Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat skal eg gera, viss foreldrini skulu skiljast?

Hvat skal eg gera, viss foreldrini skulu skiljast?

 Eitt tað ringasta, sum børn og ung kunnu koma út fyri, er, at foreldrini skulu skiljast. Viss tú ert í tí støðuni, hvat kann so hjálpa tær at takkla tað?

Í hesi greinini:

 Trý ting, tú ikki skalt gera

 1. Ikki føla, at tað er tín skyld

 „Mamma mín segði einaferð, at allir trupulleikarnir, sum hon og babba høvdu, byrjaðu, tá ið eg bleiv fødd. So eg helt, at tað var mín skyld, at tað endaði galið hjá teimum.“ – Diana.

 Minst til: Hjúnaskilnaðurin hevur einki við teg at gera. Foreldrini hjá tær skulu skiljast, tí tey ikki klára upp. Tað er ikki tín skyld, at tey hava trupulleikar, og tú kanst heldur ikki loysa teir. Tað er teirra ábyrgd at loysa trupulleikarnar, sum tey hava í hjúnabandinum.

 „Ein og hvør skal bera sína egnu byrði.“ – Galatiabrævið 6:5.

 2. Ikki blíva illur og beiskur

 „Eg eri so ill við pápa mín, tí hann var ótrúgvur ímóti mammu. Eg veit ikki, um eg nakrantíð fari at líta á hann aftur.“ – Rianna.

 Minst til: Tú ert sikkurt illur og frustreraður um tað, sum er hent millum mammu tína og pápa tín, og tað er ikki so løgið. Men tað er ikki sunt fyri teg at ganga runt og vera illur. Tað kann vera til skaða fyri teg sjálvan, bæði kropsliga og kensluliga. Tað at blíva við at vera illur er blivið samanborið við at drekka gift og so bíða eftir, at tann persónurin, sum mann er illur við, skal blíva sjúkur. a

 „Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara.“ – Sálmur 37:8.

 3. Ikki ivast í, at kanst fáa eitt lukkuligt hjúnaband

 „Eg eri so bangin fyri, at eg fari at gera tey somu býttu tingini, sum babba gjørdi. Eg blívi við at hugsa, at viss eg blívi gift og fái børn, so fari eg heilt sikkurt at oyðileggja alt og blíva skild líkasum foreldrini hjá mær.“ – Jessica.

 Minst til: Tað at hjúnabandið hjá foreldrunum miseydnaðist, merkir ikki, at títt hjúnaband fer at miseydnast. Tú kanst faktiskt læra nakað av tí, sum hendi, tá ið foreldrini hjá tær blivu skild. Til dømis finnur tú kanska út av, hvussu tú gjarna vilt hava, at ein hjúnafelagi skal vera. Og tað kann eisini geva tær hug til at arbeiða upp á nakrar eginleikar, sum kunnu hjálpa tær at blíva ein betri maður ella kona, viss tú einaferð skalt giftast.

 „Ein og hvør royni sítt egna verk.“ – Galatiabrævið 6:4.

Tað tekur tíð at koma fyri seg aftaná, at foreldrini eru blivin skild. Tað er líkasum, viss mann hevur brotið beinið. Mann hevur ilt í fyrstani, men tað skal nokk blíva betri

 Trý ting, tú kanst gera

 1. Tosa við onkran. Viss mann ikki tosar við nakran um sínar negativu kenslur, kann mann fáa tað øgiliga ringt. Og tað kann føra til, at mann fær nakrar skaðiligar vanar, sum til dømis at drekka for nógv ella taka rúsevni. Í staðin fyri at gera tað, kanst tú heldur royna hetta:

 Tosa við foreldrini. Viss pápi tín ella mamma tín, ella bæði tvey, royna at draga teg inn í teirra trupulleikar, mást tú upp á ein róligan, men bestemtan máta siga við tey, hvussu tað ávirkar teg. Og viss tú følir, at tað er ringt at siga tað við tey, kanst tú skriva tað í einum brævi í staðin fyri.

 Tosa við ein góðan vin. Tað er øgiliga gott at tosa við ein, sum veruliga lurtar. Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

 Tosa við hann, sum hevur skapt teg. Jehova Gud er altíð klárur at lurta eftir tær. Bíblian sigur, at hann „hoyrir bønir“. (Sálmur 65:3) Hon sigur eisini: „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.

  •   Hvønn av foreldrunum kanst tú tosa róliga við?

  •   Hevur tú ein vin (á tínum egna aldri ella ein vaksnan), sum tú hevur álit á, og sum tú følir, at tú kanst tosa við, tá ið tú hevur brúk fyri tí?

  •   Hvørji ítøkilig ting hevur tú hug at tosa við Gud um?

 2. Royn at venja teg við tær nýggju umstøðurnar

 Tá ið foreldrini blíva skild, kann tað hava nógvar broytingar við sær. Tað kann vera, at tú skalt flyta, byrja í einum nýggjum skúla, finna nýggjar vinir, og at tit hava minni at liva fyri. Tað er ikki so løgið, viss tú heldur, at tað er stressandi og frustrerandi. Tú følir kanska, at lívið er vent upp og niður. Hvat kann gera tað lættari hjá tær at takkla allar broytingarnar? Royn at fokusera uppá, hvussu tú kanst venja teg við tær nýggju umstøðurnar.

  •   Hvat hevur verið tann størsta broytingin hjá tær, eftir at foreldrini eru blivin skild?

  •   Hvat kanst tú gera fyri at venja teg við ta broytingina?

 „Eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi.“ – Filippibrævið 4:11, Dahl/Viderø.

 3. Minst til tínar sterku síður

 Viss foreldrini hjá tær blíva skild, kanst tú blíva bangin og forvirraður. Men tað kann eisini gera, at tú uppdagar nakrar av tínum sterku síðum. Og tað kann enntá vera, at tú fert at duga okkurt betur. Jeremy, sum var 13 ára gamal, tá ið foreldrini blivu skild, sigur: „Tá ið mamma og babba fóru frá hvørjum øðrum, lærdi eg at taka størri ábyrgd. Av tí at eg var tann elsti av systkjunum, mátti eg hjálpa mammu meira og eisini taka mær av lítlabeiggja.“

Tað, at foreldrini hjá tær eru blivin skild, kann fáa teg at taka størri ábyrgd heima

  •   Hvørjar sterkar síður hevur tú uppdagað hjá tær sjálvum?

  •   Hvat vilt tú gjarna duga betur?

 „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm.“ – 2. Timoteusarbræv 3:16.