Far beinleiðis til innihaldið

LESTRARGREIN 40

Vit mugu hava úr at gera ta síðstu tíðina av teimum ’síðstu døgunum’

Vit mugu hava úr at gera ta síðstu tíðina av teimum ’síðstu døgunum’

’Verið fastir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans!’ – 1. KOR. 15:58.

SANGUR NR. 58 Leita eftir friðarvinum

ENDAMÁL a

1. Hví ivast vit ikki í, at vit liva á „síðstu døgum“?

 ERT tú føddur eftir 1914? Um so er, hevur tú livað alt títt lív í einum tíðarskeiði, sum verður rópt ’síðstu dagarnir’ hjá hesi heimsskipanini. (2. Tim. 3:1) Vit hava øll sæð, at tað, sum Jesus segði um okkara tíð, gongur út. Til dømis kríggj, hungursneyð, jarðskjálvtar, farsóttir, vaksandi lógloysi, og at Guds fólk verður forfylgt. (Matt. 24:3, 7-9, 12; Luk. 21:10-12) Vit hava eisini sæð, at fólk eru soleiðis, sum Paulus ápostul segði, at tey fóru at vera. (Sí rammuna „ Fólk nú á døgum“.) Vit, sum tæna Jehova, ivast ikki í, at vit liva á „síðstu døgum“. – Mika 4:1.

2. Hvørjir týðandi spurningar stinga seg upp?

2 Nógv ár eru gingin síðan 1914, og tí mugu vit nú liva í tí síðstu tíðini av teimum ’síðstu døgunum’. Tá ið nú endin er so nær, stinga nakrir týðandi spurningar seg upp: Hvat skal henda móti endanum á teimum ’síðstu døgunum’? Og hvat vil Jehova hava okkum at gera, meðan vit bíða?

HVAT SKAL HENDA MÓTI ENDANUM Á TEIMUM ’SÍÐSTU DØGUNUM’?

3. Hvat fara heimsins leiðarar at kunngera sambært profetiini í 1. Tessalonikabrævi 5:1-3?

3 Les 1. Tessalonikabræv 5:1-3. Her nevnir Paulus ’dag Harrans’. Í hesum ørindinum er talan um tað tíðarskeiðið, sum byrjar við álopinum á ’Bábylon hina stóru’, ella falskan átrúnað, og endar við Harmageddon. (Opinb. 16:14, 16; 17:5) Beint áðrenn tann ’dagurin’ byrjar, fara heimsins leiðarar at kunngera, at nú er „friður og eingin vandi“. Tey orðini hoyra vit longu nú heimsleiðarar brúka av og á, tá ið teir tosa um at fáa betri viðurskifti millum tjóðirnar. b Men kunngerðin um ’frið og ongan vanda’, sum Bíblian nevnir, verður øðrvísi. Hvussu tá? Jú, tí tá fara nógv at halda, at heimsins leiðarar hava klárað at gera heimin tryggari. Men tað er í veruleikanum tann stóra trongdin, sum er um at byrja, og so verður „bráður undirgangur“. – Matt. 24:21.

Vit mugu ikki lata okkum lumpa, tá ið tjóðirnar siga „friður og eingin vandi“ (Sí stykkini 3-6) h

4. (a) Hvat vita vit ikki enn um kunngerðina um ’frið og ongan vanda’? (b) Hvat vita vit?

4 Vit vita okkurt um kunngerðina um ’frið og ongan vanda’, men ikki alt. Vit vita hvørki, hvat tað er, sum fær heimsins leiðarar at koma við kunngerðini, ella hvussu hon kemur. Vit vita heldur ikki, um talan bara er um eina kunngerð ella um fleiri. Men eitt vita vit: Vit skulu ikki lata okkum lumpa og halda, at heimsins leiðarar kunnu skapa frið í heiminum. Hetta er nemliga akkurát tann kunngerðin, sum Bíblian sigur, at vit skulu halda eyga við. Tað er teknið, sum vísir okkum, at „dagur Harrans“ er um at byrja.

5. Hvussu hjálpir 1. Tessalonikabræv 5:4-6 okkum at vera klár til ’dag Harrans’?

5 Les 1. Tessalonikabræv 5:4-6. Paulus fortelur okkum, hvat vit skulu gera fyri at vera klár til ’dag Harrans’. Vit skulu „ikki sova sum hini“, men vera vakin. Til dømis mugu vit ansa væl eftir, at vit eru uttanveltað og ongantíð blanda okkum í politikk. Tí viss vit blanda okkum, kunnu vit lætt blíva ein partur „av heiminum“. (Jóh. 15:19) Vit vita, at einki uttan Guds ríki kann skapa frið í heiminum.

