Føra allir átrúnaðir til Gud?
Bíblian svarar
Nei, tað gera teir ikki. Í Bíbliuni eru nógv dømi um átrúnaðir, sum Gudi ikki dámar. Vit kunnu býta teir upp í tveir høvuðsbólkar.
Bólkur 1: Átrúnaðir, sum tilbiðja falskar gudar
Bíblian sigur til dømis, at tað er fáfongt, tómt og nyttuleyst at tilbiðja falskar gudar. (Jeremias 10:3-5; 16:19, 20) Fyri langari tíð síðani gav Jehova a Gud ísraelsmonnum hesi boð: „Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.“ (2. Mósebók 20:3, 23; 23:24) Tá ið ísraelsmenn tilbóðu aðrar gudar, „tendraðist vreiði HARRANS“. – 4. Mósebók 25:3; 3. Mósebók 20:2; Dómararnir 2:13, 14.
Gud hevur enn somu áskoðan á tað at tilbiðja ’sokallaðar gudar’. (1. Korintbræv 8:5, 6; Galatiabrævið 4:8) Hann biður tey, sum gjarna vilja tilbiðja hann, halda uppat at koma saman við teimum, sum tilbiðja falskar gudar. Hann sigur: ’Farið út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum.’ (2. Korintbræv 6:14-17) Viss allir átrúnaðir føra til Gud, hví skuldi hann so givið okkum eini boð sum hesi?
Bólkur 2: Átrúnaðir, ið tilbiðja hin sanna Gud upp á ein máta, sum honum ikki dámar
Viðhvørt fylgdu ísraelsmenn lærum og siðum, sum teir høvdu tikið til sín úr følskum átrúnaði, tá ið teir tilbóðu Gud. Men Jehova dámdi als ikki, at teir royndu at blanda sannan átrúnað við falskan. (2. Mósebók 32:8; 5. Mósebók 12:2-4) Tá ið Jesus var á jørðini, fordømdi hann trúarleiðararnar fyri tann mátan, sum teir tilbóðu Gud upp á. Teir lótu sum um, at teir vóru trúgvandi, men tað var bara hyklarí, tí teir hugsaðu slett ikki um tað, sum lógin legði størri dent á, nemliga rættvísi, miskunn og trúskap. – Matteus 23:23.
Gudi dámar framvegis bara átrúnað, sum er grundaður á sannleika. Og hesin sannleikin er at finna í Bíbliuni. (Jóhannes 4:24; 17:17; 2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Átrúnaðir, sum læra nakað, ið er í stríð við Bíbliuna, leiða í veruleikanum fólk burtur frá Gudi. Nógv, sum fólk halda stavar frá Bíbliuni, millum annað læran um tríeindina, helviti og eina ódeyðiliga sál, hevur sín uppruna í falskari tilbiðing. Tá ið fólk fylgja slíkum lærum, er teirra tilbiðing „til einkis“, ella nyttuleys, tí tey leggja størri dent á átrúnaðarligar siðir enn á Guds boð. – Markus 7:7, 8.
Gud hatar átrúnaðarligt hyklarí. (Titusarbrævið 1:16) Skal ein átrúnaður geva fólki eitt tættari samband við Gud, má hann ávirka teirra gerandislív og ikki bara vera eitt ritual ella nakað, mann ger av gomlum vana. Bíblian sigur til dømis: „Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis. Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.“ – Jákupsbrævið 1:26, 27.
a Jehova er Guds navn sambært upprunatekstinum til Bíbliuna.