UNG SPYRJA
Hvat kann eg gera, um eg verði happaður á netinum?
Hvat eigur tú at vita?
Tað er lætt at happa á netinum. Internetið „kann fáa sjálvt fitt børn at vera órein, tí tey ikki noyðast at vísa, hvørji tey eru“, sigur bókin CyberSafe.
Nøkur eru lættari at happa enn onnur. Tað kundi verið tey, sum ikki siga so nógv, virka øðrvísi ella hava lágt sjálvsvirði.
At verða happaður á netinum hevur álvarsligar avleiðingar. Tað kann føra til einsemi og tunglyndi, og tað hevur enntá fingið nøkur at gera sjálvmorð.
Hvat kanst tú gera?
Spyr fyrst teg sjálvan: ’Er talan veruliga um happing?’ Viðhvørt siga fólk okkurt særandi, uttan at tað er illa meint. Tá ið tað hendir, er gott at fylgja hesum góða ráðnum úr Bíbliuni:
„Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!“ – Prædikarin 7:9.
Men tá ið onkur við vilja særir, eyðmýkir ella hóttir onkran á netinum, so er talan um happing.
Um tú verður happaður á netinum, mást tú minnast til hetta: Tað, sum tú gert, kann antin gera støðuna betri ella verri. Fylg einum ella fleiri av hesum uppskotunum:
Lat sum luft. „Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin.“ – Orðtøkini 17:27.
Ein orsøk til at hetta ráðið riggar: „Høvuðsendamálið hjá happarum er at fáa tann, teir happa, at øsa seg,“ skrivar Nancy Willard í bókini Cyberbullying and Cyberthreats. „Verður tú illur, tá ið onkur happar teg, letur tú í veruleikanum happaran stýra tínum kenslum.“
Niðurstøðan: Viðhvørt er besta svarið einki svar.
Lat vera at hevna teg. Bíblian sigur: „Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð.“ – 1. Pætursbræv 3:9.
Ein orsøk til at hetta ráðið riggar: „Illsinni vísir, at tú ert veikur, og tað elvir til meira happing,“ sigur bókin Cyber-Safe Kids, Cyber-Savvy Teens. Um tú hevnir teg, kann tað virka sum, at tú hevur líka nógva skyld í trupulleikanum sum happarin.
Niðurstøðan: Legg ikki meira brenni á bálið.
Ger nakað. Bíblian sigur: „Lat teg ikki vinna av hinum illa.“ (Rómbrævið 12:21) Tú kanst gera nakað fyri at steðga happingini – uttan at gera støðuna verri.
Til dømis:
Blokera viðkomandi, sum sendir boðini. „Tað, sum tú ikki lesur, fært tú ikki ilt av,“ sigur bókin Mean Behind the Screen.
Goym øll prógvini, hóast tú ikki lesur tey. Tað vil siga alt, sum tú fært, sms-boð, beinleiðis boð, teldubrøv og tað, sum verður lagt á sosialar miðlar ella bloggar, taluboð ella annað slag av samskifti.
Sig við happaran, at hann skal gevast. Send eini greið boð, sum ikki eru ávirkað av kenslum. Tú kundi til dømis skrivað:
„Halt uppat at skriva til mín.“
„Strika tað, sum tú hevur lagt út.“
„Um tú ikki heldur uppat, fari eg víðari við tí.“
Royn at fáa størri sjálvsálit. Hugsa meira um tínar sterku síður enn um tínar veiku síður. (2. Korintbræv 11:6) Nethapparar leggja eftir teimum, sum virka veik, akkurát sum allir aðrir happarar gera.
Sig tað við ein vaksnan. Tosa fyrst við foreldrini hjá tær. Tú kanst eisini melda tað til heimasíðuna ella veitaran, sum happarin brúkar. Er talan um eina álvarsliga støðu, noyðast tú og foreldrini kanska at boða skúlanum frá, at melda tað til politiið ella enntá at leita tykkum løgfrøðiliga hjálp.
Niðurstøðan: Tú kanst gera nakað fyri at steðga happingini ella í minsta lagi fyri ikki at verða alt ov ávirkaður av henni.