Hvussu kanst tú fáa ævigt lív?
Bíblian svarar
Bíblian lovar, at „tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir“. (1. Jóhannesarbræv 2:17) Hvat vil Gud, at tú skalt gera?
Tú mást læra meira um Gud og son hansara, Jesus. Í eini bøn til Gud segði Jesus: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Hvussu kunnu vit læra Gud og Jesus at kenna? Tað kunnu vit við at kanna Bíbliuna og fylgja tí, sum hon lærir. a Í Bíbliuni fáa vit nakað at vita um, hvussu okkara skapari og lívgevari, Jehova Gud, hugsar. (Ápostlasøgan 17:24, 25) Bíblian fortelur okkum eisini um son hansara, Jesus, sum lærdi „orð hins æviga lívs“. – Jóhannes 6:67-69.
Tú mást trúgva á Jesu offur. Jesus kom niður á jørðina ’at tæna og geva lív sítt sum loysigjald’. (Matteus 20:28) Ofrið, sum Jesus læt, gjørdi tað møguligt hjá menniskjum at fáa ævigt lív í einum paradísi á jørðini. b (Sálmur 37:29) Jesus segði: „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ (Jóhannes 3:16) Vit mugu vísa, at vit trúgva á hann við at liva eftir hansara læru og við at gera vilja faðirs hansara. – Matteus 7:21; Jákupsbrævið 2:17.
Tú mást gerast vinur við Gud. Gud vil, at vit skulu halda okkum nær til hansara og gerast vinir hansara. (Jákupsbrævið 2:23; 4:8) Gud er ævigur. Hann doyr ongantíð, og tað vil hann heldur ikki, at hansara vinir skulu. Nei, hansara ynski er, at øll, sum søkja hann, skulu „liva í allar ævir“. – Sálmur 22:27.
Misskiljingar um ævigt lív
Misskiljing: Menniskjans strembanir geva ævigt lív.
Sannroynd: Hóast nøkur framstig í læknaheiminum síggja út til at kunna leingja livialdurin, kunnu slíkar strembanir ikki geva ævigt lív. Tað er bara Gud, sum kann geva okkum ævigt lív, tí bara hann er „kelda lívsins“. (Sálmur 36:10) Hann lovar at ’gera deyðan til einkis við alla’ og at geva øllum trúføstum menniskjum ævigt lív. – Esaias 25:8; 1. Jóhannesarbræv 2:25.
Misskiljing: Bara fólk av ávísum rasum fáa ævigt lív.
Sannroynd: Gud ger ikki mannamun. Tvørturímóti, tí „hann tekur ímóti øllum, av hvørjum fólki tey enn eru, bara tey óttast hann og liva eftir hansara vilja“. (Ápostlasøgan 10:34, 35, Nýggi Sáttmálin) Øll, sum akta Gud, kunnu fáa ævigt lív, uttan mun til rasu ella mentan.
Misskiljing: Ævigt lív verður keðiligt.
Sannroynd: Tað er Gud, sum bjóðar okkum ævigt lív, og hann elskar okkum og vil okkum tað besta. (Jákupsbrævið 1:17; 1. Jóhannesarbræv 4:8) Hann veit, at um vit skulu vera lukkulig, mugu vit hava eitt arbeiði, sum okkum dámar. (Prædikarin 3:12) Gud lovar, at tey, sum skulu búgva á jørðini í allar ævir, kunnu gleðast um at hava nakað at gera, sum er gott bæði fyri tey sjálv og tey, sum tey elska. – Esaias 65:22, 23.
Haraftrat kunnu tey, sum fáa ævigt lív, blíva við at læra nakað nýtt um Gud og alt tað, sum hann hevur skapt. Hann skapti menniskjuni við einum ynski um at liva um ævir og at læra hann at kenna, og kortini fara tey ongantíð at skilja „hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað“. (Prædikarin 3:10, 11) Tí verður altíð okkurt nýtt og spennandi at læra og gera hjá teimum, sum fáa ævigt lív.
a Jehova vitni bjóða fólki eitt ókeypis bíbliuskeið. Hygg at videoinum Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg? og fá fleiri upplýsingar.
b Sí greinina „Hvussu frelsir Jesus okkum?“