6. Hvussu vilja vit gjarna hjálpa øðrum, og hví?

6 Umframt at vit sjálvi mugu halda okkum vakin, vilja vit eisini gjarna hjálpa øðrum at vakna og skilja profetiirnar í Bíbliuni. Og tað er nakað, sum vit mugu gera nú, tí tá ið stóra trongdin byrjar, er tað for seint at fara at tilbiðja Jehova. Tí hevur boðanin skund. c

VIT MUGU HAVA ÚR AT GERA Í BOÐANINI

Tá ið vit boða, vísa vit fólki, at tað bara er Guds ríki, sum kann skapa varandi frið og tryggleika í heiminum (Sí stykkini 7-9)

7. Hvat væntar Jehova, at vit gera nú?

7 Jehova væntar, at vit gera okkara besta í boðanini ta stuttu tíðina, sum er eftir, til hansara dagur byrjar. Vit mugu syrgja fyri at hava úr at gera í „verki Harrans“. (1. Kor. 15:58) Tá ið Jesus fortaldi, hvat fór at henda á teimum síðstu døgunum, segði hann eisini, hvat vit skuldu vera upptikin av: „Evangeliið má fyrst verða prædikað fyri øllum fólkasløgum.“ (Mark. 13:4, 8, 10; Matt. 24:14) Hugsa tær! Hvørja ferð tú fert út at boða, ert tú við til at uppfylla hesa profetiina.

8. Hvussu gongur við boðanararbeiðinum?

8 Hvussu gongur so við boðanararbeiðinum? Tað gongur bara framá. Legg til dømis merki til, hvussu nógv boðaratalið er vaksið á síðstu døgum. Í 1914 vóru 5.155 boðarar í 43 londum. Í dag eru umleið 8,5 milliónir boðarar í 240 londum! Men arbeiðið er ikki liðugt enn. Vit mugu blíva við at fortelja øðrum, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa allar teir trupulleikarnar, sum menniskju hava at stríðast við. – Slm. 145:11-13.

9. Hví mugu vit blíva við at boða um Guds ríki?

9 Vit eru ikki liðug at boða um Guds ríki, fyrr enn Jehova sigur, at arbeiðið er liðugt. Hvussu long tíð er eftir hjá fólki at læra um Jehova Gud og Jesus Kristus? (Jóh. 17:3) Tað vita vit ikki. Men vit vita, at áðrenn stóra trongdin byrjar, hava øll, sum hava tann rætta hugburðin, enn møguleika at lurta eftir teimum góðu tíðindunum og velja at tæna Jehova. (Áps. 13:48, NWT) Hvussu kunnu vit hjálpa teimum, áðrenn tað er for seint?

10. Hvussu hjálpir Jehova okkum at læra fólk um sannleikan?

10 Gjøgnum sína samskipan gevur Jehova okkum alt tað, sum vit hava brúk fyri, tá ið vit skulu læra fólk um sannleikan. Til dømis fáa vit upplæring á møtinum mitt í viku. Har læra vit, hvat vit kunnu siga fyrstu ferð, vit vitja fólk, og hvat vit kunnu siga, tá ið vit koma aftur. Vit læra eisini at hava bíbliuskeið við fólki. Samskipanin hjá Jehova hevur eisini givið okkum alt tað, sum vit hava í amboðskassanum. Hesi amboðini kunnu hjálpa okkum at …

  •   byrja eitt prát

  •   vekja áhuga

  •   geva fólki hug at læra meira

  •   læra onnur um sannleikan

  •   vísa til okkara heimasíðu og bjóða fólki á møti

 Tað er sjálvandi ikki nokk bara at hava hesi amboðini, vit mugu eisini brúka tey. d Tá ið vit tosa við ein, sum hevur áhuga, kunnu vit til dømis geva honum ein faldara ella eitt blað, so hann sjálvur kann lesa meira um evnið, inntil vit vitja hann aftur. Vit hava øll ábyrgdina av at gera okkara besta í boðanararbeiðinum hvønn mánað.

11. Hví gjørdu vit eitt bíbliuskeið á netinum?

11 Eitt annað dømi, sum vísir, at Jehova gjarna vil hjálpa menniskjum at læra sannleikan at kenna, er tað bíbliuskeiðið, sum vit hava á okkara heimasíðu jw.org®. Hví bleiv hetta bíbliuskeiðið gjørt? Tí hvønn mánað fara tíggjutúsundtals menniskju um allan heimin inn á netið at leita eftir bíbliuskeiðum. Okkara skeið kann geva teimum innlit í Guds orð. Nøkur av teimum, sum tú møtir í boðanini, hava kanska ikki mót upp á at kanna Bíbliuna saman við øðrum. Um so er, kanst tú vísa teimum bíbliuskeiðið á heimasíðuni ella senda teimum eitt leinki til skeiðið. e

12. Hvat kann mann læra á bíbliuskeiðinum á jw.org?

12 Bíbliuskeiðið viðger evni sum: „Bíblian og høvundurin“, „Týðandi persónar í Bíbliuni“ og „Góði boðskapurin í Bíbliuni“. Har fær mann svar upp á hesar spurningarnar:

  •   Hvussu kann Bíblian hjálpa okkum?

