Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian verður ongantíð ómodernað

Bíblian verður ongantíð ómodernað

ÍMYNDA TÆR, at tú ert á einum fornminnissavni, sum er fult av forngripum. Teir flestu eru í ringum standi og merktir av tíðarinnar tonn, men ein av teimum er tó púra heilur, og allar detaljur eru væl varðveittar. Tú spyrt tann, sum vísir tær runt: „Er hesin gripurin nýggjari enn hinir?“ Hann svarar: „Nei, hann er eldri enn teir flestu, og hann hevur ongantíð verið settur í stand.“ „Jamen, hevur hann so staðið eyka vardur?“ spyrt tú. Hann sigur: „Nei, hesin hevur staðið úti í ringasta veðri, og nógv hava enntá roynt at oyðileggja hann.“ Tú undrast og hugsar, hvørjum tilfari hann man vera gjørdur úr.

Upp á ein máta er Bíblian sum hesin serligi forngripurin. Tað er ein sera gomul bók, eldri enn tær flestu. Nógvar aðrar gamlar bøkur eru sjálvsagt til, men akkurát sum við forngripum, eru tær flestu av teimum merktar av tíðarinnar tonn. Tað, sum tær til dømis siga um vísindi, er ofta blivið mótprógvað av nýggjari vitan. Tey læknaligu ráðini í hesum bókunum virka ofta meira vandamikil enn nyttulig. Og partar av hesum verkunum hava fingið stóran skaða ella eru blivnir burtur.

Men tað er heilt øðrvísi við Bíbliuni. Hóast tað fyrsta í henni bleiv skrivað fyri meira enn 3.500 árum síðani, hevur hon ongan skaða fingið. Og sjálvt um Bíblian upp gjøgnum øldirnar bæði er blivin brend, forbjóðað og lítilsvird, hevur hon yvirlivað heilt fram til okkara tíð. Tá ið nýggj vitan er komin fram, hevur tað víst seg, at hon ikki er avoldað, men tvørturímóti framman fyri sína tíð.

MEGINREGLUR, SUM VIT HAVA BRÚK FYRI Í DAG

Heldur tú, at vit kunnu brúka tað, sum stendur í Bíbliuni í okkara modernaðu tíð? Hugsa um teir stóru trupulleikarnar, sum eru í heiminum í dag – kríggj, dálking, kriminalitetur og yvirgangur. Hvørjum stúrir tú mest fyri? Latið okkum kanna nakrar meginreglur og nøkur ráð í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa okkum. Meðan vit gera tað, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Um fólk livdu eftir tí, sum stendur í Bíbliuni, hevði tað so ikki staðið betur til í heiminum?’

FÁ FRIÐ Í LAG

„Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.“ (Matteus 5:9) „Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!“ – Rómbrævið 12:18.

VER MISKUNNSAMUR OG FYRIGEVANDI

„Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.“ (Matteus 5:7) „Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!“ – Efesusbrævið 4:32.

GER IKKI MANNAMUN

Gud „hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki“. (Ápostlasøgan 17:26) „Gud ger ikki mannamun, men ... í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ – Ápostlasøgan 10:34, 35.

FAR VÆL VIÐ NÁTTÚRUNI

„Gud HARRIN [tók] Ádam og setti hann í urtagarðin Eden at dýrka hann og varðveita hann.“ (1. Mósebók 2:15) Gud skal „oyða tey, sum oyða jørðina“. – Opinberingin 11:18.

VER IKKI HAVISJÚKUR OG ÓMORALSKUR

„Varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“ (Lukas 12:15) „Kynsligur ómoralur, sjálvsøkni og peningagirnd eiga ikki so mikið sum at verða nevnd, tí tað er ikki sømiligt millum kristin.“ – Efesusbrævið 5:3, Nýggi Sáttmálin.

VER ÆRLIGUR OG ARBEIÐSSAMUR

„Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ (Hebrearabrævið 13:18) „Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur.“ – Efesusbrævið 4:28.

VER FÚSUR AT HJÁLPA ØÐRUM

„Troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!“ (1. Tessalonikabræv 5:14) „Vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra.“ – Jákupsbrævið 1:27.

Bíblian nevnir ikki bara eina rúgvu av góðum ráðum, hon vísir eisini, hví tað er gott at fylgja teimum, og hvussu vit kunnu gera tað. Um fleiri fylgdu ráðunum og meginreglunum, sum vit hava nevnt, hevði heimurin so ikki sæð øðrvísi út? Tað er týðiligt, at meginreglurnar í Bíbliuni eru meira tíðarhóskandi nú enn nakrantíð fyrr. Men hvussu kann Bíblian hjálpa tær í tínum lívi?

HVUSSU KANN BÍBLIAN HJÁLPA TÆR?

Jesus segði: „Vísdómurin er rættvísgjørdur av verkum sínum.“ (Matteus 11:19, New World Translation) Fyri at finna út av, um eitt ráð er gott, kunnu vit hyggja eftir, hvussu tað gongst teimum, sum fylgja tí. Tú hugsar kanska: ’Kann eg fáa eitt betri lív, um eg fylgi meginreglunum í Bíbliuni? Og kann hon hjálpa mær at loysa trupulleikar, sum eg havi beint nú?’ Latið okkum vita, hvussu tað gekst eini kvinnu, sum eitur Anna. *

Anna hevði eitt gott lív, men knappliga broyttist alt. Dóttir hennara, sum var tannáringur, doyði, hjúnabandið fór í sor, og hon fekk fíggjarligar trupulleikar. Hon sigur: „Eg visti ikki, hvør eg var longur – eg hevði onga dóttur, ongan mann og einki heim. Eg føldi ikki, at eg hevði nakran samleika, nakra orku ella nakra framtíð.“

Orðini í Sálmi 90:10 lýsa væl ta kensluna, sum Anna hevði. Har stendur: „Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.“

Hesa tíðina, tá ið Anna hevði tað so ringt, hjálptu góðu ráðini í Bíbliuni henni. Bíblian hevur eisini hjálpt nógvum øðrum, sum hava havt trupulleikar at stríðast við. Tey eru komin fram til, at Bíblian er sum forngripurin, sum varð nevndur fyrst í greinini. Tí hon er nógv øðrvísi enn tær óteljandi bøkurnar, sum við tíðini verða avoldaðar og óbrúkiligar. Kundi orsøkin verið, at Bíblian inniheldur Guds tankar og ikki bara menniskjans tankar? – 1. Tessalonikabræv 2:13.

Viðhvørt heldur tú kanska eisini, at lívið er stutt og fult av trupulleikum. Hvar fært tú troyst, hjálp og góð ráð, tá ið trupulleikarnir hópa seg upp?

Bíblian kann hjálpa tær at ...

  1. sleppa undan nógvum trupulleikum

  2. loysa trupulleikar

  3. liva við tí, sum tú ikki fært gjørt nakað við

^ stk. 23 Navnið er broytt.