Far beinleiðis til innihaldið

Hvør fer til himmals?

Hvør fer til himmals?

Bíblian svarar

 Gud velur eitt avmarkað tal av trúføstum kristnum, sum eftir deyðan skulu rísa upp til lív í himli. (1. Pætursbræv 1:3, 4) Tá ið hesi trúføstu eru útvald, mugu tey framvegis vera sterk í trúnni og hava kristnan atburð fyri ikki at missa tann himmalska arvin. – Efesusbrævið 5:5; Filippibrævið 3:12-14.

Hvat skulu tey gera í himli?

 Tey skulu vera kongar og prestar saman við Jesusi í 1.000 ár. (Opinberingin 5:9, 10; 20:6) Tey verða teir ’nýggju himlarnir’, tað vil siga tann himmalska ríkisstjórnin, sum skal ráða yvir ’nýggju jørðini’, tað vil siga mannasamfelagnum á jørðini. Úr himli skulu hesir kongarnir hjálpa menniskjum at fáa góða kropsliga, mentala og andaliga heilsu, soleiðis sum Gud av fyrstan tíð ætlaði. – Esaias 65:17; 2. Pætursbræv 3:13.

Hvussu nógv verða reist upp til lív í himli?

 Bíblian vísir, at 144.000 verða reist upp til lív í himli. (Opinberingin 7:4) Sambært Opinberingini 14:1-3 fekk ápostulin Jóhannes eina sjón, har hann sá „lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144.000“. Í sjónini umboðar „lambið“ Jesus, eftir at hann er reistur upp. (Jóhannes 1:29; 1. Pætursbræv 1:19) „Zionsfjall“ ímyndar ta tignarligu støðuna, ið Jesus og tey 144.000 hava sum kongar í himli. – Sálmur 2:6; Hebrearabrævið 12:22.

 Tey, sum eru ’kallað og útvald’ at ráða í himli saman við Jesusi, verða nevnd ’lítla fylgið’. (Opinberingin 17:14; Lukas 12:32) Tað vísir, at tey eru fá í mun til allan hin seyðin hjá Jesusi. – Jóhannes 10:16.

Misskiljingar í sambandi við tey, sum fara til himmals

 Misskiljing: Øll góð menniskju fara til himmals.

 Sannroynd: Gud lovar teimum flestu góðu menniskjunum ævigt lív á jørðini. – Sálmur 37:11, 29, 34; Matteus 5:5.

  •   Jesus segði: ’Eingin er farin upp til Himmals.’ (Jóhannes 3:13) Harvið segði hann, at góð menniskju, ið doyðu áðrenn hann, sum til dømis Ábraham, Móses, Job og Dávid, ikki vóru farin til himmals. (Ápostlasøgan 2:29, 34) Tey høvdu vón um at rísa upp til lív á jørðini. – Job 14:13-15.

  •   Uppreisnin til lív í himli verður rópt ’fyrra uppreisnin’. (Opinberingin 20:6) Tað vísir, at ein seinna uppreisn eisini verður. Hon verður á jørðini.

  •   Bíblian lærir, at tá ið Guds ríki ræður, ’skal deyðin ikki vera longur’. (Opinberingin 21:3, 4) Deyði hevur ongantíð verið í himli, og tí má hetta lyftið galda jørðina.

 Misskiljing: Ein og hvør velur sjálvur, um hann skal liva í himli ella á jørðini.

 Sannroynd: Gud ger av, hvørji trúføst kristin fáa himmalsku sigurslønina. (Filippibrævið 3:14) Hvat vit sjálvi hava hug til, hevur onga ávirkan á, um vit verða vald. – Matteus 20:20-23.

 Misskiljing: Vónin um ævigt lív á jørðini er minni verd og bara fyri tey, sum ikki hava uppiborið at koma til himmals.

 Sannroynd: Gud rópar tey, sum fáa ævigt lív á jørðini, „fólk Mítt“, „hini útvaldu Míni“ og „ætt, signað av HARRANUM“. (Esaias 65:21-23) Tey verða fullkomin og sleppa at liva í allar ævir í einum paradísi á jørðini – akkurát sum Gud av fyrstan tíð ætlaði. – 1. Mósebók 1:28; Sálmur 115:16; Esaias 45:18.

 Misskiljing: Talið 144.000, sum stendur í Opinberingini, er ímyndarligt, ikki bókstavligt.

 Sannroynd: Hóast fleiri tøl í Opinberingini eru ímyndarlig, skulu nøkur skiljast bókstavliga. Eitt dømi um hetta er, at hon nevnir „tólv nøvn teirra tólv ápostla lambsins“. (Opinberingin 21:14, Dahl/Viderø) Er nøkur grundgeving fyri, at talið 144.000 eisini skal skiljast bókstavliga?

 Opinberingin 7:4 nevnir „tal hinna innsiglaðu [ella útvaldu til lív í himli] – 144.000“. Sum mótsetning nevnir Bíblian í sama viðfangi ein „stóran skara, sum eingin kundi telja“. Tey, sum eru í ’stóra skaranum’, verða eisini frelst. (Opinberingin 7:9, 10) Um talið 144.000 var ímyndarligt og vísti til ein óteljandi bólk, hevði eingin mótsetningur verið millum teir báðar bólkarnar. a

 Hartil kemur, at tey 144.000 sambært Bíbliuni ’eru keypt frá menniskjunum – frumgróður Guds og lambsins’. (Opinberingin 14:4) Orðið „frumgróður“ vísir til ein lítlan útvaldan bólk. Tað er ein hóskandi lýsing av teimum, sum skulu ráða í himli saman við Jesusi yvir nógvum menniskjum á jørðini, sum eingin veit talið á. – Opinberingin 5:10.

a Í sambandi við talið 144.000 í Opinberingini 7:4 skrivar Robert L. Thomas, professari: „Hetta er eitt avmarkað tal í mun til tað óavmarkaða talið í 7:9. Um talið skal skiljast ímyndarliga, so kann einki tal í bókini skiljast bókstavliga.“ – Revelation 1-7: An Exegetical Commentary, síða 474.