Er søgan um Nóa og vatnflóðina bara ein myta?
Bíblian svarar
Vatnflóðin fór veruliga fram. Gud læt hana koma, tí hann vildi forkoma teimum óndu menniskjunum, men hann fekk Nóa at byggja eina ørk fyri at bjarga teimum góðu menniskjunum og dýrunum. (1. Mósebók 6:11-20) Vit kunnu líta á, at vatnflóðin veruliga fór fram, tí frásøgan um hana stendur skrivað í Bíbliuni, sum er „innblást av Gudi“. – 2. Timoteusarbræv 3:16.
Sonn søga ella ævintýr?
Bíblian vísir, at Nóa veruliga hevur livað, og at vatnflóðin var ein verulig hending, ikki ein myta.
Bíbliuskrivararnir trúðu, at Nóa hevði livað. Bíbliuskrivararnir Ezra og Lukas vóru dugnaligir søgufrøðingar, og báðir tóku Nóa við í ættartalvuna hjá tjóðini Ísrael. (1. Krønikubók 1:4; Lukas 3:36) Evangelistarnir Matteus og Lukas skrivaðu tað niður, sum Jesus segði um Nóa og vatnflóðina. – Matteus 24:37-39; Lukas 17:26, 27.
Hartil kemur, at profeturin Ezekiel og ápostulin Paulus lýstu Nóa sum eina fyrimynd í trúgv og rættvísi. (Ezekiel 14:14, 20; Hebrearabrævið 11:7) Hevði nakað høpi verið í, at teir báðir bíbliuskrivararnir tóku ein uppspunnan persón fram sum eitt dømi at halda seg til? Nei, Nóa og onnur trúgvandi fólk nevnast í Bíbliuni sum fyrimyndir, og teimum kunnu vit taka eftir, júst tí tey vóru veruligir persónar. – Hebrearabrævið 12:1; Jákupsbrævið 5:17.
Bíblian gevur neyvar upplýsingar um vatnflóðina. Bíbilska frásøgan um vatnflóðina byrjar ikki við orðum sum til dømis „einaferð var tað ... “ sum í einum ævintýri. Tvørturímóti nevnir Bíblian nágreiniliga árið, mánaðin og dagin, tá ið hendingarnar í sambandi við vatnflóðina fóru fram. (1. Mósebók 7:11; 8:4, 13, 14) Hon nevnir eisini mátini á ørkini, sum Nóa bygdi. (1. Mósebók 6:15) Hetta vísir, at vatnflóðin sambært Bíbliuni var ein verulig hending, ikki eitt ævintýr.
Hví kom vatnflóðin?
Um tíðina áðrenn vatnflóðina sigur Bíblian, at „óndskapurin í menniskjunum var stórur“. (1. Mósebók 6:5) Hon sigur eisini, at „jørðin var spilt fyri eygum Guds“, tí hon var full av harðskapi og kynsligum ómorali. – 1. Mósebók 6:11; Judasarbrævið 6, 7.
Bíblian sigur, at trupulleikarnir fyri ein stóran part stóðust av óndum einglum, sum vóru farnir úr himlinum og niður á jørðina, tí teir vildu hava kynsligt samband við kvinnur. Hesir einglarnir fingu avkom, ið verður lýst sum risar, og teir vóru orsøk til nógvan skaða og stóra neyð hjá menniskjum. (1. Mósebók 6:1, 2, 4) Gud tók avgerð um at reinsa óndskapin burtur av jørðini og lata góð menniskju byrja av nýggjum. – 1. Mósebók 6:6, 7, 17.
Vistu fólk av, at vatnflóðin fór at koma?
Ja. Gud fortaldi Nóa, hvat fór at henda, og bað hann byggja eina ørk fyri at bjarga familjuni og dýrunum. (1. Mósebók 6:13, 14; 7:1-4) Nóa ávaraði fólk um komandi vatnflóðina, men eingin læt við seg koma. (2. Pætursbræv 2:5) Bíblian sigur: „Tey vitstu av ongum, fyrrenn flóðin kom og tók tey øll.“ – Matteus 24:37-39.
Hvussu sá ørkin út?
Ørkin var ein stórur avlangur kassi, umleið 133 metrar langur, 22 metrar breiður og 13 metrar høgur. a Ørkin var úr harpikskendum viði og smurd við tjøru bæði innan og uttan. Hon hevði tríggjar hæddir, ella dekk, og nógv rúm. Ein hurð var á síðuni, og eitt vindeyga var eyðsýniliga allan vegin runt í erva. Tað tykist, sum ørkin hevði eina tekju við lágari reising í miðjuni, so vatnið kundi renna av. – 1. Mósebók 6:14-16.
Hvussu langa tíð tók tað Nóa at byggja ørkina?
Bíblian sigur ikki, hvussu langa tíð tað tók Nóa at byggja ørkina, men hann tykist at hava brúkt fleiri áratíggju. Nóa var meiri enn 500 ára gamal, tá ið hann fekk fyrsta sonin, og hann var 600 ár, tá ið vatnflóðin kom. b – 1. Mósebók 5:32; 7:6.
Eftir øllum at døma gingu umleið 50 til 60 ár, frá Nóa fekk børn, til hann fekk boð um at byggja ørkina, tí sambært Bíbliuni vóru teir tríggir synirnir hjá Nóa vaksnir og giftir menn, tá ið Gud gav honum boðini. (1. Mósebók 6:14, 18) Um so er, kann tað hava tikið 40 til 50 ár at byggja ørkina.
a Bíblian nevnir støddina á ørkini í alin. Ein „vanlig hebraisk alin var ... 44,45 cm”. – The Illustrated Bible Dictionary, Revised Edition, 3. partur, síða 1635.
b Les eisini greinina „Levede folk på Bibelens tid virkelig så længe?“ í Vagttårnet frá 1. desember 2010.