Far beinleiðis til innihaldið

Hvat eru tey tíggju boðini?

Hvat eru tey tíggju boðini?

Bíblian svarar

 Tey tíggju boðini eru lógir, sum Gud gav ísraelsmonnum í forðum. Hesar lógirnar verða eisini róptar „tey tíggju orðini“, sum er ein beinleiðis umseting av hebraisku orðingini asereth haddevarim. Henda orðingin kemur fyri tríggjar ferðir í teimum fimm Mósebókunum. (2. Mósebók 34:28; 5. Mósebók 4:13; 10:4) Á grikskum skrivast orðingin deka (tíggju) logous (orð).

 Gud skrivaði tey tíggju boðini á tvær steintalvur og gav Mósesi profeti tær á Sinaifjalli. (2. Mósebók 24:12-18) Tey tíggju boðini standa í 2. Mósebók 20:1-17 og í 5. Mósebók 5:6-21.

 Tey tíggju boðini

  1.   Tú mást bara tilbiðja Jehova Gud. – 2. Mósebók 20:3.

  2.   Tú mást ikki dyrka avgudar. – 2. Mósebók 20:4-6.

  3.   Tú mást ikki misbrúka Guds navn. – 2. Mósebók 20:7.

  4.   Tú skalt halda sabbatin. – 2. Mósebók 20:8-11.

  5.   Tú skalt æra tíni foreldur. – 2. Mósebók 20:12.

  6.   Tú mást ikki drepa. – 2. Mósebók 20:13.

  7.   Tú mást ikki dríva hor. – 2. Mósebók 20:14.

  8.   Tú mást ikki stjala. – 2. Mósebók 20:15.

  9.   Tú mást ikki bera rangan vitnisburð. – 2. Mósebók 20:16.

  10.   Tú mást ikki girnast. – 2. Mósebók 20:17.

 Hví standa tey tíggju boðini ikki altíð í somu raðfylgju?

 Í Bíbliuni eru boðini ikki talmerkt. Tí er tað ymiskt, hvussu fólk halda, at boðini skulu skipast. Vanliga verða tey skipað sum omanfyri. Men summi skipa tey tíggju boðini øðrvísi. Frávikini eru í fyrsta, øðrum og seinasta boðnum. a

 Hvat var endamálið við teimum tíggju boðunum?

 Tey tíggju boðini vóru ein partur av Móselógini. Tann lógin fevndi um meira enn 600 boð, sum vóru treytirnar í eini avtalu, ella sáttmála, millum Gud og fortíðar Ísrael. (2. Mósebók 34:27) Gud lovaði ísraelsmonnum, at um teir fylgdu Móselógini, skuldi tað gangast teimum væl. (5. Mósebók 28:1-14) Men høvuðsendamálið við lógini var at fyrireika ísraelsmenn til, at tann lovaði Messias, ella Kristus, skuldi koma. – Galatiabrævið 3:24.

 Skulu kristin halda tey tíggju boðini?

 Nei. Móselógin, sum fevndi um tey tíggju boðini, var ein lóg, sum Gud gav tjóðini Ísrael í forðum. (5. Mósebók 5:2, 3; Sálmur 147:19, 20) Hon er ikki galdandi fyri kristin, og sjálvt jødar, sum gjørdust kristnir, blivu ’loystir frá lógini’. (Rómbrævið 7:6) b Í staðin fyri Móselógina kom „lóg Kristusar“, sum fevnir um alt tað, Jesus bað sínar lærisveinar gera. – Galatiabrævið 6:2; Matteus 28:19, 20.

 Eru tey tíggju boðini viðkomandi í dag?

 Ja. Tá ið vit lesa og hugsa um tey tíggju boðini, læra vit nakað um, hvussu Gud hugsar. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Tey tíggju boðini eru grundað á álítandi meginreglur, sum ongantíð verða avoldaðar. (Sálmur 111:7, 8) Nógvar av hesum meginreglunum eru í roynd og veru grundarlag undir læruni í tí, sum vanliga verður rópt Nýggja testamenti. – Sí „ Meginreglur úr tíggju boðunum síggjast aftur í Nýggja testamenti“.

 Jesus lærdi, at øll Móselógin, harímillum tey tíggju boðini, hvíldi á tveimum grundleggjandi boðum. Hann segði: „’Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.’ Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: ’Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.’ Á hesum báðum boðum hvílir øll lógin.“ (Matteus 22:34-40) Hóast tað ikki er eitt krav, at kristin skulu fylgja Móselógini, skulu tey altso fylgja boðunum um at elska Gud og næstan. – Jóhannes 13:34; 1. Jóhannesarbræv 4:20, 21.

  Meginreglur úr tíggju boðunum síggjast aftur í Nýggja testamenti

Meginregla

Í Nýggja testamenti

Tú mást bara tilbiðja Jehova Gud

Opinberingin 22:8, 9

Tú mást ikki dyrka avgudar

1. Korintbræv 10:14

Tú skalt æra Guds navn

Matteus 6:9

Tú skalt tilbiðja Gud regluliga

Hebrearabrævið 10:24, 25

Tú skalt æra tíni foreldur

Efesusbrævið 6:1, 2

Tú mást ikki drepa

1. Jóhannesarbræv 3:15

Tú mást ikki vera ótrúgvur

Hebrearabrævið 13:4

Tú mást ikki stjala

Efesusbrævið 4:28

Tú mást ikki lúgva

Efesusbrævið 4:25

Tú mást ikki vera havisjúkur

Lukas 12:15

a Sambært jødiskari siðvenju „er 2. Mósebók 20:2 fyrsta ’orðið’, og ørindini 3-6 verða mett at vera eitt boð, nevniliga annað ’orðið’“. (The Jewish Encyclopedia) Hinvegin meta katolikkar 2. Mósebók 20:1-6 at vera eitt boð. Og soleiðis verður boðið „tú mást ikki misbrúka Guds navn“ til annað boðið. Fyri at boðini framvegis skulu vera tíggju í tali, býta tey síðsta boðið – um ikki at girnast konu ella hús næstans – í tvey.

b Rómbrævið 7:7 brúkar tíggjunda boðið sum eitt dømi um, hvat stóð í „lógini“, og tað vísir, at tey tíggju boðini vóru ein partur av Móselógini.