Far beinleiðis til innihaldið

EITT PRÁT UM BÍBLIUNA

Nær fór Guds ríki at ráða? – 2. partur

Nær fór Guds ríki at ráða? – 2. partur

Her er eitt dømi um, hvussu eitt prát kundi ljóðað, tá ið eitt Jehova vitni bankar upp á hurðina. Vit kunnu ímynda okkum, at eitt Jehova vitni, sum eitur Kári, vitjar ein mann aftur, sum eitur Jógvan.

EITT YVIRLIT YVIR DREYMIN HJÁ NEBUKADNEZARI

Kári: Hey Jógvan! Nú, hvussu gongur?

Jógvan: Jú, tað gongur fínt.

Kári: Tað var gott. Eg eri so glaður fyri, at vit báðir kunnu tosa saman um Bíbliuna hvørja viku. * Síðst eg var her, tosaðu vit um, hví Jehova vitni siga, at Guds ríki fór at ráða í 1914. * Vit komu jú fram til, at profetiin í Dániel kapittul 4 hevði nakað við tað at gera. Minnist tú, hvat tað handlaði um?

Jógvan: Ja, tað var um dreymin hjá Nebukadnezari kongi um eitt stórt træ.

Kári: Ja, nettupp. Í dreyminum sá Nebukadnezar eitt risastórt træ, sum rakk heilt upp til himmals. Hann hoyrdi boðberan hjá Gudi siga, at træið skuldi fellast, men at bulurin við rótunum skuldi standa eftir. Tá ið „sjey tíðir“ vóru gingnar, skuldi træið fara at vaksa aftur. * Vit tosaðu eisini um, hví profetiin skuldi ganga út tvær ferðir. Minnist tú, hvat hendi í fyrru uppfyllingini?

Jógvan: Var tað ikki tað, at Nebukadnezar misti skilið í sjey ár?

Kári: Jú, akkurát. Nebukadnezar misti skilið í eina tíð, og tí bleiv kongavaldið hjá honum avbrotið. Men í størru uppfyllingini skuldi kongavaldið hjá Gudi blíva avbrotið í sjey tíðir. Sum vit tosaðu um, byrjaðu tær sjey tíðirnar, tá ið Jerusalem bleiv lagt í oyði í 607 f.o.t. Frá tá av var eingin kongur á jørðini, sum umboðaði Jehova Gud. Tá ið tær sjey tíðirnar endaðu, skuldi Gud seta ein nýggjan kong at ráða yvir sínum fólki – men hann skuldi ráða úr himli. Við øðrum orðum skuldi Guds himmalska ríki byrja at ráða, tá ið tær sjey tíðirnar endaðu. Vit vita jú longu, nær tær sjey tíðirnar byrjaðu. So viss vit kunnu finna út av, hvussu langar tær sjey tíðirnar eru, vita vit eisini, nær Guds ríki byrjaði at ráða. Er tað lætt nokk at skilja?

Jógvan: Ja, tað var fínt líka at fáa uppfrískað tað, sum vit tosaðu um seinast.

Kári: Óført. Jamen latið okkum so bara royna at finna út av, hvussu langar tær sjey tíðirnar eru. Eg havi akkurát kannað meira um hetta sjálvur, so eg skal royna at forklára tað so væl, sum eg kann.

Jógvan: Ókey.

TÆR SJEY TÍÐIRNAR ENDA, OG TEIR SÍÐSTU DAGARNIR BYRJA

Kári: Tann fyrra uppfyllingin var um Nebukadnezar, og tær sjey tíðirnar vardu sjey bókstavlig ár. Tann størra uppfyllingin var um Guds ríki, men har mugu tær sjey tíðirnar vara nógv longri enn sjey bókstavlig ár.

Jógvan: Hví tað?

Kári: Jú, sum vit hava verið inni á, so byrjaðu tær sjey tíðirnar í ár 607 f.o.t., tá ið Jerusalem bleiv lagt í oyði. So viss vit telja sjey bókstavlig ár frá tá av, koma vit til ár 600 f.o.t. Men tá hendi einki merkisvert, sum hevði nakað við kongavaldið hjá Gudi at gera. Og seinast tosaðu vit um, at Jesus fleiri øldir seinni, tá ið hann var á jørðini, vísti á, at tær sjey tíðirnar ikki vóru endaðar enn.

Jógvan: Á ja, tað passar.

Kári: So tí má talan vera um eitt longri tíðarskeið.

