Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu klári eg at standa ímóti trýstinum til at hava sex?

Hvussu klári eg at standa ímóti trýstinum til at hava sex?

 „Tá ið eg gekk í skúla, og onkur fortaldi, at tey høvdu havt sex, so hildu øll hini, at tey eisini máttu prøva tað. Tað er jú eingin, sum vil vera øðrvísi.“ – Elaine, 21.

 Hevur tú nakrantíð følt teg trýstan til at hava sex, bara tí tað sá út til, at øll onnur høvdu havt sex?

 Hevur onkur, sum tú vart góður við, nakrantíð roynt at tvinga teg til at hava sex?

 Um so er, kann henda greinin hjálpa tær at standa ímóti trýstinum frá øðrum og at takkla tínar egnu kenslur, so tú kanst taka góðar avgerðir.

 Mytur og fakta

 MYTA: Øll hava sex uttan eg.

 FAKTA: Ein kanning vísir, at tvey út av trimum 18 ára gomlum siga, at tey longu hava havt sex. Men tað merkir so eisini, at nógv – meira enn 30 prosent – ikki hava. So tað eru ikki øll, sum hava havt sex.

 MYTA: Sex ger, at vit hava tað nógv betri saman.

 FAKTA: Hetta siga nakrir dreingir, tí teir vilja yvirtala eina gentu til at hava sex við sær. Men tað passar ikki. Tað hendir alt for ofta, at ein drongur ger tað liðugt við eina gentu, tá ið tey hava havt sex. Gentan verður sjálvandi kedd og ill, tí hon helt, at hann var forelskaður í henni, og at tey høvdu nakað saman. a

 MYTA: Bíblian sigur, at tað er skeivt at hava sex.

 FAKTA: Bíblian sigur ikki, tað er skeivt at hava sex, men hon sigur, at tað bara skal vera millum ein mann og eina konu, sum eru gift við hvørjum øðrum. – 1. Mósebók 1:28; 1. Korintbræv 7:3.

 MYTA: Eg hevði havt eitt keðiligt lív, viss eg skuldi livað eftir Bíbliuni.

 FAKTA: Tú verður nógv glaðari, um tú bíðar við at hava sex, til tú verður giftur. Tí um tú hevur sex, áðrenn tú verður giftur, kann tað hava nógvar stúranir við sær, tú kanst angra tað, og tú kanst eisini føla teg ótryggan.

 Niðurstøðan: Tað hevur ongantíð verið til skaða fyri nakran at bíða við at hava sex, til mann er giftur. Men tað hevur tað, um mann hevur havt sex, áðrenn hjúnabandið.

 Hvussu kanst tú standa ímóti trýstinum til at hava sex?

  •   Halt fast við tað, sum tú veitst er rætt. Bíblian sigur, at tey, sum eru búgvin, ’hava vant sansarnar at skilja millum gott og ilt’. (Hebrearabrævið 5:14) Av tí at tey eru sannførd um, at moralnormarnir í Bíbliuni eru gagnligir, er tað ikki lætt hjá øðrum at fáa tey at gera nakað skeivt.

     „Eg royni virkuliga at gera tað rætta og at hava eitt gott umdømi, og eg vil ikki gera nakað, sum kann oyðileggja tað.“ – Alicia, 16.

     Hugsa um hetta: Hvat umdømi vilt tú gjarna hava? Vilt tú virkuliga loyva, at tað umdømið verður oyðilagt, bara tí tú vilt, at onnur skulu dáma teg?

  •   Hugsa um avleiðingarnar. Bíblian sigur: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ (Galatiabrævið 6:7) Hugsa um, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið fyri teg og hin partin, um tú gavst eftir fyri trýstinum til at hava sex. b

     „At hava sex, áðrenn mann er giftur, kann ofta geva skuldarkenslur, fáa ein at angra tað og geva eina kenslu av, at mann ikki er elskaður. Og so kann mann eisini blíva upp á vegin uttan at vilja tað ella fáa eina kynssjúku.“ – Sienna, 16.

     Hugsa um hetta: Í bókini Sex Smart verður spurt: „Royna tínir vinir at fáa teg at gera nakað, sum kann geva tær trupulleikar? Heldur tú so, at tað er smart at vera saman við teimum og lurta eftir teirra ráðum um týðandi spurningar í lívinum?“

  •   Hav røttu áskoðanina. Sex er ikki skeivt. Faktiskt sigur Bíblian, at ein maður og ein kona, sum eru gift við hvørjum øðrum, skulu gleðast um at hava sex. – Orðtøkini 5:18, 19.

     „Sex er ein gáva frá Gudi, sum hann vil, at vit skulu gleðast um, men bara saman við tí vit eru gift við.“ – Jeremy, 17.

     Hugsa um hetta: Viss tú verður giftur einaferð, kanst tú eisini gleðast um at hava sex. Og tá sleppur tú undan øllum teimum negativu avleiðingunum, sum eru nevndar fyrr í greinini.

a Tað eru ikki altíð dreingirnir, sum noyða eina gentu til at hava sex. Tað kann eisini vera øvut.

b Avleiðingarnar kunnu millum annað vera, at gentan verður upp á vegin, uttan at nakar av teimum ætlaði tað. Og alt eftir, hvussu gomul tey eru, sum hava havt sex, kunnu løgfrøðiligir spurningar stinga seg upp í sambandi við kynsligan lágaldur.