  •   Hvørjir eru Jehova, Jesus og einglarnir?

  •   Hví skapti Gud menniskju?

  •   Hví er óndskapur og neyð til?

 Skeiðið vísir eisini, hvussu Jehova fer at …

  •   gera enda á pínu og deyða

  •   geva teimum deyðu lívið aftur

  •   skifta heimsins stjórnir um við Guds ríki

13. Kemur bíbliuskeiðið á netinum í staðin fyri tað vanliga bíbliuskeiðið? Greið frá.

13 Bíbliuskeiðið á netinum kemur ikki í staðin fyri tað vanliga bíbliuskeiðið. Jesus hevur givið okkum uppgávuna at gera lærisveinar. Vit hopa, at tey, sum lesa partarnar í bíbliuskeiðinum, dáma tað, sum tey læra, og fáa hug at læra meira. Um so er, vilja tey kanska hava eitt vanligt bíbliuskeið. Og tað ber væl til, tí hvør partur endar við, at lesarin kann biðja um eitt bíbliuskeið við einum persónligum lærara. Á okkara heimasíðu fær samskipanin hvønn dag umleið 230 fyrispurningar úr øllum heiminum frá fólki, sum vilja hava eitt bíbliuskeið. Tann persónliga undirvísingin hevur stóran týdning.

VIT MUGU ALTÍÐ ROYNA AT GERA LÆRISVEINAR

14. Hvat mugu vit royna at gera sambært Matteus 28:19, 20, og hví?

14 Les Matteus 28:19, 20. Tá ið vit kanna Bíbliuna saman við fólki, mugu vit royna at hjálpa teimum at blíva lærisveinar hjá Jesusi og halda alt, sum hann hevur givið boð um. Vit mugu hjálpa teimum at skilja, hvussu viktigt tað er, at tey velja at tæna Jehova og stuðla hansara ríki. Tað ber í sær at geva teimum hug at fylgja tí, sum tey læra, víga sítt lív til Jehova og lata seg doypa. Bara tá kunnu tey yvirliva Guds dag. – 1. Pæt. 3:21.

15. Hvat hava vit ikki tíð til, og hví?

15 Sum vit vita, er endin á hesi heimsskipanini øgiliga nær. Tí hava vit ikki tíð at blíva við at studera við fólki, sum ikki broyta seg og ikki vísa, at tey vilja tæna Jehova. (1. Kor. 9:26) Arbeiðið hevur skund! Nógv eru eftir, sum skulu hoyra tey góðu tíðindini, áðrenn tað er for seint.

VIT MUGU HALDA OKKUM FRÁ FØLSKUM ÁTRÚNAÐI

16. Hvat mugu vit øll gera sambært Opinberingini 18:2, 4, 5, 8? (Sí eisini undirgreinina.)

16 Les Opinberingina 18:2, 4, 5, 8. Hesi ørindini vísa nakað annað, sum Jehova vil hava okkum at gera. Øll sonn kristin mugu tryggja sær, at tey ikki hava nakað sum helst við Bábylon hina stóru at gera. Ein, sum kannar Bíbliuna, hevur kanska hoyrt til eitt trúarsamfelag, áðrenn hann lærdi sannleikan at kenna. Hann fór kanska til gudstænastur og var við í ymiskum tiltøkum, sum trúarsamfelagið stílaði fyri. Ella kanska læt hann pengar til ein líknandi felagsskap. Áðrenn hann kann blíva ódoyptur boðari, má hann tryggja sær, at hann ikki longur hevur nakað við falskan átrúnað at gera. Hann má melda seg úr tí samkomuni, sum hann hevur hoyrt til, og ikki vera limur í nøkrum øðrum felagsskapi, sum kann setast í samband við falskan átrúnað. Tað kann kanska gerast við einum brævi ella líknandi. f

