Er líkverjan í Torino líkverjan hjá Jesusi?
Bíblian svarar
Líkverjan í Torino er ikki nevnd í Bíbliuni, men nógv halda, at hetta línklæðið er líkverjan hjá Jesusi Kristi. Og tí meta summi hana at vera ein av heilagastu lutunum í kristinheiminum. Líkverjan verður varðveitt í einum hátøkniliga vardum skápi í eini dómkirkju í Torino í Italia.
Er nakað í Bíbliuni, sum bendir á, at líkverjan í Torino er ektað? Nei.
Hugsa um trý viðurskifti í sambandi við líkverjuna, sum víkja frá tí, Bíblian sigur.
Líkverjan er eitt einstakt klædnastykki, sum er 442 sentimetrar langt og 113 sentimetrar breitt, og ein strimmil, sum er 8 sentimetrar breiður, er seymaður á eftir longdini.
Hvat sigur Bíblian? Lík Jesusar varð ikki sveipað í eitt klædnastykki, men í nógv klædnastykki. Eitt klædnastykki fyri seg varð lagt um høvdið. Eftir at Jesus var uppreistur, kom ein av lærisveinunum til ta tómu grøvina og „sá, at línklæðini lógu har“. Bíblian leggur aftrat: „Sveittadúkurin, sum hevði verið á høvdi Hansara, lá ikki saman við línklæðunum, men lá samanlagdur á øðrum staði, fyri seg sjálvan.“ – Jóhannes 20:6, 7.
Líkverjan hevur plettir, sum verða hildnir at vera blóð av einum óvaskaðum líki.
Hvat sigur Bíblian? Tá ið Jesus doyði, gjørdu lærisveinarnir líkið til reiðar, ’soleiðis sum siður var hjá jødunum við jarðarferð’. (Jóhannes 19:39-42) Hesin siður innibar, at líkið varð vaskað og gníggjað við oljum og urtum áðrenn jarðarferðina. (Matteus 26:12; Ápostlasøgan 9:37) Sostatt høvdu lærisveinar Jesusar vaskað likamið, áðrenn teir sveipaðu tað í klædnastykkini.
Líkverjan hevur merki eftir einum manni, „sum varð lagdur eftir longdini á aðra helvtina av líkverjuni, meðan hin helvtin varð løgd dupult yvir høvdið, so hon fjaldi allan kroppin framman“, sambært Encyclopædia Britannica.
Hvat sigur Bíblian? Lærisveinar Jesusar tosaðu um deyða hansara, ta tómu grøvina og tað, sum kvinnurnar, ið vóru eygnavitni, høvdu fortalt, nevniliga „at tær høvdu sæð sjón – einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir“. (Lukas 24:15-24) Um henda líkverjan við merkjunum hevði ligið í grøvini hjá Jesusi, høvdu lærisveinar hansara uttan iva tosað um hana og merkini, sum vóru á henni. Men Bíblian sigur einki um, at teir tosaðu um tað.
Skal mann vísa líkverjuni æru?
Nei. Sjálvt um hetta veruliga hevði verið líkverjan hjá Jesusi, hevði tað framvegis verið skeivt at víst henni æru. Her eru nakrar bíbilskar meginreglur, sum vísa hví.
Tað er óneyðugt. Jesus segði: „Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“ (Jóhannes 4:24) Halgilutir ella halgimyndir hoyra ikki heima í sannari tilbiðing.
Tað er bannað. Í teimum tíggju boðunum er avgudadyrkan bannað. (5. Mósebók 5:6-10) Bíblian gevur eisini kristnum hesi boð: „Varðið tykkum fyri avgudunum!“ (1. Jóhannesarbræv 5:21) Nøkur siga kanska, at tey ikki meta líkverjuna sum ein avgud, men sum eina halgimynd, ella ímynd, um teirra gudsdyrkan. Men ein halgimynd verður ein avgudur hjá honum, sum vísir henni æru. a Ein, sum vil gleða Gud, fer tí ikki at vísa nøkrum luti æru ella virðing, heldur ikki líkverjuni.
a Ein avgudur er ein mynd, ein figurur ella ein ímynd, sum mann vísir æru.