Við nøkrum fáum verður syrgt fyri mati til mong
Beint fyri páskir í ár 32 e.o.t. gjørdi Jesus eitt undur, og tað er tað einasta, sum allir fýra evangelistar nevna.
Við hesum undrinum ásetti Jesus ein leist, sum hann fylgir enn í dag.
-
Jesus bað lærisveinarnar geva einari stórari mannamúgvu mat, hóast teir bert høvdu fimm breyð og tveir fiskar
-
Jesus tók breyðini og fiskarnar, bað eina bøn og gav lærisveinunum, og teir góvu mannamúgvuni
-
Á undursaman hátt fingu øll meira enn nokk at eta. Við nøkrum fáum fólkum – lærisveinunum – syrgdi Jesus fyri mati til fleiri túsund fólk
-
Jesus segði, at hann á síðstu døgum fór at brúka eitt serligt amboð til at geva andaliga føði „í rættari tíð“. – Mt 24:45
-
Í 1919 setti Jesus ’hin trúgva og skilagóða tænaran’, ein lítlan bólk av salvaðum brøðrum, yvir „húsfólk Sítt“ – tey, sum fáa at eta
-
Við at brúka henda lítla bólkin av salvaðum brøðrum fylgir Jesus sama leisti sum í fyrstu øld
Hvussu kann eg vísa, at eg viðurkenni og havi virðing fyri teimum, sum Jesus hevur sett at geva fólki andaliga føði?