Far beinleiðis til innihaldið

Hvat hendir, tá ið vit doyggja?

Hvat hendir, tá ið vit doyggja?

Bíblian svarar

 Í Bíbliuni stendur: „Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki.“ (Prædikarin 9:5; Sálmur 146:4) Tá ið vit doyggja, halda vit altso uppat at vera til. Tey, sum eru deyð, eru hvørki før fyri at hugsa nakað, gera nakað ella føla nakað.

„Mold skalt tú aftur verða“

 Gud fortaldi fyrsta manninum, Ádami, hvat hendir, tá ið vit doyggja. Av tí at Ádam ikki aktaði Gud, segði Gud við hann: „Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða.“ (1. Mósebók 3:19) Áðrenn Gud skapti Ádam „úr moldini í jørðini“, var Ádam ikki til. (1. Mósebók 2:7) So tá ið Ádam doyði, bleiv hann altso til mold aftur og helt uppat at vera til.

 Tað sama hendir við teimum, sum doyggja í dag. Bíblian sigur um bæði menniskju og dýr: „Øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.“ – Prædikarin 3:19, 20.

Deyðin nýtist ikki at vera endin á øllum

 Í Bíbliuni verður deyðin ofta samanborin við tað at sova. (Sálmur 13:4; Jóhannes 11:11-14; Ápostlasøgan 7:60) Ein, sum liggur í fasta svøvni, veit ikki, hvat gongur fyri seg rundan um hann. Á sama hátt vita tey, sum eru deyð, heldur einki. Men Bíblian lærir, at Gud kann vakja tey deyðu, sum svóvu tey bara, og geva teimum lívið aftur. (Job 14:13-15) Hjá teimum, sum Gud gevur lívið aftur, er deyðin ikki endin á øllum.