Eitt innlit í Guds orð
Bíblian er Guds orð, ella boðskapur, til okkara. Hon vísir okkum, hvussu vit fáa eitt gott lív, og hvussu vit fáa Guds tokka. Hon svarar eisini hesum spurningunum:
SOLEIÐIS FINNUR TÚ BÍBLIUØRINDI
Í Bíbliuni eru 66 smærri bøkur. Hon er í tveimum pørtum: Hebraisk-arameisku skriftirnar („Gamla testamenti“) og Griksku skriftirnar („Nýggja testamenti“). Allar bøkurnar í Bíbliuni eru býttar upp í kapitlar og ørindi. Tá ið víst verður til eitt bíbliuørindi, sipar fyrsta talið eftir navnið á bókini til kapittulin, og seinna talið til ørindið. Til dømis vísir 1 Mósebók 1:1 til Fyrstu Mósebók, kapittul 1, ørindi 1.