17. Hvat slag av verðsligum arbeiði fer ein, sum tænir Jehova, ikki at átaka sær?

17 Ein, sum tænir Jehova, má tryggja sær, at hansara verðsliga arbeiði ikki hevur nakað við falskan átrúnað at gera. (2. Kor. 6:14-17) Til dømis vil hann ikki starvast fyri eina kirkju. Og ein bróðir, sum arbeiðir í einum virki, vil heldur ikki átaka sær eitt størri innandura- ella uttanduraarbeiði upp á ein bygning, sum verður brúktur til falska tilbiðing. Og viss hann hevur sítt egna virki, fer hann hvørki at geva tilboð upp á ella átaka sær eitt arbeiði, sum hevur nakað við falskan átrúnað at gera. Hví ganga vit so høgt upp í tað? Tí allur falskur átrúnaður er óreinur í Guds eygum, og vit vilja ikki hava nakað sum helst við sovorðið at gera. – Es. 52:11. g

18. Hvussu helt ein bróðir fast við meginreglurnar í Bíbliuni í sambandi við sítt verðsliga arbeiði?

18 Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein elsti, sum er handverkari og hevur sítt egna virki, biðin um at gera eitt lítið timburarbeiði í kirkjuni í býnum, har sum hann búði. Arbeiðstakarin visti, at bróðirin altíð hevði sagt, at hann ikki vildi arbeiða í kirkjum. Men hesa ferð var arbeiðstakarin í dýrastu neyð. Hann mátti fáa ein at gera arbeiðið. Allíkavæl helt bróðirin fast við meginreglurnar í Bíbliuni og segði nei takk til arbeiðið. Vikuna eftir var ein mynd í avísini av einum øðrum timburmanni, sum var í ferð at seta ein kross á kirkjuna. Viss bróðirin hevði slakað og sagt ja til arbeiðið, kundi tað verið hann, sum var á myndini í avísini. Hugsa tær, hvussu tað hevði ávirkað hansara umdømi í samkomuni! Og hvat hevði Jehova hildið?

HVAT HAVA VIT LÆRT?

19-20. (a) Hvat hava vit lært? (b) Hvat fara vit at kanna í næstu greinini?

19 Bíblian sigur, at tann næsta stóra profetiin, sum skjótt fer at ganga út, er, at tjóðirnar fara at kunngera, at nú er „friður og eingin vandi“. Men sum Jehova hevur lært okkum, eru tjóðirnar ikki førar fyri at skapa frið og enn minni varandi frið. Hvat skulu vit gera, áðrenn henda kunngerðin verður givin og tann ’bráði undirgangurin’ kemur? Jehova væntar, at vit blíva við at gera okkara besta fyri at boða um hansara ríki og gera lærisveinar. Samstundis mugu vit halda okkum langt burtur frá øllum følskum átrúnaði. Tað merkir eisini, at vit ikki skulu vera limir í nøkrum felagsskapi ella hava nakað arbeiði, sum hevur samband við Bábylon hina stóru.

20 Fleiri onnur ting fara at henda ta síðstu tíðina av teimum ’síðstu døgunum’. Og so er eisini okkurt aftrat, sum Jehova væntar, at vit gera. Hvat er tað, og hvussu kunnu vit fyrireika okkum til alt tað, sum skal henda í nærmastu framtíð? Tað fara vit at kanna í næstu greinini.

SANGUR NR. 71 Vit eru lið Jehova

a Vit vænta, at heimsins leiðarar skjótt fara at kunngera, at nú er „friður og eingin vandi“. Tað er tekin um, at stóra trongdin er um at byrja. Hvat væntar Jehova, at vit gera inntil tá? Tað fáa vit at vita í hesi greinini.

b Til dømis skriva Sameindu tjóðirnar á sínari heimasíðu, at tær „varðveita frið og trygd í heiminum“.

d Í greinini „Undervis andre i sandheden!“ sum var í Vakttorninum frá oktober 2018, fært tú góð ráð um, hvussu tú kanst brúka amboðini í amboðskassanum.

e Skeiðið hevur ikki verið tøkt á heimasíðuni síðani 2022.

f Vit skulu eisini halda okkum frá ungdómslegum ella frítíðartiltøkum, sum hava samband við falskan átrúnað. Sjálvt um tey, sum skipa fyri slíkum tiltøkum fyri ungar menn og kvinnur, ofta siga, at teirra tiltøk ikki hava nakað við átrúnað at gera, fremja slíkir felagsskapir átrúnaðarligar hugsanir og mál.

g Vilt tú vita meira um, hvat Bíblian sigur um at arbeiða fyri felagskapir, sum hava við falskan átrúnað at gera, kanst tú lesa „Spurningar frá lesarunum“ í Vakttorninum frá 15. apríl 1999.

h MYNDAFRÁGREIÐING: Fólk á einari kafé fylgja spent við, tá ið sjónvarpið kemur við bráðtíðindum um, at nú er „friður og eingin vandi“. Eini hjún, sum eru í boðanini, halda ein kaffisteðg á kaféini. Tey lata seg ikki lumpa av tíðindunum.