Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 34-37

Lít á Jehova og ger tað, ið er gott

Lít á Jehova og ger tað, ið er gott

„Øvunda ikki tey, sum gera órætt“

37:1, 2

  • Ónd menniskju kunnu sýnast at hava framgongd, men lat ikki tað órógva teg. Hugsavna teg um at tæna Jehova og um tær signingarnar, hann gevur

„Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er“

37:3

  • Lít á, at Jehova hjálpir tær, uttan mun til hvønn iva ella hvørja stúran tú hevur. Hann hjálpir tær at vera trúfastur

  • Hav úr at gera við at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki

„Gleð teg í HARRANUM“

37:4

  • Set tíð av til at lesa í Guds orði og grunda á tað við tí í huga at læra Jehova betur at kenna

„Gev HARRANUM veg tín í hond“

37:5, 6

  • Hav álit á, at Jehova hjálpir tær at klára ein og hvønn trupulleika

  • Varðveit ein góðan atburð, tá ið onnur standa tær ímóti, søkja at tær ella reingja sannleikan

„Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum“

37:7-9

  • Tak ikki skjótar avgerðir, sum kunnu taka gleðina frá tær og oyðileggja títt vinalag við Jehova

„Hini eyðmjúku skulu arva landið“

37:10, 11

  • Ver eyðmjúkur og bíða eftir, at Jehova beinir fyri øllum órætti, sum tú ert fyri

  • Stuðla trúarfelagum; og ugga tey hugtungu við at siga frá Guds lyfti um ein nýggjan heim, sum nærkast í hvørjum

Messianska ríkið fer at geva ómetaligar signingar