undir seg og hendingar eftir hetta
1 og 2 Sámuel, 1 og 2 Kongabók, 1 og 2 Krønikubók
Søga Ísraels fram til oyðing Jerusalems
Ezra, Nehemias, Ester
Søga jødanna eftir útlegdina í Bábel
SKALDSKAPUR (5 BØKUR):
Job, Sálmarnir, Orðtøkini, Prædikarin, Hásongurin
Vísdómsorð og sangir
PROFETISKAR BØKUR (17 BØKUR):
Esaias, Jeremias, Sorgarsongirnir, Ezekiel, Dániel, Hoseas, Jóel, Amos, Obadias, Jónas, Mika, Nahum, Habakkuk, Zefanias, Haggai, Zakarias, Malakias
Profetiir, ella fyriboðanir, um Guds fólk
KRISTNU GRIKSKU SKRIFTIRNAR („NÝGGJA TESTAMENTI“)
EVANGELIINI (4 BØKUR):
Matteus, Markus, Lukas, Jóhannes
Lív og tænasta Jesusar
ÁPOSTLASØGAN (1 BÓK):
Søgan um hvussu kristna samkoman byrjaði og fór at boða trúnna
BRØV (21 BØKUR):
Rómbrævið, 1 og 2 Korintbræv, Galatiabrævið, Efesusbrævið, Filippibrævið, Kolossebrævið, 1 og 2 Tessalonikabræv
Brøv til ymiskar kristnar samkomur
1 og 2 Timoteus, Titus, Filemon
Brøv til einstaklingar í kristnu samkomuni
Hebrearabrævið, Jákup, 1 og 2 Pætur, 1, 2 og 3 Jóhannes, Judas
Onnur brøv til kristin
OPINBERINGIN (1 BÓK):
Ein røð av profetiskum sjónum, sum vórðu givnar Jóhannesi ápostli