Far beinleiðis til innihaldið

Býr Gud eitt ávíst stað?

Býr Gud eitt ávíst stað?

Bíblian svarar

 Ja. Gud býr eitt ávíst stað – í himli. Hugsa um hesi ørindini í Bíbliuni:

 Sálomon kongur segði í eini bøn: „So skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt.“ – 1. Kongabók 8:43.

 Jesus Kristus lærdi sínar lærisveinar at biðja: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli.“ – Matteus 6:9.

 Eftir at Jesus varð reistur upp, fór hann „inn í sjálvan Himmalin fyri nú at stíga fram fyri ásjón Guds“. – Hebrearabrævið 9:24.

 Hesi ørindini vísa greitt, at Jehova Gud er ein veruligur persónur, og at hann ikki býr allastaðni, men bara í himli.