SANGUR NR. 140
Ævigt lív – umsíðir!
-
1. Paradís, hugsa tær tað,
fólk, ið hugna sær saman.
Friðurin er tryggur her,
Gud turkar burtur tár.
(NIÐURLAG)
Syngið so hjartans glað,
frelsu fær Gud í lag!
Alt verður brátt trygt og gott,
vit fáa ævigt lív.
-
2. Øll so ung, spælandi fim,
eiga frið við Jehova.
Als eingin ber ótta her,
burtur er sorg og neyð.
(NIÐURLAG)
Syngið so hjartans glað,
frelsu fær Gud í lag!
Alt verður brátt trygt og gott,
vit fáa ævigt lív.
-
3. Paradís, okkara heim,
alt er blivið sum lovað.
Komið nú fró, hugagóð,
berið Jehova prís!
(NIÐURLAG)
Syngið so hjartans glað,
frelsu fær Gud í lag!
Alt verður brátt trygt og gott,
vit fáa ævigt lív.
(Les eisini Job 33:25; Slm. 72:7; Opinb. 21:4.)