Jógvan: Hvussu langt?

Kári: Opinberingin hjálpir okkum at skilja Dániels bók og at finna út av, akkurát hvussu langar tær sjey tíðirnar eru. Hon vísir, at tríggjar og ein hálv tíð svara til 1.260 dagar. * So mugu sjey tíðir, sum eru tað dupulta, svara til 2.520 dagar. Er tað enn til at skilja?

Jógvan: Ja, tað haldi eg. Men eg skilji ikki, hvussu tað vísir, at Guds ríki fór at ráða í 1914.

Kári: Nei, men vit kunnu vita, um vit ikki finna út av tí. Viðhvørt umboðar ein dagur í bíbliuprofetium eitt ár. * Viss vit fylgja tí meginregluni, høvdu tær sjey tíðirnar verið 2.520 ár. Telja vit 2.520 ár frá 607 f.o.t., koma vit til 1914. Tað er soleiðis, at vit koma fram til, at tær sjey tíðirnar endaðu í 1914, og at Jesus byrjaði at ráða sum kongur í Guds ríki. Og tað er vert at leggja merki til, at síðani 1914 er nógv hent í heiminum, sum sambært Bíbliuni skuldi henda á síðstu døgum.

Jógvan: Hvat skuldi henda?

Kári: Hygg, hvat Jesus segði her í Matteus 24:7. Hann segði, hvussu tað skuldi verða her á jørðini, tá ið hann fór at ráða sum kongur í himli: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.“ So hungursneyð og jarðskjálvtar skuldu vera her á jørðini tað tíðarskeiðið. Og heldur tú ikki, at vit hava sæð nógv av tí slagnum tey síðstu 100 árini?

Jógvan: Jú, heilt sikkurt.

Kári: Í hesum ørindinum segði Jesus eisini, at kríggj skuldu vera, meðan hann var kongur í Guds ríki. Og í Opinberingini stendur, at kríggini á síðstu døgum skuldu ávirka menniskjuni á allari jørðini. * Minnist tú, nær fyrri heimsbardagi brast á?

Jógvan: Ja, tað var í 1914, altso sama árið, sum tit siga, at Jesus fór at ráða sum kongur. Eg havi ongantíð hugsað um, at tað var nakað samband har.

Kári: Tá ið vit samanbera profetiina um tær sjey tíðirnar við aðrar profetiir í Bíbliuni um teir síðstu dagarnar, verður tað lættari at skilja hana. Jehova vitni eru sannførd um, at Jesus fór at ráða sum kongur í Guds ríki í 1914, og at teir síðstu dagarnir byrjaðu sama árið. *

Jógvan: Hatta má líka inn at venda nakrar ferðir.

Kári: Tað skilji eg væl. Sum sagt tók tað eisini mær eina góða løtu at skilja tað ordiligt. Men eg hopi í hvussu er, at tú sært, at alt, sum vit siga um árið 1914, er grundað á Bíbliuna, sjálvt um talið ikki stendur har bókstavliga.

Jógvan: Ja, tað er nakað, sum eg havi lagt merki til – tit vísa altíð til Bíbliuna. Tit koma ikki bara við tykkara egnu meining. Men eg haldi allíkavæl, at tað er eitt sindur løgið, at tað skal vera so kompliserað. Hví sigur Bíblian ikki bara, at Jesus skuldi byrja at ráða í himli í 1914?

Kári: Tað er ein góður spurningur, Jógvan. Faktiskt er tað nógv í Bíbliuni, sum mann noyðist at kanna gjølla fyri at skilja. So kanska vit kunnu tosa um, hví Bíblian er skrivað upp á tann mátan, eina aðru ferð.

Jógvan: Ja, tað kunnu vit gott.

Kundi tú hugsað tær at vita meira um okkurt ávíst evni í Bíbliuni? Hevur tú nakrar spurningar um, hvat Jehova vitni trúgva upp á? Um so er, mást tú endiliga spyrja, næstu ferð tú fært møguleika at práta við eitt Jehova vitni. Hann ella hon vil heldur enn gjarna svara tínum spurningum.

^ Jehova vitni bjóða ókeypis bíbliuskeið, sum fevna um at kanna Bíbliuna saman við fólki evni fyri evni.

^ Sí greinina „Eitt prát um Bíbliuna – Nær fór Guds ríki at ráða? – 1. partur“ í Vakttorninum frá 1. oktober 2014.

^kapittul 9 í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.