Hví fór holocaust fram? Hví forðaði Gud ikki fyri tí?
Nógv, sum seta hesar spurningar, hava upplivað stóra persónliga sorg vegna holocaust. Tey leita ikki bara eftir svari, men eisini eftir troyst. Onnur meta holocaust sum óndskap av ringasta slag, og tí hava tey ilt við at trúgva á Gud.
Vanligar misskiljingar um Gud og holocaust
Søgn: Tað er skeivt at spyrja, hví Gud loyvdi holocaust.
Sannroynd: Trúgvandi fólk hava spurt, hví Gud loyvir óndskapi. Til dømis spurdi Habakkuk profetur Gud: „Hví loyvir tú, at harðskapur, lógloysi, brotsverk og ræðuleiki spreiðir seg allastaðni?“ (Habakkuk 1:3, Contemporary English Version) Heldur enn at finnast at Habakkuk, læt Gud spurningin hjá honum skriva í Bíbliuna, so øll kunnu lesa hann.
Søgn: Gud leggur einki í, um menniskju líða.
Sannroynd: Gud hatar óndskap og tær líðingarnar, ið hann hevur við sær. (Orðtøkini 6:16-19) Tá ið Gud á Nóa døgum sá, hvussu harðskapurin spreiddi seg á jørðini, ’voldi tað Honum sorg í hjartanum’. (1. Mósebók 6:5, 6) Eingin ivi er um, at tað eisini píndi Gud stórliga, at holocaust fór fram. – Malakias 3:6.
Søgn: Gud straffaði jødarnar við holocaust.
Sannroynd: Gud loyvdi gaman í, at Jerusalem varð oyðilagt av rómverjum í fyrstu øld. (Matteus 23:37 – 24:2) Men síðani tá hevur Gud ikki valt nakað ávíst fólkaslag, sum hann antin vísir serliga vælvild ella straffar. Hjá Gudi er ’eingin munur á jøda og grikka’. – Rómbrævið 10:12.
Søgn: Um ein alvaldur og kærligur Gud er til, so hevði hann forðað fyri holocaust.
Sannroynd: Gud er ongantíð orsøkin til, at vit líða, men viðhvørt loyvir hann tí í eina tíð. – Jákupsbrævið 1:13; 5:11.
Hví loyvdi Gud holocaust?
Gud loyvdi holocaust av somu orsøk, sum hann hevur loyvt allari líðing – fyri at svara týðandi stríðsspurningum, sum vórðu settir fyri langari tíð síðani. Bíblian vísir klárt og greitt, at tað í løtuni er Djevulin, sum stýrir heiminum, og ikki Gud. (Lukas 4:1, 2, 6; Jóhannes 12:31) Tvær grundleggjandi sannroyndir úr Bíbliuni hjálpa okkum at skilja, hví Gud loyvdi holocaust.
Gud skapti menniskjuni við einum fríum vilja. Gud segði við tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, hvat hann væntaði av teimum, men hann noyddi tey ikki at akta seg. Tey valdu sjálv at gera av, hvat var gott og ilt, og ringa avgerðin, tey tóku – og líknandi avgerðir hjá fólki upp gjøgnum tíðina – hevur havt ræðuligar avleiðingar fyri mannaættina. (1. Mósebók 2:17; 3:6; Rómbrævið 5:12) Tað er, sum bókin Statement of Principles of Conservative Judaism sigur: „Nógvar av líðingunum í heiminum eru eitt beinleiðis úrslit av, at vit hava misbrúkt fría viljan, sum vit hava fingið.“ Heldur enn at taka fría viljan frá okkum, hevur Gud givið menniskjunum tíð til at royna at stýra óheft av honum.
Gud bæði kann og fer at bøta skaðan, sum stóðst av holocaust. Gud lovar at geva milliónum av deyðum lívið aftur, harímillum ofrum fyri holocaust. Hann fer eisini at beina fyri pínuni, sum tey, ið yvirlivdu holocaust, hava av ræðuligu minnunum. (Esaias 65:17; Ápostlasøgan 24:15) Guds kærleiki til menniskjuni er ein trygd fyri, at hann fer at halda hesi lyftini. – Jóhannes 3:16.
Nógv, sum upplivdu holocaust, vóru før fyri at varðveita sína trúgv og finna eina meining við lívinum, tí tey skiltu, hví Gud loyvir óndskapi, og hvussu hann ætlar at bøta skaðan, sum stendst av óndskapi.